Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. mars 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 56 - 22. mars 2010 Til Føroya at uppliva eina løtu Tóku gamlan kolkomfýr Sunnunáttina var herverk framt við eini hús í Skopun. Her hevði eitt húski fingið hendur á einum kolkomfýri. Kolkomfýrurin stóð annars í garðinum kvøldið fyri, men sunnumorgunin fekk løgreglan boð um, at hann ikki stóð har longur. Kolkomfýrurin var nú rullaður út á vegin - og brotin. Hvat ætlanin var við hesum herverkinum og hvør hevur gjørt tað, verður einki sagt um. Av Politistøðini í Havn verður bara upplýst, at málið verður kannað. Hjartasjúklingar gevast ov skjótt at arbeiða Fólk sum fáa hjartasjúkur, sum t.d. blóðtøpp í hjartað, koma sjáldan aftur á arbeiðspláss sítt. Hetta hendir eisini fyri fólk í bestu árum, t.d. slík ið eru júst farin um tey fimmti. Hetta er sera kostnaðarmikið fyri samfelagið, skrivar videnskab.dk. Ein kanning er gjørd millum 300 hjartasjúklingar, og víst verður á, at ein eigur at gera meiri fyri at venda gongdini við meiri persónligari rehabilitering. Øll kømrini á teimum stóru gist­ ingarhúsunum í Før oyum eru bíløgd í nakrar dagar í mars 2015, tí tá verður sjáldsama fyribrigdið full sólarmerking her Ferðavinna Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo 20. mars 1015 verður ikki heilt vanliga fyri­ brigdið sólarmyrk ing á norðaru hálvkúlu, og hon verður full í Føroyum eins og á Svalbard og á Norðpól­ in um. Fólk um allan heim eru longu farin at fyrireika seg til henda dagin, og tað vita stóru gistingarhúsini í Før­ oyum alt um. Longu fyri nøkrum árum síðan høvdu ferða skrivstovur lagt seg á øll kømrini á Hotel Hafnia í Havn, og tað sama siga tey í Hotel Føroyar samtak in um. Kristianshús í Myki nesi og Gjáargarður hava eisini fingið fleiri áheitanir um innivist. Sjómans heim ið í Klaksvík hevur eisini fingið fleiri áheit anir, men har bóka tey ikki kømur so langt fram í tíð ina – Tað skal eg lova fyri at áhugin fyri at koma higar tá er stórur. Bæði út lendsk ar og føroyskar ferða skrivstovur hava bí lagt øll kømrini, og eisini ein amerikansk, sum vit ongantíð áður hava havt samband við. Tað sigur Jóhanna Ras mussen, sum bókar allar bíleggingar á gistingar hús unum í Hotel Føroyar sam­ takinum. Yvirfylt Ferðaskrivstovurnar hava allar biðið um at leiga heilt nogv kømur. Bara ein ameri kansk ferðaskriv stova hevur biðið um 500 seingjarpláss. Bíleggingarnar eru fyri tríggjar, fýra ella fimm dagar fram til 20. mars. Jóhanna Rasmussen held ur tað vera stuttligt at hugsa sær, at ein so stutt løta við fullari sólarmerk ing skal hava so stóran áhuga úti í heimi. Sólarmyrkingin byrjar 20. mars kl. 9.44.14 og varir tveir minuttir og 47 sekund. ­ Men hvat nú, um tað verður svart í mjørka henda dagin? Vit hava tik ið tað fyrivarni, at vit í svar unum til bílegg­ ingar hava viðmerkt, at eingin kann veita trygd fyri, at sólarmyrkningin sæst. Fyritøkur í Føroyum eru so smátt farnar at fyrireika seg til sólar­ myrkingina, og Jóhanna Rasmussen vónar, at øll tiltøkini verða samskipað, tí fyribridgið við sólarmyrkingini er veruliga nakað, sum kann geva ferðavinnuni nógv. Stórur áhugi Pól Jespersen, fyrr­ verandi studenta skúla­ lærari við stór um innliti í astronomi veit at siga, at um allan heim eru fleiri feløg, sum fylgja væl við og skipa fyri ferðum til tey stóð, har fyribrigdi sum full sól­ ar myrking eru at uppliva. Hann er eitt sindur ivasamur við, hvussu verður við sólar myrk­ ingini í Føroyum 20. mars 2015, tí tað er ringasta tíð á árinum til slíkt. Av tí sama er so um ­ ráðandi, at ferðaløgini eis ini hava ymist annað á skránni, eitt nú mentanarlig tiltøk. Eitt árið, tá ið sólar myrking var ein Ungarn, fór Pól Jespersen til tað landið, og ferðin var væl fyri­ skipað við nógvum ørðum tiltøkum í ferða­ pakkanum. ­ Tað mugu føroyingar eisini hava í huganum. Her mugu vera nógv onnur tiltøk teir dagarnar, sigur Pól Jespersen. FAKTA Full sólarmyrking er, tá ið mánin kemur fyri alla sólina. Í staðin fyri sterkt sólarljós er tann ósjónliga myrka mánaskiva. Sólarringurin verður sjónligur sum ein lýsandi ringur. Sólarmyrkingin byrjar 20. mars 2015 kl. 9.4414 og varir 2 minuttir og 47 sekund. Seinasta fulla sólarmyrkingin í Føroyum var í 1954. Tilkomin fólk minnast, hvssu kríaur og fenaður bóru seg at, tí tey hildu náttina vera komna. Sólarmyrking er, tá ið mánin kemur fyri sólina