Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. mars 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 56 - 22. mars 2010 so nevnda Fullveldis sam­ gongan varð skipað. ­ Tað var líkasum, at øll tey, sum høvdu stríðst og ar beitt fyri hesum í mong ár frammanundan, fingu nú eina vón um, at vit umsíðir fóru at fáa fullveldi. ­ Tað vóru røddir frammi tá sum søgdu, at um 12 ár ­ so verður tað. Tá hava vit fingið eina tillaging, har vit hava ein sjálvberandi bú skap. Og tað er altso her, at vit eru beint nú, greiðir Árni íðin frá. Hann leggur dent á, at allir føroyingar taka undir við at vit skulu hava ein sjálvberandi búskap. ­ So her eru vit føroyingar als ikki ósamdir, slær hann fast. Vaksandi eldhugur Nú Árni er komin nakað til árs, minnist hann aftur á nógv góð floksting og tey ídnu fólkini, sum tóku orðið. Hesi fólkini høvdu veruliga nakað at berjast fyri. Fyri tey hevði tað einki at siga, um flokstingið var í Suðuroy, Norðoyggjum ella í Havn. Tey løgdu alt annað til viks fyri at møta øðrum, sum stríddist fyri tí sama. ­ Fleiri teirra eru farin í dag. Men eftir tey stendur kortini eitt minni um nøkur, ið stríddust fyri sjálv stýris­ sakini, sigur Árni. Føroyar hava enn ikki fing ið fullveldi, men Árni hevur kortini merkt rættiliga týðiliga, at eldhugin hjá fólki fyri sakini er aftur vaks andi. Tjóðveldisflokkurin hevði í síni tíð stóra ávirkan á lands ins politikk, kanska mest í teimum samgong­ unum sum sótu frá 1998 og fram til 2004. Nú er so spurningurin, um tað fer at eydnast aftur ­ og nær. ­ Í dag er trupult at meta um, hvørjar møguleikar flokk urin hevur fyri at koma í samgongu. Nú er alt so turbulent, slær hann fast. um sjálvstýri Tann stóri spurningurin í barminum hjá øllum loysingarfólkum er, nær ið føroyskt fullveldi kann setast á stovn. Árni Brattaberg fekk eisini henda spurningin settan. Og hann lýsti hetta út frá eini vitjan, ið hann sjálvur var á í Grønlandi fyri 10 árum síðani. Hann var á á skeiði har og undirvísti fólki í, hvussu ein kann spinna burtur ur moskus­ull. Stig takari til skeiðið var fyrr verandi skrivstovu­ stjórin í grønlendska heimastýrinum, lista­ mað urin og skaparin av grønlendska flagginum, tann nú 70 ára gamli Før oyavinurin, Thue Christiansen. Við hann gjørdi Árna Brattaberg ein vedding tá í 2000: ­ Thue pástóð tá, at tað fór at taka 20 ár hjá grønlendingum at fáa sjálvstýri. “Og tá vilja tit í Før oyum framvegis ikki hava sjálvstýri”, segði hann. ­ Nú mangla so 10 ár í. So nú verður spennandi at vita, hvør fer at vinna veddingina ­ Thue ella eg, sigur Árni brosandi. Fáa vit loysing um 10 ár? Tjóðveldi er ikki við í samgongu í løtuni. Men fundarfólkið í Vestmanna hevði sínar vónir um at hetta skjótt gerst veruleiki. - Øll vilja hava ein sjálvberandi búskap, slær Árni Brattaberg fast - Tað er trupult at mega um, hvørjar møguleikar ið Tjóðveldi hevur fyri at koma í samgongu. Nú er alt so turbulent, men vit liva í vónini, sigur tjóðveldismaðurin, Árni Brattaberg (í miðjuni) Nógv ungfólk vóru á flokstinginum í Vestmanna, men teir góðu gomlu tjóðveldismenninir vóru eisini við - her Heini O. Heinesen ­ Tað er ein politiskur sjónleikur, ið verður spældur í løtuni. Endamálið er at vit skulu gerast bangin og undirbrotlig, segði Høgni Hoydal í formansfrágreiðing sínari. Á flokstinginum hjá Tjóðvledi vísti hann á, at hetta gagnar bert afturhaldinum. Út frá hesum hava Føroyar eina sjálvuppfyllandi profeti frá teimum, sum siga, at vit megna ikki at standa á egnum beinum. ­ Tá teir koma í stjórn, prógva teir sítt egna uppáhald. Men verri er, at eisini aðrir grundleggjandi tættir í einum fólkaræði støðugt verða settir til viks uttan nakrar avleiðingar, vísti Høgni á. Dømi um hetta er, at ólóglig meirnýtsla hevur verið blástemplað, eins og noktað verður fyri at kanna og staðfesta ábyrgdina. Øll eftirkanning av lógaruppskotum er sett úr gildi, tíðarfreistir brotnar, eins og upplýsingar verða afturhildnir fyri tinginum. ­ Okkara hall í almennu kassunum kann ikki samanberast við fleiri av okkara grannalondum. Tí tey hava tilvitað sett almenn tiltøk í verk til tess at skapa virksemi og mótvirka niðurgongdini í privata virkseminum. Hallið er ikki íkomið av nøkrum serstøkum nýggjum íløgum ella virksemisskapandi tiltøkum. Tað er uttan nøkur tiltøk yvirhøvur, vísti Høgni Hoydal á. Einasta tiltak, ið samgonguflokkarnar hava kunnað samst um higartil, er, at teir hava ­ sum hann tók til ­ nartlað, nippað, nappað og nulvað burturav nøkrum kontum á fíggjarlógini, ið bert raka nakrar av teimum sosialt veikastu bólkunum í samfelagnum. ­ Til ABC­ samgonguna havi eg tí bert trý orð at siga: Gevist! Gevist! Gevist! Lat okkum fáa eitt val, so nýggjar leiðir kunnu leggjast, segði formaðurin í Tjóðveldi, sum hevur floksting um vikuskiftið í Vestmanna. Tjóðveldi: Gevist! Gevist ! Gevist!