Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. mars 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 56 - 22. mars 2010 - Eg havi møtt fólki, sum vóru heilt vís í, at vit høvdu fingið sjálvstýri, áðrenn tey fóru í grøvina, sigur 63 ára gamli Árni Brattaberg úr Vági. Um vikuskiftið var hann enn einaferð á flokstingi hjá Tjóð- veldi, hesaferð í Vestmanna. Floksting Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Vestmanna: - Tað er trupult at svara uppá, nær tað verð- ur at vit fáa loysingina. Men tað er vón fyri framm- an, slær hann fast. Flokstingið um viku skift- ið vísti, at tað framvegis eru tey sum fylkjast um tjóð veldishugsjónina. Eisini í Suðuroy merkist ein nýggj ur eldhugi fyri hes- um. - Tað eru nógv nýggj fólk komin framat í flokkinum tey seinnu árini. Og tá eiga tað at verða skaptir nýggir møguleikar, slær hann fast. Á fundinum var eisini ein tilkomin maður, sum livir í vónini og framvegis trýr, at hann sleppur at uppliva dag in, tá Føroyar gerast sjálv støðugar. Árni Brattaberg plagdi onkutíð at taka orðið á slíkum flokstingum, ikki minst í síni táverandi støðu sum formaður í Suðuroyar Tjóð veldisfelagi. - Nú eru dugnalig fólk kom in framat. Jú, eg haldi, at vit ganga ímóti eini bjart- ari framtíð, sigur hann bros andi. Sjálvfylgiligt sjálvstýri Á flokstinginum um viku- skiftið vóru fólk úr øllum val dømum, sum tað áður kall aðist, møtt. Og her var møgu leiki at gera vart við síni sjónarmið, eisini við lokal um atliti. Árni Brattaberg hevur ver ið á slíkum flokstingum mangan áður. Her hittir hann fólk úr øllum land- inum, og her hittir hann ikki minst fólk, ið hava somu politisku hugsjón sum hann. Hjá honum, sum hjá so mongum øðrum sum vóru í Vestmanna um vikuskiftið, er tað helst so, sum mangan hevur verið tikið til, at “í hjørtum okkara býr frælsi”. Árni lýsir hetta hugtakið við egnum orðum: - Tá man altíð hevur havt eitt arbeiði sum sjálv støð- ugur vinnurekandi, so er tað í míni verð ein sjálv- fylgja, at tú eisini hevur eitt sjálvstøðugt land. - Ja, hetta merkir stutt sagt, at ein má klára seg sjálv an. Í míni verð er eing- in ivi um tað, slær hann fast. Frammanundan hesum floks tinginum hevur hann lut tikið á út ímóti 20 floks- tingum. Fullveldissamgongan Í føroyska samfelagnum er tað so, at áhugin fyri polit- iskum arbeiði innnanfloks hevur verið bæði upp og niður. - Eg havi verið á floks- tingum við fáum fólkum. Eg havi eisini verið á floks- tingum, har sera nógv fólk var og har vit høvdu sera lívlig orðaskifti, greiðir hann frá. Serliga væl minnist hann flokstingið, sum varð hildið í 1998, í samband við løg- tingsvalið hetta árið. Hetta var eitt sera týðandi ár hjá Tjóðveldisflokkinum, sum hann kallaðist tá, eins og flokkurin fekk eitt gott valúrslit. Eftir valið kom haraftrat eitt systemskifti innan før- oyskan politikk, tá tann Liva í vónini - Vit hava góðar møguleikar sum tjóð at venda teirri búskaparkreppu og kreppu í okkara tilfeingisvinnu, sum fyrst av øllum er skapt av politiskum skeivum avgerðum. Men so er neyðugt at vit sleppa framat, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi. Boðskapurin hjá Høgna Hoydal var ikki til at misskilja: - Tað er bølaniða í landsins stjórn, men tað er morgun í Føroyum. Nógvar frælsiskreftir og skapandi kreftir eru í landinum og sum ein margbroytiligur heimur letur upp ræsur fyri. Hetta krevur, at flokkurin tekur ábyrgd uppá seg. - Veruligar broytingar í einum samfelag kunnu henda, tá bæði innanhýsis trýst og uttanhýsis umstøður virka saman við kravi um atgerð og umstilling. Tá standa vit í einum sonevndum “søguligum gloppi”, har tað er sera avgerandi, um vit megna at taka røttu avgerðirnar, segði tjóðveldisformaðurin. Við støði í kenda sanginum “Morgun” hjá vestmenninginum, Martini Joensen vísti Høgni hoydal á, at tað er morgun í Føroyum, tí tað nú lýsir fyri einum politiskum vaktarskifti og einum politiskum siðaskifti. Samstundis er tað niðurfaringartíð hjá tí gamla heimastýrisliga valdspolitikkinum hjá einstaklingum og flokkum, sum bara vendir inneftir og sum aftur og aftur leiðir okkum út í kreppur, forðar fyri broytingum og druknar í ábyrgdarundanstøkking og nalvaskoðan. - Leingi hevur verið songartíð hjá sitandi stjórnarsamgongu, og alt bendir tíverri á, at um so allir heimsins hanar gala, so fæst hon ikki upp ella út í vindin, segði Høgni Hoydal, og hann legði aftrat: - Okkara størsta avbjóðing er, at vit ikki fara til songar saman við teimum ella draga somu gardinur fyri okkara gluggar, sum politiska leiðsluloysi elvir til. Tjóðveldi: EIN vegur úr bølaniðuni