Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. januar 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 1 - 3. januar 2002 15 Hóast Rói Ljósheim var vitandi um, at eldur var í bussinum meðan hann var inni í Leynatunnlinum, helt hann leiðina fram og koyrdi bussin trygt útum Kollfjarðar- megin BUSSURIN Turið Kjølbro – Eg var ongantíð bangin. Vildi bara sleppa heim. Einasta, ið var eitt sindur ótespiligt, var nógvi royk- urin, sum kom frá bussin- um. Bussførarin var róligur og hevði yvirlit á støðuni alla tíðina. Bilar, sum komu til, vórðu steðgaðir og spurdir, um teir høvdu sløkkiútgerð, men tá ið teir ikki høvdu tað, var einki at gera. Ikki fyrr enn førarin sá, at ikki bar til at sløkkja eldin, bað hann okkum koma út og taka alt við okk- um, sigur Randi Kúrberg í Havn, sum var millum ferðafólkini í stóra liðbuss- inum hjá Bygdaleiðum, ið eldur kom í nýggjársaftan. Tey fimm ferðafólkini í bussinum komu øll heim í hýruvogni, sum Strand- ferðslan útvegaði teimum. – Aftaná havi eg sjálvt- sagt gjørt mær tankar um tað sum hendi, men komi bara til tað, at bussførarin hevur verið óførur. Sum ferðafólk fingu vit ongan- tíð varuga av, at eldur var í bussinum meðan vit vóru í tunnlinum. Heldur ikki gáaðu vit eftir, at hann setti ferðina upp inni í tunnlin- um. Útkomin steðgaði hann bussinum so mikið langt frá tunnlinum, at ferðslan kundi halda fram ótarnað. Ein ógvuliga professiónell- ur førari, sum avgjørt hevur uppiborið eitt herðaklapp, sigur Randi Kúrberg. Trygdin í hásæti Ferðafólkaflutningsleiðarin á Strandferðsluni, Poul Jákup Thomsen, er ikki í iva um, at Rói Ljósheim, sum koyrdi bussin, tók allar tær røttu avgerðirnar nýggj- ársaftan, tá ið hann gjørdist greiður yvir, at eldur var í bussinum. – Bussførarin taklaði støðuna fyrimyndarliga, var róligur, gav øðrum uppgáv- ur so sum at ringja eftir hjálp, og raðfesti uppgáv- urnar rætt. Sum skilst er eldur kom- in í bussin, eftir at hann er komin inn í Leynatunnilin, tí førarin í bilinum, sum var í hølunum á bussinum sá ikki eld fyrr enn komið var inn í tunnilin. Eftir at førar- in gjørdist greiður yvir eld- in, skundaði hann sær at fáa bussin út úr tunnlinum, royndi at sløkkja eldin og tá ið tað ikki eydnaðist, fekk hann fólk, viðføri og aðrar lutir úr bussinum, meðan ringt varð eftir hjálp. – Eitt slíkt óhapp setur avgjørt nakrar tankar í gongd, og vit fara at kanna eftir sera gjølla, hvussu sløkkiútgerðin skal og eigur at vera í bussum. Bussførarar hjá Bygdaleið- um verða útbúnir at klára støður sum hesar og hesin hevur brúkt ta vitanina til fulnar. Hvussu sløkkiút- gerðin skal vera í tunnlun- um, fari eg at lata serkøn á økinum at úttala seg um. Trygdin hjá ferðafólki stendur ovast á listanum yvir raðfestingar hjá stovn- inum, og tað er framvegis trygt at ferðast hóast eitt óhapp sum hetta. Spurning- urin er, um vit kunnu tryggja okkum upp aftur betur enn vit gera í dag, eitt nú við atliti til tunnlarnar og til tað, at vit fáa fleiri undirsjóvartunnlar, sigur Poul Jákup Thomsen. Krøvini til trygdina um- borð á bussunum verða ikki slakað, nú fleiri leiðir fara á privatar hendur. – Í sambandi við útbjóð- ingina hava vit hert trygd- arkrøvini og vit hava fram- vegis eftirlit við, at trygdin er í hásæti. Vit seta stór krøv til bæði førara og buss eitt nú viðvíkjandi koyri- teknikki, sløkking, fyrstu hjálp, og sálarligari fyrstu hjálp. Um útbúgvingin hjá førarunum skal gerast enn betri, fara vit at taka støðu til nú. Seinnapartin í gjár skip- aði Strandferðslan fyri lítl- ari samkomu á stovninum, har bussførarin varð heiðr- aður fyri avrikið. Vegna kanningar í málinum, bar ikki til at fáa viðmerkingar frá bussføraranum, áðrenn blaðið fór til prentingar. Kaldur bussførari Orsøkin til eldin umborð á bussinum skal nú finnast Mynd: Jens Kristian Vang Sum skilst er eldur komin í bussin, eftir at hann er komin inn í Leynatunnilin. Mynd: Jens Kristian Vang Roykurin av eldinum kundi lukast nógvar hundrað metrar burtur. Mynd: Jóhan K. Mouritsen 15 Nr. 1 • hósdagur • 3. januar 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Hálvfinalurnar í Coca-Cola kappingini hjá kvinnum verða endurtøkur av finalunum frá í fjør COCA-COLA KAPPINGIN Jákup Mørk Fríggjadagin millum jól og nýggjár varð drigið um, hvørjir dystirnir í hálvfinal- uni í Coca-Cola kappingini skulu verða. Hjá kvinnunum vóru lið- ini í pottinum júst tey somu, sum tey vóru í fjør, og tá avtornaði, vórðu dystirnir í hálvfinalunum eisini teir somu. Hat-trick til VB Tað merkir, at VÍF skal spæla móti Neistanum, meðan VB og Stjørnan fara at dystast um hin finalu- sessin. Einki er at ivast í, at hjá Neistanum var talan um ringast hugsandi lutakastið. VÍF hevur nú í hálvt annað ár verið í serflokki í kvinnukappingini, og yvir tveir dystir er mest sum óhugsandi, at nakar skal kunna koppa teimum. Hin hálvfinalan sær hin- vegin sera spennandi út. VB hevur nú triðja árið á rað møguleika at spæla seg í steypafinaluna, og okkurt bendir á, at hetta fer ikki at verða heilt ógjørligt hjá teimum. Stjørnan hevur verið í einum aldudali sein- astu tíðina, og í dystinum millum liðini stutt fyri jól, eydnaðist VB at vinna. Hin vegin hevur gongdin hjá VB ikki verið hin besta seinastu vikurnar, og hava tær millum annað tapt greitt fyri bæði Neistanum og Kyndli, so tað tykist heilt greitt, at vinnarin av hálvfinaluni verður tað av liðunum, sum fyrst megnar at vinna seg úr verandi aldudalinum. Tey bæði sterkastu mansliðini, Neistin og VÍF, sluppu undan at hittast í hálvfinal- unum COCA-COLA KAPPINGIN Jákup Mørk Í landskappingini eru VÍF og Neistin mest sum ein- astu boðini upp á ein kom- andi føroyameistara, og tó at alt kann henda í steypa- kappingini, so eru tey bæði oddaliðini eisini favorittar til finaluplássini í hesari. Lutakastið fríggjadagin lagaði seg soleiðis, at vest- menningar fara at takast ímóti strandingum í sínari hálvfinalu, meðan Neistin og H71 fara at spæla tvær grannauppgerðir um seinna finaluplássið. Skal verða støðugt Tað er einki at siga til, at tey bæði oddaliðini eru favorittar at vinna sínar dystir, men hinvegin eigur møguleikin hjá H71 og StÍF als ikki at avskrivast. Her er talan um trið- og fjórðfremsta liðið á stiga- talvuni, og finna tey rætta spælið fram til hálvfin- alurnar, skulu hvørki Neist- in ella VÍF kenna seg trygg í finaluplássinum. Størsti veikleikin hjá StÍF og H71 hevur tó í ár verið óstøðug avrik, og í so máta er tað helst ein mein- bogi, at hálvfinalurnar fevna um tveir dystir, tí tað er ikki nóg mikið við einum góðum avrikið í øðrum av dystinum. Skulu Neisitn og VÍF koppast yvir tveir dystir, er neyðugt, at avrikið er í hæddini báðar ferðirnar, og so er spurningurin, um kapp- ingarneytarnir til bronsu- plássið megna hetta. Hjalmar Klein Olsen úr Vestmanna er nú settur sum hjálpar- venjari hjá mans- landsliðnum í hond- bólti HONDBÓLTUR Jákup Mørk Venjarin hjá mansliðnum í hondbólti, Lars Neder- gaard, hevur nú havt fyrstu venjingarnar við bruttohópi sínum. Umframt at venjarin hevur nýtt hesa tíðina til at kunna seg um leikarahópin, so hevur HSF eisini nýtt tíðina til at finna ein hjálp- arvenjara til landsliðið. Talan er um 34 ára gamla Hjalmar Klein Olsen, sum áður hevur vant VÍF, og sum annars í drúgt áramál hevur verið aktivur á før- oyskum hondbólti. Fáar landsdystir Umframt royndir sínar úr føroyskum hondbólti, so hevur Hjalmar eisini eitt skifti verið aktivur í Dan- mark, har hann í tvey ár leikti við Ajax, sum tá spældi í næst bestu donsku deildini. Í landsliðshøpi hevur hann ikki tær stóru roynd- irnar, men hetta kemst av, at hann var partur av ættar- liðnum, sum mest sum datt niður fyri í føroyskum landsliðshøpi. Nakrar landsliðsvenjingar og einir tveir landsdystir hava tó verið á skránni. Sjálvur sigur Hjalmar, at tað er nakað síðani, at HSF heitti á seg um at gerast hjálparvenjari hjá hond- bóltslandsliðnum, og at hann mest sum alt fyri eitt tók av hesum, men at sam- starvið ikki varð formalis- erað, fyrr enn Lars Neder- gaard nú aftur var í Føroy- um. Hjalmar gavst annars sum venjari hjá VÍF, tí hetta kravdi ov nógva tíð, men hann er ikki bangin um, at hetta eisini fer at verða galdandi í nýggja starv- inum. – Fyrst og fremst er talan ikki um, at eg dag og dag- liga skal fáast við venjing- ina. Talan verður um at fylgja við hondbóltinum her heima, og so sjálvandi eisini arbeiðið í sambandi við tær venjingarnar, sum eru. Tær verða heldur ikki so nógvar fyrstu tíðina, so krøvini í so máta verða als ikki tey somu, sigur Hjalm- ar Klein Olsen at enda um nýggja venjarasessin. Hjalmar skal hjálpa Lars Tað verður 34 ára gamli Hjalmar Klein Olsen, sum skal verða hjálparvenjari hjá manslandsliðnum í hondbólti Mynd: Jens Kr. Vang Favorittarnir hittast ikki Endurtøka hjá kvinnunum Lutakastið til hálvfinalurnar í Coca-Cola kappingini varð fríggjadagin kl. 14.00. Niðanfyri prenta vit yvirlitið yvir, hvussu dystirnir í kappingini verða leiktir Kvinnur 12.01 17.00 Stjørnan-VB 16.01 18.30 Neistin-VÍF 19.01 17.00 VB-Stjørnan 23.01 18.30 VÍF-Neistin Menn 16.01 20.00 H71-Neistin 16.01 20.00 StÍF-VÍF 23.01 20.00 VÍF-StÍF 23.01 20.00 Neistin-H71 Lutakastið Høgni Hansen og Jógvan Martin Mørk drógu brævbjálvarnar við nøvnunum á luttakarunum í hálvfinaluni Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 14