Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-19, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. mars 2010síða 47

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Svipp-omelettir 3 egg 3 spsk. av vatni Fylla úr køliskápinum Omelet er genialt til morgunmat, tí tú brúkar bara tað, tú eigur inni og so hugflogið. Sker fylluna í heilt smáar bitar. Til dømis piparfrukt, tomat, soppar, leyk, várleyk, bacon og urtir. Ríva eisini eitt nakað av osti niður. Við einum gafli pískar tú fyllu og ost saman við eggunum. Krydda við onkrum tær dámar, til dømis basilikum, orgegano, timian ella kryddblandi. Koyr nakrar spísiskeiðir av olju á pannuna og hita væl. Ikki spara upp á oljuna. Skeiða eggjabland á pannuna, á stødd við ein undirkopp. Tá omolettin er pent brankað, vendir tú henni, og steikir hana lidna. Legg hana yvir á eitt fat, og halt fram at baka smáar omelettir, til eggjablandið er uppi – sum við amerikanskum pannukøkum. Tú kanst eisini velja at gera størri omelettir og so leggja tær í hálvmánar við onkrum góðum ímillum, til dømis rivnan ost, bacon og urtir. Sunnumorgun- bollar Leygarkvøld ½ dl av køldum vatni 2 tsk av salti ¼ pk av pressuger 675 gr av hveitimjøli Blanda tilfarið saman og skeiða tað upp á bakipappír á eini bakiplátu. Legg film út yvir og set plátuna í køliskápi um náttina. 100-200 gr av hveitimjølinum kann skiftast út við Durum ella grovari mjøli. Tú kanst eisini koyra sóljukjarnur ella aðrar kjarnur í deiggið. Sunnumorgun Tak filmin av bollunum og set plátuna mitt í ovnin. Set hann á 225 stig. Baka bollarnar í 25 minuttir, ella til teir síggja góðir út. Dekka so borðið og far inn og vak konuna við einum mussi! French Toast Ljóst breyð 5 egg 1/2 litur av mjólk 1 spk. av kaneli Smelta smør á pannuni. Blanda egg, mjølk og kanel. Vend breyðið í blandið og steik tað á pannuni, til tað verður gylt. Borðreið við Ahorn siroppi. 47 Rákið – mars '10