Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. januar 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 1 - 3. januar 2002 Nr. 1 - 3. januar 2002 21 Við verandi gongd, við øktum inntøkum, minkandi skuld, vaksandi fólkatali og tá ið vit øll bróta upp ermar, er tað eingin ivi um at framtíðin fyri Tvøroyri og borgarar tess er bjørt NÝGGJÁRSGREIN Finnleif Guttesen, borgarstjóri Tað, ið hevur stóran týdn- ing fyri kommununa og borgarnar, sum búgva her er lániavtalan um aftur- rindan av kommunu- skuldini. Hendan avtala, sum er galdandi í 5 ár frá november 2000 førir við sær, at skuldin minkar við umleið 10 mill. um ári, so um 4 ár er skuldin komin niður á 1,5 álíkning, tað er 65 mill. Avtalan hevur tað avleið- ing við sær, at tann fíggj- arliga orkan hjá komm- ununi er avmarka og kann tað sjálvsagt síggjast aftur ymsa staðni í kommununi. Men borgarnir skilja hetta og flest allir taka eisini undir við hesari avtalu, sjálvt um tað kann verað við ringun tannabiti, tí teir skilja og vita hvussu um- ráðandi tað er, at koma burtur úr hesari køvandi lánibyruni hjá kommununi. Hóast kommunuskuld, so er inntøkan vaksandi hjá borgaranum og somuleiðis økist fólka- og barnatalið, øll hesi tekin vísa, at tað er framgongd í kommununi og kunnu vit bert gleðast um hettar. Skattskyldug inntøkan er mett at vaksa frá 213 mill í 2001 til 227 mill í 2002, borgarnir fáa 29 mill í botnfrádrátti í kommunu- skattinum,barnatali er mett at økjast frá 450 í 2001 til 485 og barnafamiljur fáa umleið 1,5 mill í frádrátti í kommunuskattinum. Hvar fara skattakrónurnar Umframt avdráttir, rentur, íløgur og vanligt viðlíka- hald, rindar kommunan løn til umleið 100 fólk, um- rokna í fulltíðarstørv er tað 60-65 fólk og eru tey í barnaansing, barnatann- røkt, vaskifólk, umsjón- arfólk, arbeiðsmenn, um- siting og ymiskar nevndir. Almanna og heilsuskúli Avgerðin um at Almanna og Heilsuskúlin skuldi liggja á Tvøroyri bleiv tikin av verandi politiska mynd- ugleikanum, men fíggjar- liga gjørdi hesin myndug- leiki einki fyri at fáa hendan skúlan upp at standa, hetta mátti komm- unan gera av sínum ein- tingum. Eitt er heilt sikkurt, eingin skúli hevði verði á Tvøroyri um kommunan ikki hevði tikið um endan og fíggja alla umbygging av hølum til skúlan. Vatn Vatnleiðing við stikleið- ingum og brannpostum er løgd yvir til Drelnes og somuleiðis eru fundament til el-steyrar settir niður á strekkinum. At tað manglar nógv á hesum øki vita vit øll og tað kemur eisini at taka eina góða løtu, áðrenn øll húski hava fingið reinsa vatn. Havnaøki og samferðsluhavn À havnaøkinum er útfylt fyri at hjálpa uppá pláss- mangul, men her manglar nógv enn og verður tað arbeitt víðari komandi ár við at fáa størri havnaøki. Somuleiðis blíva bátahy- larnir betur útgjørdir við vatn og el-skápum og annað neyðugt viðlíkahald verður eisini gjørt komandi ár. Nýggja samferðsluhavn- in á Trongisvágsfyrði, sum er fyri allar suðringar, hoyra vit ikki nógv um, men kommunan fer at gera alt, sum er neyðugt fyri at samferðsluhavnin skal verða liðug, tá ið nýggjur Smyril fer at sigla til Suðuroy. At samferðsluhavnin og Smyril verða liðug samtíðis má verða ein sjálvfylgja, tí eingin suðringur, sum vil hava betri og stytri sigl- ingartíð kann góðtaka naka annað. Umhvørvi At tað gongur gott í sam- felagnum er økta burtur- kastið tekin um, hetta er eisini galdandi her í kommununi og er rokn- ingin fyri at beina burtur- kast burtur komin upp ímóti 3 mill.. Tí er tað umráðandi, at kommunan og borgarnir fara at hugsa meira uppá umhvørvi, herundir endur- nýtslu av øllum slag. Vegir Her er avsett 1,6 mill, har tann stóri parturin fer til viðlíkahald, størri asfal- teringar eru ikki planlagdar og tað er avsett 100.000 til liðugtgerð av gongubreyt á nýggja veg. Skúlin Á skúlaøkinum er tað brúkt umleið 1 mill til viðlika- hald í ár, tað mesta uppá skifting av tekju á gamla skúlanum á Tvøroyri. Ætlanin er at fara í holt við tekjuna á skúlanum í Trongisvági komandi ár, somuleiðis er tað avsettur peningur til skifting av ventilatiónini í svimjihøll- ini. Ítróttur Á ítróttarøkinum er avsett til umvæling av fótbólts- vølli, ítróttarhøll og stuðul til ymisk feløg, hetta eru økir, sum kunna menna okkara ungdóm og gera trivnaðin betri í býnum. Somuleiðis skulu vit stuðla teimum, sum ikki eru áhugaði í ítrótti. Kirkjugarður Kirkjugarðurin skal víðk- ast, lendi er keypt og verður fari undir hetta arbeiði í 2002. Mentanarstevna Í august 2002 er ætlanin at hava eina norðurlendska stevnu á Tvøroyri og ætlar kommunan at stuðla hesum fíggjarliga. Viðalundin Ætlanin er at seta eitt fólk partvís, til at røkja viðar- lundina í samstarvi við skógrøkt landsins. Barnaansing Barnaansingin á Tvøroyri er væl fyri, við barnagarði, dagrøkt og frítíðarskúla, hetta er ein útreiðsla uppá 5 mill hjá kommununi. Hendan útreiðsla er givin gott út, tí foreldur kunna fara út og arbeiða, meðan børnini verða passa og samtíðis vita tilflytarar, at tey kunnu fáa børnini passa so leingi dagrøktarmamm- ur eru tøkar. Ein útreiðsla, sum kommunan yvirtekur frá 1.januar 2002 er frípláss á barnaansingarøkinum, hetta verður ein útreiðsla uppá umleið kr. 250.000,-. Ymiskt Á fíggjarætlanini fyri 2002 er tað avsettur pen- ingur til byrjan av eldra- sambýli, næmingaheimi, almennum wc, høli til pri- vatan tannlækna og onnur mál. Við verandi gongd, við øktum inntøkum, minkandi skuld, vaksandi fólkatali og tá ið vit øll bróta upp ermar, er tað eingin ivi um at framtíðin fyri Tvøroyri og borgarar tess er bjørt. Við øktum inntøkum, øktum fólkatali og minkandi skuld er framtíðin bjørt Nú olja er funnin undir Føroyum í “stórum nøgdum”, fer hetta at hava positiva ávirkan á búskapin, og verður ár 2002 vónandi enn eitt ár, har framburðurin, við vaksandi inn- tøkum, heldur áfram NÝGGJÁRSGREIN Jacob Vestergaard, formaður Føroya Kommunufelag er landsfelagið hjá komm- ununum. Ein kommuna er ein kommuna, uttan mun til støddina, á sama hátt sum eitt ríki er eitt ríki, uttan mun til støddina. Kommunufelagið hevur altíð arbeitt fyri felags áhugamálum hjá komm- ununum, hóast tað ofta er trupult at finna ein felags- nevnara, tí kommunurnar ikki allar eru í somu støðu. Áskoðanin hjá felagnum hevur altíð verið, at komm- unurnar mugu royna at koma til eina semju í einum felag, har kommunurnar standa á jøvnum føti. Ár 2001, fyrsta árið í 21. øld, er komið at enda. Hetta er samstundis fyrsta árið, sum kommunurnar hava stýrt eftir nýggju komm- unustýrislógini. Við nýggju kommunustýrislógini eru ymisk viðurskiftir, sum seta størri krøv til komm- unustýrið, enn tað sum var frammanundan. Eitt nú verða sett størri krøv til kunning um tað sum fyriferst í kommunustýr- inum. Hetta er bara gott, tí soleiðis veir borgarin hvat fyrigongur og hvat hansara skattapengar fara til. Kommunustýrini hava víst stóran áhuga í at halda krøvini í lógini, og felagið hevur so stuðlað undir við at halda skeið og tjakfundir, viðurskiftunum viðvíkj- andi. Eisini er eftirlitið við kommununum vorðið meira effektivt enn áður, og er tað so eisini við til at lyfta støðið. Kommunurnar hava leingi trýst á at fáa um- sitingarøkir løgd út til kommunurnar, tí økini kosta tað sama uttan mun til um landið ella komm- unurnar reka tey. Einasti munur er, at átaka komm- unurnar sær raksturin, so vita tær eisini hvat tað kostar og eru noyddar til at laga seg eftir viðurskift- unum. Kravið til kommunurnar er, at skulu tær yvirliva, mugu tær átaka sær upp- gávur, tí tað ber ikki til at innkrevja skatt, uttan at hava útreiðslur, sum skatt- urin skal brúkast til. Fíggjarætlanin skal verða bundin 100% til uppgávur, sum tæna borgarunum í kommununi. Uppgávan hjá kommununi er at loysa uppgávuna so forsvarliga og so bíliga sum gjørligt, umframt at leggja dent á tað sum tænir borgaranum best. Kommunurnar krevja, at neyðugi peningurin fylgir við, tá umsitingarøkir verða løgd út til kommunurnar, og at kommunurnar, í mest møguligan mun, fáa rása- rúm til at laga laga um- sitingina og loysa uppgáv- urnar eftir egnum tørvi og viðurskiftum. Kommunan er tann um- sitingarmynduleikin sum veit best um øll viðurskiftir í kommununi, og eigur tað tí at verða kommunan á staðnum, sum hevur besta førleikan til at loysa uppgávurnar. Kommun- urnar eru sinnaðar at fáa umsitingarliga førleikan upp á tað neyðuga støði, og vóna, at arbeiði við at gera greiðari skilnað millum land og kommunur heldur áfram, og at ár 2002 verður árið, tá enn fleiri uppgávur verða loystar av komm- ununum. Hetta landsstýri er uttan yva tað sum hevur gjøt mest av at leggja uppgávur út á kommunurnar. Stuð- ulsveitingarnar eru stórt sæð burtur, nú eru tað kommunurnar, sum gjalda stuðul til landið. Kommunurnar eru fúsar til at reka ein ábyrgdafullan fíggjarpolitikk. Hetta sæst týðuliga av teimum hagtøl- um, sum nú koma fram. Kommunurnar hava mink- að um skuldina í stórum, og eru nú um at koma niður á málið, um at skuldin ikki skal verða meir enn 1 álíkning. Nú olja er funnin undir Føroyum í “stórum nøgd- um”, fer hetta at hava positiva ávirkan á bú- skapin, og verður ár 2002 vónandi enn eitt ár, har framburðurin, við vaksandi inntøkum, heldur áfram. Hetta er samstundis ein av størstu avbjóðingunum fyri kommunurnar, eins og øll onnur, tí ein komandi oljuvinna fer at hava stórar broytingar við sær. Kommunurnar hava fyrireika seg til at taka ímóti avbjóðingunum, og hyggja við spenningi fram ímóti, hvat komandi árið fer at bjóða teimum. Við ynskjum um eitt at Harranum vælsignað nýggjár. Oljuvinnan – ein av størsta avbjóðingunum fyri kommunurnar Tað er harmiligt, at fleiri av okkara lands- politikkarum ikki skilja, at Føroyar ikki verða ríkari, men heldur fátækari, um høvuðsstaðurin ikki hevur tað gott NÝGGJÁRSGREIN Jan Christiansen, borgarstjóri Eitt ár gongur skjótt. Òtrú- liga skjótt. Tað er, sum tíðin fýkur avstað, tá tú hugsar um, at eitt ár longu er farið, síðani hetta býráðið tók við. Í samfelagnum er eisini skjótt hvønn vegin. Búskaparligi aldudalurin, Føroyar vóru í, er farin aftur um bak. Fíggjarliga gongur nú framá við somu ferð sum tíðin sjálv. Fyri knøppum tíggju árum síðani var land okkara á húsagangi. Ikki var hugs- ingur um at brúka pening til nakað, sum ikki var lívs- neyðugt. Kommunur og land mátti bara hyggja at, meðan mangt, sum var bygt upp, spakuliga varð slitið niður. Ráð vóru ikki til at halda bygningar, vegir og annað viðlíka. Nú er tíbetur vent í hol- uni. Inntøkur til land og kommunur eru vaksandi, og arbeiði er mestsum til allar hendur. Onkur vil halda, at bú- skaparferðin er í so stór. Vit hóma 80´ini aftur, og røddir eru frammi um at halda aftur. Landið og komm- unurnar hava fingið eitt fíggjarligt loft at halda seg undir, so tey ikki seta ov nógv arbeiði í gongd. Tað er skilagott! Tá tað gongur væl hjá vinnuni, eigur tað almenna ikki at seta ov nógv í gongd, men heldur royna at halda aftur, til tann tíðin kemur, tá tað ikki gongur so væl hjá tí privata. Men kommunurnar eru ein spegilsmynd av sam- felagnum. Er gongd í sam- felagnum, er trýstið á kommunurnar hareftir. Taka vit Tórshavnar Kommunu sum dømi, kunnu vit politikkarar ikki bara síta kúrrir og hyggja at, hvussu trýstið á komm- ununa bara økist. Vinnuni tørvar fólk, og tað ger, at fólkatalið í býnum veksur. Vit mugu fáa bústaðir til vega eins væl og barna- garðar, skúlar og heim til eldri. Vegakervið má nútíðargerast, so skil er í ferðsluni. Sum ongantíð fyrr verður farmur førdur sjóvegis til og frá, og tað krevur, at havnaløgini mugu byggjast út. Osfr. osfr. Løgtingsval stendur fyri durum. Tú sært, hvussu hart tað leikar á monnum og kvinnum at verða vald aftur at stjórna landinum. Nú verður leiftrað og hjúklað um egið valdømi við vónini um, at tað skal geva atkvøður. Vit hava tí- verri sæð, hvussu lands- stýrismenn hava flutt væl- virkandi stovnar úr Havn til egið valdømi í teirri vón, at teirra politiski sessur so er tryggjaður næstu fýra árini. Somuleiðis hava vit verið vitni til, at lands-stýris- maðurin við íbúðarmálum beinleiðis hevur sagt, at hann ikki vil rætta hond frá síðu fyri at bøta um íbúðartrupulleikan í høv- uðsstaðnum. Tað er harmi- ligt, at fleiri av okkara landspolitikkarum ikki skilja, at Føroyar ikki verða ríkari, men heldur fátækari, um høvuðsstaðurin ikki hevur tað gott. Við einum sterkum høvuðsstaði hava vit einar sterkar Føroyar. Umráðandi er, at arbeiði er til allar hendur, og Býráðið hevur valt at legga dentin á, at vinnan hevur góð kor at virka undir. Nógv størsta íløgan, kommunan hevur gjørt í árinum, er útbyggingin av havnini í Kollafirði. • Havnalagið er víðkað, og atløgubryggja er gjørd, so at nýggja uppi- sjóvarvirkið kundi gerast veruleiki. Sjálvt um íløgan í Kollafirði fór við helminginum av íløgu- karminum hjá komm- ununi, er nógv gjørt í býnum. • T.d. er barnagarðurin í Øksnagerði tikin í nýtslu, og dagstovnurin hjá Før- oya Tele er um at verða klárur at taka móti børn- um. Fari verður undir at byggja tveir nýggar barnaansingarstovnar til 120 børn eins og onnur tiltøk verða gjørd fyri at hjálpa um ansingartørvin av børnum. • Vegakervið er útbygt. Serliga ringvegurin hvur verið sera kostnaðar- mikil. Ferðslutrygdin er altíð í huganum, og breiðkingin av hospitals- svinginum er eitt dømi um hetta. • Trivnaðurin og frítíðin hava somuleiðis fingið eitt sindur av køkuni, og nýggj ítróttahøll er bygd í Hoyvík. Skúlarnir skulu allir hava ábøtur ella byggjast út. Tað arbeiðið er byrjað við at Heimari skúli og Hoyvíkar skúli eru útbygdir. • Útstykkingar til íbúðar- bygging og sethúsabygg- ing eru gjørdar, og skjótt standa 175 nýggj sethús í Hoyvíkshaganum eins og líka nógvar íbúðir, sum privatar byggifyriritøkur lata gera í býnum. Kommunan heldur fram við at gjalda niður skuldina, og megnaðu vit at gjalda gott 40 mió. av skuldini í 2001, so netto lánibyrðan nú íalt er komin niður á 220 mió. kr., sum svarar til áleið eina hálva skattaálíkning. Rom varð ikki bygdur eftir einum degi, og Tórs- havn ikki eftir einum ári. Nógv stendur fyri framm- an, og ríkiligt er at tríva í í komandi ári. Umhvørvið eigur at verða raðfest høgt. Nevnast kann, at eftir nýggár verður nýggj umhvørvisdeild sett á stovn í kommununi. Kollafjørður gjørdist partur av kommununi við ársbyrjan, og Tórshavnar Kommuna er nú ikki bert fólkaríkasta kommuna í landinum við 18.000 íbúgvum, men eisini størsta kommunan til um- máls. Við samanleggingini vaks kommunan frá 78,5 km2 til 117 km2. At enda vil eg nýta høvi at takka býráðslimum og starvsfólki og øllum tykk- um, ið hava gjørt tykkara til at gera kommununa enn betri at virka og liva í. Gott Nýggjár ! Við einum sterkum høvuðsstaði hava vit einar sterkar Føroyar C M Y K 21 20