Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. mars 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Rákið – mars '10 Franskar! Hvat er tað? Tað, sum vit rópa franskar negl er, tá ið neglin er hvít úti á endanum, og restin av neglini hevur natúrligan lit. Nógv velja at stíla neglirnar hjá ser frøðingum, sum seta eftirgjørdu negl ir nar á, og byggja tær upp, so tað ikki sæst, hvar natúrliga neglin endar og tann eftirgjørda tekur við. Men tú kanst eisini keypa tilfar til at gera franskar negl við í handlinum, og tað eru fleiri ymisk sløg og hættir at velja millum. Tað veldst um øll neglin skal vera eftirgjørd, um bara ein partur skal vera eftirgjørd, ella um tú velur at mála neglaspíssin hvítan. Ongin reingerð Maria Vilhelmsen, sum er vakur leika­ serfrøðingur, fílist á, at handils neglirnar hava onki tilfar at reinsa neglirnar við. – Tað er sera týdningarmikið, at neglin er rein, tá neglirnar verða settar á. Annars er vandi fyri, at svampur og annar skittur fær festi í neglini, sigur Maria, sum leggur afturat, at kvinnur í øllum aldri koma til hennara at fáa franskar negl. Eisini hevur onkur maður fingið eftirgjørdar negl, sum er ein góður máti at gevast at bíta negl, tí eftirgjørda neglin er so hørð, at tað er ógjørdligt at bíta hana. Og so fær natúrliga neglin frið at veksa út. Sjálv hevur Maria brúnt neglalakk við blómumynstri á. Hon greiðir frá, at sterkir litir eru inn í løtuni, og at alt fleiri velja bert at mála neglaspíssin. Professionellar franskar negl, har øll neglin er eftirgjørd við gelé, halda í einar tríggjar mánaðir. Men tað er neyð ugt at leggja leiðina framvið salongini av og á, fyri at fylla meira gelé í niðri við neglarótini, tí natúrliga neglin veksur sjálvandi út. Føroyskar kvinnur gera alt ov lítið við sínar negl. Tað sigur vakurleika serfrøð­ ingurin Maria Vilhelmsen, sum bjóðar útbúgving í neglastíling. Vit á Rákinum settu okkum fyri at læra at gera franskar negl – og tú mást gjarna lúra Franskar negl til føroyskar frúur Soleiðis gjørdi Maria mínar negl: • Fyrst klippir, fílar og reinsar hon neglirnar. Eisini trýstir hon negla bondini aftur. • Fyri at eftirgjørdu neglin skal festa betri, fílar hon ovasta lagið á neglini burtur. • Síðani límar hon neglirnar á, klippir tær til og fílar tær javnar við einari elektriskari fíl. • Síðani smyr hon ymiskt á, sum skal fyrireika neglina til geléið, sum skal byggja neglina upp. Fyri at løgini skulu stadna, verður hondin løgd undir ultra violett ljós av og á. • At enda leggur hon eitt petti av gelé á neglina og javnar tað út, so yvir gangurin millum eftirgjørdu neglina og naturligu neglina verður ósjónlig. • Viðgerðin tók umleið hálvan annan tíma, og ongantíð áður havi eg havt so vakrar negl. Lagt til rættis: Inna Törnroos • Myndir: Álvur Haraldsen, Jens Kristian Vang og Istock