Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. januar 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 1 - 3. januar 2002 Nr. 1 - 3. januar 2002 13 Hans Pauli Strøm løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin - eitt arbeiðsmarknaðar- ráð, ein víðkaður gerðar- rættur og ein nýggj semingslóg eru neyðug tiltøk til at fáa góð skipanarlig viðurskifti á føroyska arbeiðs- marknaðin Sjáldan hava viðurskiftini á arbeiðsmarknaðin verið so eyðkend av ófriðið, ósemj- um og grundleggjandi mis- áliti partanna millum, sum í hesum valskeiði. Ein høv- uðsorsøk til hetta hevur verið tann ágangandi at- burðurin frá hesum borg- arliga landsstýri móti før- oysku fakfelagsrørsluni. Hetta er ávíst í dømi eftir dømi í tíðindaskrivum frá fleiri av teim størstu fak- feløgunum. Serliga eru tað royndirnar hjá landsstýr- inum at brúka Fútarættin til at troðka ein arbeiðsrætt ígjøgnum, sum hava staðið fyri skotum. Eitt nýtt landsstýri skal til – men tað er ikki nóg mikið Ein av fyritreytunum fyri aftur at fáa góð viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum er, at vit sleppa av við hetta fakfelagsfíggindaliga landsstýrið. Men tað er sjálvandi ikki nóg mikið. Eitt nýtt landsstýri noyðist sum eitt av tí fyrsta at skipa ein nýggjan arbeiðsmark- naðarpolitikk, tí tað eru eisini skipanarligir tvør- leikar á arbeiðsmarknað- inum sjálvum, sum elva til stríð millum partarnar. Allar hesar drúgvu ósemj- urnar, hesar fastlæstu træt- urnar, hava elvt til at reisa spurningin, hvat vit kunnu gera fyri at fáa meira posi- tivar og smidligar skipanir á arbeiðsmarknaðinum, sum kunnu fremja kon- struktivan dialog millum partarnar og framrættaðar loysnir, heldur enn mis- álitiskapandi og niðurbrót- andi eljustríð. Bæði í okkara virkisskrá, valskrá og í nógvum grein- um hevur Javnaðarflokk- urin lagt alstóran dent á ein nýggjan arbeiðsmarknaðar- politikk. Í hesum umfari skal eg bert vísa á tríggir tættir, sum eru av týdningi í tí orðaskifti, sum hevur verið serliga hesar seinastu vikurnar um royndirnar hjá landsstýrinum sum al- mennur arbeiðsgevari at brúka Fútarættin til at knúska fakfeløgini við. Tað fyrsta er at fáa nýggja semingslóg Tað fyrsta sum er neyðugt at gera, at at fáa eina nýggja lóg um seming. Landsstýrið gjørdi eitt uppskot í fjør, men tað var so fullkomiliga kolldømt av fakfeløgunum, at lands- stýrið helt seg ongantíð til at leggja uppskotið fyri løgtingið, tíbetur. Eftir tí uppskotinum fekk ein nýggjur semingsmanna- stovnur so stórt vald, at hann heilt tók partarnar av ræði. Uppskotið hjá landsstýr- inum er óbrúkiligt. Tí skal nevnd setast, umboðandi politiska myndugleikan og partarnar á arbeiðsmarkn- aðinum, til at gera tær neyðugu broytingarnar. Tað, sum tørvur er á, er ein nýggj semingslóg, fevnandi bæði um tann privata og almenna arbeiðsmarkn- aðin, sum gevur pørtunum møguleikar sjálvir at loysa ósemjur teirra millum - uttan at politiski myndug- leikin ella nakar annar óviðkomandi uttanfyri- standandi skal blanda seg uppí og skerja grundlóg- artryggjaða rásarúmið hjá pørtunum at virka fyri teirra áhugamálum. Sem- ingslógaruppskotið hjá landsstýrinum lúkar ikki hesar treytirnar. Tað miðar móti álvarsliga at skerja virkisfrælsið hjá fakfeløg- unum, m.a. við at geva ein- um nýggjum semings- mannastovni víðar heim- ildir at kroysta sínar avgerðir niður yvir høvdið á fakfeløgunum, enntá ímóti teirra vilja. Tað næsta er at fáa uppskot fram um víðkaðan gerðarrætt Tann nevndin, sum eg nevndi omanfyri, skal fáa ein setning aftrat í síni arbeiðsuppgávu: at koma við einum uppskoti til, hvussu vit kunnu skipa og seta á stovn ein víðkaðan gerðarrætt í Føroyum. Endamálið við einum slíkum gerðarrætti – sum fakfeløgini framman undan eru positiv fyri – skal vera at skapa møguleika fyri, at trætur og ósemjur á arbeiðsmarknaðinum skulu kunnu fáa eina skjóta og kvalifiseraða viðgerð, og at ein innihaldslig niðurstøða skal kunna gerast. Hesin gerðarrættur skal tó ikki hava heimild til at døma pørtunum bót, tí so verður hann ikki annað enn eitt slag av tí arbeiðsrætti, fe- løgini undir ongum um- støðum vilja góðtaka. Eisini her er longu eitt uppskot at arbeiða út frá, tí fakfeløgini gjørdu longu fyri nøkrum árum síðani eitt uppskot til víðkaðan gerðarrætt, tó uttan at hvørki almennu ella privatu arbeiðsgevararnir vístu tí ans. Tað triðja er at seta eitt arbeiðsmarknaðarráð á stovn Tað er ikki bara fyri at loysa upp í trætum og ósemjum, at vit hava brúk fyri positivum dialogi og konstruktivum loysnum á arbeiðsmarknaðinum. Tað hava vit eisini brúk fyri til tess at menna okkara arbeiðsmarknað til smid- liga at kunna laga seg til tær stóru vinnuligu og tøkniligu broytingar, sum longu eru ígongd, og sum fara at verða uppaftur størri komandi árini. Arbeiðs- viðurskifti fara at verða fyri kollveltandi broytingum, viðvíkjandi útbúgvingar- og førleikakrøvum, faklig- um innihaldi, fyriskipan á arbeiðsplássunum, fjøl- broyting av arbeiðstíðum, lønarstigum o.s.fr. Tað verða rembingar og togan millum yrkisgreinar og fakbólkar. Og ongin man ivast í, at ein oljuvinna av álvara fer at leggja stórt trýst á okkara arbeiðs- marknað. Men á arbeiðsmarknaði okkara er onki felags for- um, ongastaðni, har part- arnir seta seg saman at viðgera slík viðurskifti, dagsins mál ella komandi avbjóðingar. Eitt slíkt forum manglar, og ongin ivi er um, at tað er tørvur á tí. Tí vil eg mæla til, at tað verður triðji setningurin í arbeiðsuppgávuni hjá nevndini, sum eg havi nevnt frammanfyri: at koma fram við einum uppskoti um skipa eitt slíkt forum, eitt arbeiðsmarkn- aðarráð, har partarnir frítt og óbundið koma regluliga saman at viðgera øll viðurskifti á arbeiðsmarkn- aðinum, øll viðurskifti sum teir sjálvir, sum gerand- isdagurin og komandi av- bjóðingar seta á dags- skránna. Ætlanin við slíkum ar- beiðsmarknaðarráði er ikki at fáa eitt organ til taka avgerðir, sum partarnir skulu noyðast at fylgja móti teirra vilja. Endamálið skal tvørturímóti vera at fremja positivan dialog millum partarnar, so at teir sjálvir finna leiðir fram til kon- struktivar loysnir. Og ar- beiðsmarknaðarráðið kann geva politiska myndug- leikanum sínar tilráðingar, um hvat partarnir á ar- beiðsmarknaðinum halda vera at gera. Endamálið við hesum uppskotunum Við eini nýggjari sem- ingslóg, einum víðkaðum gerðarrætti og einum arbeiðsmarknaðarráði fær føroyski arbeiðsmarknað- urin góð amboð at skipa síni viðurskifti, bæði við- víkjandi bráðfeingismálum og viðvíkjandi framrætt- aðum og langtrøkkandi málum. Endamálið við hesum uppskotinum er tí stutt tað, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu hava bæði ábyrgd, amboð og umstøður til sjálvir at loysa allar ósemjur síná- millum og skipa síni egnu viðurskifti. VIÐMERKINGAR Eitt uppskot við trimum tiltøkum til arbeiðsmarknaðin Í Býin Felagið Tórshøll Hetta vikuskiftið spæla FLÚRAR Hvørt fríggjakvøld, leygarkvøld og sunnukvøld er fleiri ódyrar eindir allar dagar NÝGGJÁRSBINGO verður leygarkvøldið kl 20:00 Felagið Tórshøll Sverrisgøta 22 Tlf. 31 15 65 livandi tónleikur NÁTT- T- T B hjá Øssuri Christiansen Leygarkvøldið : • Vetsm.-Tórsh. kl. 23.30 • Tórsh.-Vetsm. kl. 00.30 órsh. kl. 03.30 • Tórsh.-Vestm. kl. 04.30 (Koyrt ver ív ív í ík og Kollafj rð Onnur kv ld kann avtalu Tlf. 424254 Tlf.286254 Vilja tygum við Í Býin - hvønn hósdag AUTO 1234 TO 311234 TO 123 AUTO -Dag & nátt- Hýra bil - ring 311234 BENZIN DIESEL KIOSK -Alt døgnið- AUTO 311234 Klaksvíkar Klubbi kar Klubbi Tlf. 455681 Í Býin - Hvønn hósdag fríggjakvøldið 4/01 Eyðun & Terji LIVE 20 ára aldursmark p e t u r & p e t u r • 3 2 0 8 7 0 leygarkvøldið 5/01 Discoteque og Discoteque DRIV spælir Klubbadansur Sosialurin - 311820 Havnar Klubbi: staðið, har fólk møtir áðrenn tað er tíð at fara heim ê Bàin ê Bàin ê Bàin ê Bàin ê Bàin ê Bàin Lesið Sosialin Hafnia Lounge Mánadag - hósdag Opið kl. 14.00-24.00 Servering steðgar kl. 23.30 Fríggjadag & leygardag Opið kl. 14.00-01.00 Servering steðgar kl. 00.30 Sunnudag Opið kl. 17.00-24.00 Servering steðgar kl. 23.30 Tlf. 31 32 33 · Fax 31 52 50 Mat- seðilin Hósdagin 3. jan.: Saltkjøt Fríggjadagin 4. jan.: Kotelettir Leygardagin 5.jan.: Rullusteik Mánadagin 7.jan.: Medistarpylsa Týsdagin 8.jan.: Stokt flesk Mikudagin 9.jan.: Hakkibúffur *** Seinnaparts- TILBOÐ frá kl. 14.00: Juniorburgari 19,95 Maxiburgari ella Búffsandwich 25,00 Matstovan í Hoyvík C M Y K 13 12 Í Býin Bíleggið borð á telefon 223000 ella 457680 Hugnalig nýggj Italiensk matstova Borðbílegging á tlf 31 96 96á tlf. 319696 Vel millum 30 fjølbroyttar: Forverðar, suppur, pasta, pizza, fiskaverðar, kjøtverðar, barnamenu og dessertir Opið er frá kl. 12.00 Í Býin