Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. mars 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 56 - 22. mars 2010 Eingin veit at siga, hví »Bládýpið« hjá Tróndi Patursson stóð op ið uttan eftirlit í fleiri dagar í farnu viku. – Vit hava ikki ábyrgd av bingjuni, stað festi stjórin á Lista savninum Helgi Fossa dal, beint áðrenn eitt av starvs­ fólkunum á savninum tók ábyrgd av at seta nýtt heingilás á bingjuna Mentan Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Í farnu viku frættist, at lista­ verkið »Bládýpið« hjá Tróndi Patursson hevði staðið opið í fleiri dagar, har tað stendur á parker­ ings økinum hjá Listasavn­ inum. Á Listasavninum vóru starvsfólkini greið yvir, at bingjan var ólæst, men tey vistu ikki at siga, hvør hevði latið hana upp og vístu annars til Trónd Patursson. Tróndur Patursson bleiv sera skakkur av at hoyra, at listaverkið hevði staðið ólæst, uttan at nakar helt eyga við tí. ­ Sum sagt, so havi eg ongar lyklar til »Bládýpið«, tí eg havi latið stjóranum á Listasavninum teir. Men tað ber ikki til at verkið stendur opið uttan eftirlit, so hatta má eg fara at kanna nærri, segði Tróndur Patursson. Eftir at Sosialurin hevði spurt um málið, bar eitt av starvsfólkunum á Lista­ savn inum tó skjótt at og setti eitt spildurnýtt heingi­ lás á bingjuna, sum sostatt nú aftur er stongd. Ivi um ábyrgd Tróndur Paturson er tó ikki heilt tryggur við støðuna og undrast framvegis á, hvussu tað ber til, at »Bládýpið« knappliga stendur opið uttan at nakar eftir øllum at døma tekur sær ábyrgd av verkinum. Sum áður nevnt her í blað num, er tað Helgi Fossa dal, sum upprunaliga tók avgerð um at stongja bingjuna fyri vitjandi. Tí ringdu vit til hansara at spyrja, um hann var greiður yvir, at tað hevur borið til at ganga inn og út úr bingjuni í síðstu viku – Tú. Eg eri burturstaddur. Tað var eg ikki greiðir yvir. Men havi hoyrt, at hon hevur verið opin. Hvussu ber tað til, at bingjan er opin? – Tað veit eg ikki. Hvør hevur latið bingjuna upp? – Eg veit ikki. Hvør hevur ábyrgdina, um onkur fær skaða í bingj­ uni ella herverk verður gjørt á hana? – Vit eiga ikki bingjuna. Listasavnið hevur ikki ábyrgdina av henni, segði ein fámæltur Helgi Fossa­ dal. Hesum er formaðurin í stýrinum fyri Listasavn ið, Martin Næs tó ikki samdur í. Í eitt nú mentanar send­ ingini Refleksjón herfyri staðfesti stýrisformaðurin, at: ­ Tá ið bingjan hevur staðið á økinum í út við 14 ár, so má Listasavnið kenna ábyrgd av verkinum og tað er út frá tí, vit arbeiða. Um ætlaninar hjá stýrin­ um fara at broyta støðuna hjá Helga Fossadal ber tó ikki til at fáa greiðu á Heldur tú framvegis, at bingjan skal av økinum hjá Listasavninum? – Eg úttali meg ikki bingjuna. Hatta er eitt mál sum verður viðgjørt í stýri­ num, sigur Helgi Fossadal. Væl umtókt til myndatøku Tróndur Patursson dugir sum sagt ikki at siga, hví bingjan hevur staðið opin í fleiri dagar. Hann vísir tó á, at hann javnan fær fyri­ spurningar frá fólki, sum ynskja at sleppa inn at síggja bingjuna. Og serliga í seinastuni hevur áhugin fyri at sleppa inn í bingjuna at taka brúdleyps­ og kon­ firmatiónsmyndir verið stórur. Tróndur Patursson greiðir frá, at eisini í síðstu viku ringdi ein dáma til hansara og spurdi, um tey kundu sleppa at taka kon­ firmatiónsmyndir inni í »Bládýpinum«. ­ Eg segði sum var, at eg havi ongar lyklar og bað hana spyrja tey á Lista savn­ inum. Men tað hevði hon longu gjørt, og tey søgdu seg ongar lyklar hava. Seinni havi eg so sæð onkrar brúd leypsmyndir, sum eru tiknar inni í »Blá­ dýpinum«, so onkur má hava latið upp kortini, sigur Tróndur Pat ursson, sum heldur alt hetta vera sera løgið. Mystikkur kring bingjuna Hundur fann 132 kilo av hasji í lastbili Ein 28 ára gamal lastbilaførari er fongslaður í fýra vikur, tí hann er ákærdur fyri at hava tikið 132 kilo av hasji ólógliga til Danmarkar úr Týsklandi. Evnið varð funnið, tá markløgreglan kannaðu bilar á ferjuleguni í Rødbyhavn. Hetta var kortini ikki í einasta lastbilinum at hash varð funnið. Fleiri aðrir upplivdu tað sama, at hasjhundurin snoddaði seg fram til evnið. Nú kemur Tróndur í Gøtu Umsíðir er líkt til at tann nýggi “Tróndur í Gøtu” hjá Varðanum í Gøtu sleppur til fiskiskap. Hann hevur nú verið royndartúr, og sum skilst kann reiðarí’ið yvirtaka hann í dag, mánadag. Síðani verður kósin sett ímóti heimstaðnum, Gøta. Ymiskir trupulleikar hava gjørt sítt til at skipið er vorðið seinkað nakað. Men nú vóna menn, at teir kunnu sleppa til fiskiskap aftur sum skjótast. Spildurnýtt heingilás er nú sett á »Bládýpið«, men tað er enn ein gáta, hvør tók gamla lásið av Mynd: Álvur Haraldsen