hósdagur 3. januar 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 1 - 3. januar 2002
Nr. 1 - 3. januar 2002
19
NÝGGÁRSGREIN
Jenis av Rana v. Miðflokkin
… tá knappliga 3000 í
septembur doyðu í terr-
oratsókn í New York, dugdu
vit illa at skilja aftanfyri-
liggjandi óndskapin og vit
øtaðust. Men samstundis
verður hildið náttúrligt, at
myndugleikanir, í hesum
sama landi, hvønn dag
loyva at sama tal av ósekum
børnum verða drigin úr
móðurlívi og dripin-( tal
teirra, sum her hjá okkum
verða frádømd rættin at
liva, er umleið 50 árliga).
… tá ein av av AL
Quaida
terrorbólkunum
fremur atsókn, meta flestu
rætt verða at USA svarar
aftur og nærum oyðir eitt av
tilhaldslondum teirra- Afg-
anistan. Men tá ein annar
av terrorbólkum AL Quaida
( islamiskt jihad) fremur
dagligu atsóknir sínar móti
Ísrael, tá leikar alheims
humanisman í móti Ísrael,
sum í sjálvverju verjir seg.
… í Svøríki steina mót-
mælisfólk í sambandi við
altjóða
fíggjarfund,
og
dómar upp til hálvt ár verða
feldir. Men tá børn í Mið-
eystri samstundis verða
lokkaði at blaka grót móti
ísraelum, og hesir verja seg,
tá øsir alheims humanism-
an upp mótmælir móti
Ísrael, einasta folkaræðis-
stýrda landinum í økinum,
meðan drápsdiktaturlondini
sleppa at hóreiggja sær sum
tey vilja.
… her heima práta vit um
oljuna, sum um hon er ein-
asta vón og álit okkara, alt
meðan Gud letur fiskiríki-
dømi streyma og floyma
yvir okkum, so sjálvt sam-
felagsfrøðingar tosa um
undur.
…
meðan
føroyaska
landsstýrið setir heimsmet í
pírni hvat neyðhjálp við-
víkur, sendir sama stýrið
367 mió. kr sum gávu til
eina av heimsins ríkastu
tjóðum, alt meðan fleiri og
fleiri kenna sviðan av
manglandi raðfestingum av
ríkidømi samfelagsins.
… og vit kundu hildi á at
víst á dømir frá farandi ári,
sum klárt vísa at eitthvørt
er, ið treingir til justeran í
hugsanum okkara!
Rættvísi og raðfesting.
Tíðin er komin, tá rættur og
raðfesting mugu broytast
frá at vera tóm orð til verk,
verk, hvørs úrslit mugu
síggjast aftur í øllum
samfelagsligum avgerðum,
ið tiknar verða.
Eg droymi um tann
dagin, tá rætturin til lívið,
sum vit øll njóta ágóðan av,
verður fyri øll- eisini tey
óføddu, hvørs foreldur/
mammur líða undir byrðum
og trupulleikum, sum tey
ikki
megna
at
bera
einsamøll. Og tann dagurin
má ikki verða fjart burtur,
tá raðfest verður eftir tí
fyrimynd, vit lesa um í
Skriftini, m.a í Esajasar bók
kap. 58, har skrivað verður
um at: geva tí svanga, hýsa
tí heimleysa og klæða hin
nakna. Eitt ríkidømi, sum
ikki fellur øllum íbúgvum
samfelagsins í lut, hevur
ikki uppiborið at verða
kallað ríkidømi, men boðar
frá ringastu armóðina, ið
hugsast kann.
Farnu árini geva varhug-
an av, at alt fleiri eru, ið
síggja hesi grundleggjandi
samfelagsligu brekini, men
politiskt hava tey higartil
megna ov lítið. Hesum
mugu vit læra av, og tí
verður komandi løgtings-
valið ein hornasteinur fyri
øll tey, ið ynskja eitt sam-
felag har rættur og rættvísi
ræður. Alheimsins viður-
skifti megna lítlu Føroyar
lítið at broyta, men vit
kunnu skapa eitt mini- sam-
felag, ið kann gerast ein
fyrimynd fyri allar tær tjóð-
ir, ið lítið virða tey virði, ið
vit á okkara leiðum vita eru
tey røttu.
Higartil hevur Harrin
Gud okkara ríkiliga víst sítt
ynski um at vælsigna okk-
um og lyfti Hansara er
ævigt galdandi um at Signa
tey, sum líta á Hann. Tað
lyftið er ævigt galdandi, og
tí fara vit trygg inn í kom-
andi árið og vóna at 2002
verður árið, har tað at
spyrja Harran verður at
eyðkenna okkum øll- sum
einstaklingar, sum familjur
og sum samfelag.
NÝGGJÁRSGREIN
Lisbeth L. Petersen, form.
Sambandsfloksins
Stóra ávirkanin av teim tíð-
indum, vit frættu uttan úr
heimi, var fyri mong av
okkum við til at skapa eina
heimsmynd, ið var merkt av
náttúruvanlukkum, ófriði,
ræðumyndum vegna krígs-
støðu og yvirgangsvirk-
semi.
Hin 11 september 2001
fer altíð at standa í minnin-
um sum dagurin, har tað
hendi, sum ikki kundi
henda, tí tað heilt einfalt
var ómøguligt og tyktist
óveruligt.
Og kortini hendi tað !
Tíbetur eru vit í Føroyum
sloppin undan ræðuleikum,
sum hava hótt heimsfriðin,
men føroyingar hava eins
og onnur verið úti fyri
hendingum og sorg í árin-
um, sum merkja ein fyri alt
lívið, og sum ongantíð ber
til at gloyma. Tá er gott at
eiga góð minnir, og við tíð-
ini eiga tey at standa eftir
sum varðar.
Soleiðis er lívið, og so-
leiðis fer lívið altíð at
verða.
Ein broytingartíð
Vit liva í eini tíð við broyt-
ingum, og í nútíðarsamfel-
agnum gongur skjótt, ja
ofta so skjótt, at vit ikki fáa
stundir at fylgja við, og so-
statt heldur ikki stundir til
at gera okkara ávirkan
galdandi.
Fyri føroyingar hevur
framtíð Føroya og broyting-
ar í tí sambandi verið ein
sera viðkomandi spurning-
ur seinastu árini, og ikki
minst í árinum 2001 hevur
politiska gongdin hevur
verið merkt av hesum.
Fyri
Sambandsflokkin
kann eg floksins vegna bert
fegnast um, at árið hepnað-
ist so væl, og at vit gjørdist
størstu flokkur hin 20 nov-
ember. Tað eru vit sera
takksom fyri.
Veljarin og ein meiriluti
av Føroya fólki segði greitt,
hvat hann helt um førda
politikkin, og hvat hann
heldur vildi hava
Seinasta árið hjá hesi
landsstýrissamgongu
er
skjótt komið at enda, og
skuldu skreytir gerast á
fullveldiskósini,
sum
stungin var út í kortið, so
skuldu tær verið gjørdar nú.
Men ósemjur fyri opnum
teppi hava ávirkað gongd-
ina soleiðis, at teir størstu
trupulleikarnir liggja eftir
og bíða til komandi ár, tá
fylgjurnar av fullveldis-
samtyktunum fara at vísa
seg og rættiliga merkjast.
Árið 2002 fer at bera
stórar avbjóðingar í sær, har
komandi løgtingsmeiriluti
og landsstýri skulu virka og
berjast fyri at bjarga før-
oyska vælferðarsamfelagn-
um, ið hevur ávirkan á lívið
og gerandisdagin hjá øllum
føroyingum.
Tí verður árið 2002 eitt
serligt og og eitt sera týdn-
ingarmikið ár.
At enda vil eg ynskja øll-
um føroyingum gott nýggj-
ár og Harrans signing í
komandi ári !
Tíðin er komin at rætta kósina!
Árið 2001 gjørdist eitt sera hendingaríkt ár
Tað hevur stóran
týdning at stevið
millum handverkarar
og meistarar verður
betur í nýggja árinum
NÝGGJÁRSGREIN
Poul Øregaard formaður í
Føroya Handverkarafelag
Sáttmálin ímillum Føroya
Handverkarafelag og Før-
oya Handverksmeistarafel-
ag gekk út í oktobur 2001,
vit valdu at samráðast sam-
an við Landsfelag Hand-
verkaranna, tað gekk sera
trupult at samráðast.
Semingsmenn
komu
uppí, og semja varð undir-
skrivað.
Tá ið lønartalva skuldi
skrivast,
vildi
Føroya
Handverksmeistarafelag
ikki góðtaka lønarhækking-
ina fyri allar lønarbólkar, ið
standa í sáttmálanum. Ein
nevnd er sett sambart grein
36 í sáttmálanum til at
loysa málið.
Tað, ið hevur stóran
týdning fyri okkum er, at
hesi viðurskifti koma uppá
pláss, og at stevið ímillum
okkum og Føroya Hand-
verksmeistarafelag verður
betur í komandi ári. Tað
vísir seg at vera sera óhepp-
ið, at sami persónur er for-
maður í Føroya Arbeiðs-
gevarafelag
og
Føroya
Handverksmeistarafelag.
Betri stev ynskist
Í 2001 tóku Skála og
Runavíkar Kommun-
ur eitt sera stórt og
tíðandi stig sum
kemur at styrka hesar
kommunur og helst
allan fjørðin. At
kommunurnar leggja
saman skal koma tí
vanliga borgarnum til
góðar eitt nú við fleiri
og betri tænastum
NÝGGJÁRSGREIN
Rodmund Nielsen,
býráðsformaður
Fyrst í februar í 2001 tóku
oljufeløgini avgerð um at
Runavík skuldi verða út-
gerðarhavn.
Vinnulívið og feløg í
Eysturoynni skipaði seg
fyri nøkrum árum síðani í
felagið Atlantic Supply
Base, ASB hettar fyri at
standa saman um hesa
nýggja vinnu og ikki kann
sigast annað enn at tað
hepnaðist.
Runavík hevur í 2001
verið útgerðarhavn og hava
oljufeløgini verið væl nøgd
við tær tænastur tey hava
fingið í Runavík. Hettar
fyrsta árið hevur verið sera
spennandi og mennandi
fyri vinnuna í Eysturoynni
og sum so fyri allar Før-
oyar.
Tað at gera seg til reiðar
at taka ímóti eini slíkari
nýggjari vinnu er krevj-
andi. Tað krevur nógvar
fyrireikingar
og
hava
fyritøkurnar klára seg sera
væl og eiga hesar fyritøkur
stórt rós uppiborið.
Tað at fyritøkur taka seg í
feløg fyri at brynja seg til
stórar
avbjóðingar
í
komandi tíð er av sera
stórum tíðningi, her er
neyðugt at draga eina og
somu línu skal land og fólk
fáa so nógv sum møguligt
burtur úr hesi nýggju
vinnu. Frá kommunalari
síðu verður fyrireika seg til
komandi
árini
so
at
karmarnir hjá verandi og
komandi vinnu verða so
góðir sum møguligt. Hevur
vinnan góðar karmar vita
øll, at so hevur samfelag
okkara tað eisini gott.
Í 2001 tóku Skála og
Runavíkar Kommunur eitt
sera stórt og tíðandi stig
sum kemur at styrka hesar
kommunur og helst allan
fjørðin.
At kommunurnar leggja
saman skal koma tí vanliga
borgarnum til góðar eitt nú
við fleiri og betri tænastum.
Hesar kommunur eru
ikki ólíkar, báðar komm-
unurnar er væl útbygdar og
hava tær eisini tað til felags
at tær hava eitt sunt vinnu-
lív sum fevnur um flest
allar vinnugreinar.
Tað
at
kommmunalu
eindirnar verða størri kem-
ur helst tey komandi árini
av sær sjálvum. Eitt av
endamálinum
við
eini
samanlegging er at at
menna økini so at menning
og trivnaður verður í øllum
pørtum av landi okkara.
Kommunurnar
báðar
skrivaðu undir sáttmála um
samanlegging í september í
2001 hesin sáttmáli fær
endaligt gildi í 2005 tá ið
eitt felags valt býráð kemur
at hava ábyrdina av saman-
løgdu kommununi.
Kommunurnar Skála og
Runavík fara frá 2002 at
arbeiða sera tætt saman, á
teimum ymiskum økjum at
byrja við serliga á tí
tekniskaøkinum eitt nú við
at gerða nýggjar verk-
ætlanir.
Tøkk fyri árið 2001
serliga til borgararnar á
Skála og Runavík fyri
dyggan stuðul í sambandi
við samanleggingina av
kommununum við ynskið
um eitt gott nýggjár.
Skála og Runavík tikið eitt stórt stig
Prísstøðið á rekjum
er komið so langt
niður, at raksturin hjá
føroysku rekjutrol-
arnum hongur ikki
saman, og sum
útlitini eru, fær hesin
fjarflotin trupulleikar
við at koma ígjøgnum
hesi ringu ár, og kann
tað verða ov leingi at
biða eftir betri tíðum
NÝGGJÁRSGREIN
Hans Johnnes á Brúgv, stjóri
á Føroya Fiskasølu
Føroya Fiskasølan arbeiðir
á nógvum marknaðum og
eisini
við
nógvum
fiskasløgum. Marknaðurin
fyri rekjur hevur verið javnt
viknandi ígjøgnum fleiri
tey seinastu árini. Føroyski
rækjuflotin hevur havt tað
tungt í fleiri ár og hetta
árið, sum er farið, var
uppaftur verri. Nøgdin
sum føroysku skipini hava
fiskað er á leið tann sama
sum undanfarin ár, men
prísstøðið er bara fallið og
fellur framvegis. Vanliga
verður rekjan býtt sundur í
ídnaðarrekjur
(sekkja-
rekjur), kókaðar rekjur og
Japanrekjur.
Ídnaðar-rekjur
Prísstøðið á ídnaðarrekjum
var komið heilt niður á botn
í summar, men hevur
hækka fleiri krónur í heyst,
soleiðis at prísstøði ídag er
uml. 10,00 kr/kg. Ein av
orsøkunum til at prísstøðið
hækkaði í heyst var, at í
juli góvust Kanadiumenn at
fiska rækjur (inshore) eitt
sokallað verkfall um prís, tí
tað lønti seg ikki at fiska
rekjur. At kanadiu menn
steðgaðu og eisini at norsk
og íslends rekjuskip fóru at
fiska annað fiskaslag, førdi
við sær at útboðið av ídn-
aðarrækjum minkaði mun-
andi.
Sjálvt um prísstøðið er
hækkað fyri ídnaðarrekjur,
so eru útlitini vánalig.
Orsakað av at marknaðurin
fyri kókaðar rekjur er sera
vánaligur, framleiða skipini
størri nøgdir av ídnaðar-
rekjum enn vanligt. Úr-
slitið av hesum verður at
útboðið av ídnaðar rekjum
veksur og tryst kemur á
prísin á ídnaðarrekjum í
2002.
Kókaðar rekjur
Marknaðurin fyri kókaðar
rækjur er sera vánaligur, og
prísstøðið seinasta ári er
fallið við 25-30% og fellur
enn. Hesar rekjur verða
vanliga seldar í Europa og
Fjareysturi. Ein av or-
søkunum til prísfallið er, at
alingin av kineskum rekj-
um er komin fyri seg,
aftaná at at hava havt
trupuleikar við sjúku, og
væntandi
koma
uml.
100.000 tons meiri av
aldum rekjum inn á mark-
naðinum
í
Kina,
enn
undanfarin ár. Marknaðurin
í Kina, sum keypir uml
35.000 tons av kókaðum
kaltvatns rekjum árliga,
hevur stórt sæð ligið í eini
bíðistøðu fram til dagin í
dag. Hetta førir við sær at
goymslurar í europa og
canada hópa seg upp og at
trysti
á
prísin
verður
øðiligt.
Prísstøðið sera er lágt, og
sum útlitini eru í Kina í
dag, fer prísurin neyvan at
hækkað. Stutt kann nevn-
ast at í dag fáa skipini uml
8 kr/kg minni fyri stórar
kókaðar rekjur, enn tey
fingu fyri somu rekjur fyri
bert einum ári síðan.
Japan rekjur
Tær av Føroyingum so væl
kendu “Japan Rekjurnar”
sum í sínari tíð vóru “gull”
verdar eru eisini falnar
niður í eitt sera lágt prís-
støði. Orsøkin til lágu
prísirnar á “Japan rækjum”
er vánaligi búðskapurin í
Japan og kappingin við
rekjurnar sum russar fiska í
Okhotskahavinum, ið verða
seldar bíliga til Japan.
Prísirnir fyri “Japan rekj-
ur”eru lækkaðir sera nógv.
Sammeta vit prísirnar í fjør
og í ár, so er prísmunurin
uml. Kr. 23,- minni fyri
kilo fyri støddina 50/70 í ár.
Prísstøðið á rekjum er
komið so langt niður, at
raksturin
hjá
Føroysku
rekjutrolarnum hongur ikki
saman og sum útlitini eru,
fær hesin fjarflotin trupul-
leikar við at koma ígjøg-
num hesi ringu ár og kann
tað verða ov leingi at biða
eftir betri tíðum.
Rekjumarknaðurin
C
M
Y
K
19
18