Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. januar 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 1 - 3. januar 2002 17 Nr. 1 • hósdagur • 3. januar 2002 • 75. árg. Suzuki Grand Vitara XL7 2,7 V6 Motorurin 2.7 ltr. V6 24V 173 hk 0-100 km/t 13.3 sek Bensinnýtsla 9,3 km/l Dekkstødd 235/60-16 Stødd og vekt: Longd 468.5 cm Breidd 178.0 cm Hædd 174.0 cm Eginvekt 1575 kg Totalvekt 2250 kg Søluumboð Sp/f Eyðbjørn Hansen Bilasøla og verkstaður Varðagøta 75 FO-100 Tórshavn Tlf: 313375 Suzuki eru mest kendir fyri at gera smáar persónbilar og jeepar, ið hava gott umdømi sum orkusparandi og álítandi bilar. Umframt at Grand Vitara hava verið gjørdir í tveimum útgávum við 3 og 5 hurðum, er nú ein 7 persónabilur komin á marknaðin BILAR Magnus Gunnarsson Suzuki er júst nú komin á marknaðin við 7 persóna- bilinum Grand Vitara XL7. Við tað at bilurin er 49 cm longri enn tann vanligi Grand Vitara við 5 hurðum, verður pláss til eitt eyka- setur aftast. Tá aftastu setrini verða tikin út, er viðførisrúmið 790 litrar. XL7 er ein rúmligur 7 persónabilur, sum einans fæst við 2,7 litra V6 motori við 173 hk. Fæst sum vørubilur XL7 er ein stórur og rúmligur bilur. Ramman sum bilurin er settur omaná, er soleiðis gjørd, at ongar ristingar og vibra- tiónir merkjast á ósløttum undirlendi, eins og alt er væl goymt undir bilinum fyri at verja ímóti skaðum. V6 motorurin ger eisini sítt til at bilurin virkar lættur at umgangast. Talan er um ein luksusbil, har næstan øll útgerðin er standard, vit kunnu til dømis nevna ABS bremsur við EBD, aircon- dition, elektroniskt stýrda ventilatiónsskipan, fart- pilot, el-drivnar síðurútar, el-drivin síðuspegl og sentrallás við fjarstýring. XL7 fæst eisini við auto- matiskum gearum og kann leverast sum vørubilur Seinni sum turbodiesel Frá bilasøluni hjá Eyðbjørn Hansen verður sagt, at av tí at Grand Vitara XL7 einans fæst við V6 motori, hava teir ongan bil á goymslu, men teir kunnu altíð útvega ein XL7, um onkur ynskir tað. Væntandi kemur hann seinni sum turbodiesel, eins og tann minni Grand Vitara, ið hevur ein 109 hk Peugeot turbodiesel motor. Grand Vitara røðin fæst nú fæst í medium, large og ekstra large. Suzuki Grand Vitara eru mest seldu 4x4 bilar í Danmark. Grand Vitara XL7 – Suzuki til sjey ferðandi Grand Vitara XL7 er 49 cm longri enn tann vanligi Grand Vitara við 5 hurðum XL7 tekur seg væl út. Í fyrstu atløgu fæst hann einans við 2.7 ltr. V6 motori Aftan er ikki tann stóri munurin, uttan tað at bilurin er rúmligari, og 2 sitipláss eru komin afturat Suzuki Grand Vitara eru mest seldu 4x4 bilar í Danmark Í Tórsgøtu og Steinatúni er nógv broytt seinastu 30 árini. Hendan myndin er tikin fyri umleið 30 árum síðan, meðan vegarbeiði fór fram í Tórsgøtu GOMUL BÝARMYND Magnus Gunnarsson Hol er komið á eina vatn- leiðing, og vatn sproytar upp í loft. Húsini vit síggja, er matvøruhandilin hjá Karl hjá Vág Heina. Bilar koyra á vegnum ímillum handilin og Føroya Banka. Á veg oman gjøgnum Tórsgøtu kemur ein Nissan Clipper lastbilur. Hinir bilarnir eru frá vinstru: Ein Ford Anglia stationvognur, ein Saab 96 og ein VW Type 1 (Boblan). ÚT AT KOYRA Tendri- proppurin 100 ár 7.januar eru liðin hundr- að ár síðan Robert Bosch fekk patent uppá tendriproppin, sum hann hevði uppfunnið og framleitt. Livitíðin hjá teimum fyrstu tendri- proppunum var 1.000 km. Kelda: Motor Magasinet Jubileums tendri- propp til Lupo Í sambandi við 100 ára hátíðarhaldið fyri Bosch tendriproppinum, hava teir gjørt eitt heilt nýtt slag av tendriproppum til VW Lupo FSI við beinleiðis bensininn- spræning. Kelda: Motor Magasinet Focus "facelift" Ford Focus 2002 hava fingið eina lættari "face- lift" við til dømis nýggj- um lyktum og kúfang- arum. Kelda: Motor Magasinet Í einum heitum og góðum bili er so lætt at undirmeta ta álvarsligu hóttandi styrki, sum tann nógva ferðin ber í sær, um og tá ið ein vanlukka rámar. Um vit sammeta megina í einum samanbresti við 50 km/t, so sam- svarar hon við at tú dettur út av 3.hædd í einum húsum og niður á asfaltið. Vit mugu øtast - bert við hugsanina FERÐSLUTRYGD Magnus Gunnarsson Tað er kanska lætt at fata, hví vit undirmeta, at ein vanlukka kann standast av bilkoyring, tí tað er jú lítil vandi fyri at verða skaddur ella doyggja hjá tí einstaka bilføraranum, sum bert koyrir frá A til B. Men hes- in trupulleiki verður har- afturímóti stórur, tá hugsað verður um allar íbúgvar landsins. Løgið kortini, at vit dagliga tora at undir- meta ta øgiligu "fall- styrki", sum er fjald í einum bili, ið bert koyrir 50 km/t. Brúka trygdarbeltini Men sjálvt um henda "fall- styrkin", ið verður fleiri ferðir størri tá ferðin veks- ur, dagliga liggur mestsum og lúrir í bilinum, tá ið vit koyra, so eru tað tó mong, ið tora at sita enntá við t.d. ongum trygdarbelti. Vit kunnu í hesum viðfangi nevna, at nágreiniligar vit- skapligar kanningar eisini hava staðfest, at avleið- ingarnar av eini ferðsluvan- lukku verða helvtina minni hjá tí sum brúka trygdar- beltið. Kelda: Petur J.Sigvardsen RFF Samanbrestur við 50 km/t – sum at detta út av 3. hædd Myndin vísir at ein samanbrestur við 90 km/t er sum at detta út av 10.hædd Vatnleiðingsbrot í Tórsgøtu Renault Megane 1.6 bensin, frá 04/2001 - selji vegna flyting. 4 airbags, aircondition, alu-felgur, hiti í setrum, CD-spælari, tráleyst sentrallás o.a. Prísur 145.000. Tlf. 311541 & 224625 Mynd lænt frá Birgar Johannessen C M Y K 17 16