Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-22, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. mars 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 56 - 22. mars 2010 - Fyri mær, sum alt mítt lív havi fingist við at granska og menna toskaaling, er hetta tað positivasta, eg havi upplivað. Her er einki kanska, og her eru eingi fyrivarni. Úrslitini av royndunum við toskaaling á Árnafirði er tað positivasta, eg havi upplivað, segði Arne G. Kolbeinshavn, verkætlanarleiðari á Fiskaaling fyri hálvum triðja ári síðan Toskaaling Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í september mánaða í 2008 høvdu vit áhugaverda grein um toskaaling. Tá varð stað fest, at alitoskur av Árna firði undan lívfiski á Før oya Banka er tann tosk­ ur, sum veksur skjótast í verð ini. Maðurin, sum kom til hesa niðurstøðu, var Arne G. Kolbeinshavn, verk æt­ lan ar leiðari á Fiskaaling við Áir og sum helst veit eina mest um toskaaling í Nor egi. Niðurstøðan hjá honum var eisini, at aldi toskurin á Árnafirði var flottasti tosk­ ur, hann nakrantíð hevði sæð. Orðini hjá Arne G. Kol­ beins havn vóru við í eini fyri bils frágreiðing um toska alingina á Árnafirði, og her vísir verkæt lan ar­ leiðari eisini á, at vónirnar, hann hevði til toskaaling í Føroyum, hava hildið bæði væl og virðiliga. ­ Fyri mær, sum alt mítt lív havi fingist við at grans­ ka og menna toskaaling, er hetta tað positivasta, eg havi upplivað. Her er einki kanska, og her eru eingi fyri varni. Úrslitini av roynd unum við toskaaling á Árnafirði er tað pos i tiva s­ t a, eg havi upplivað. S kuldi tað hent, at svinnið eisini verður lítið í hesi royndini á Árnafirði, so er tað enn ein sólskinssøga í toskaalingini, sum eg ikki trúði, at eg fór at uppliva. So positivur og bjart­ skygdur var Arne G. Kol­ beins havn í síni frágreiðing um hesa aling, sum nú fyri­ bils er løgd á hillina, tí mark naðarprísirnir á aldum toski ikki vístu seg at halda. Vit kunnu vísa til orðini hjá Regini Jacobsen um, at biologiskt eydnaðist roynd­ in á Árnafirði væl, men við tí prísgrundarlagi, sum sein ni vísti seg at koma, verð ur einki gjørt við toska­ aling í Føroyum fyribils. Heimsins vakrasti toskur í Árnafirði - Úrslitini av royndunum við toskaaling á Árnafirði er tað positivasta, eg havi upplivað, segði Arne G. Kolbeinshavn, verkætlanarleiðari hjá Fiskaaling í frágreiðing fyri hálvum triðja ári síðan 25­30 krónur fyri kilo. ­ Eins og aðrir rá fisk a­ prísir, hevur toskur verið fyri so stórum prísfalli, men nú er kortini líkt til, at toska prísurin er á veg upp­ eftir aftur. Hann sigur, at prísurin, sum Bakkafrost fekk fyri toskin, sum tikin varð í fjør summar, var millum 12 og 15 krónur fyri kilo, kruvdur við høvdi. ­ So, fyribils er toskaaling ikki við í okkara konsepti, men vit leggja okkara orku í laksaalingina, sigur stjórin í Bakkafrost, Regin Jacob­ sen. Mong vóru tey, sum mundu halda, at nú bíðaði okkum eitt rættiligt nýbrot og ævintýr í føroyskari alivinnu. Men so verður ikki – fyribils Umsíðir kom nálin Ein amerikonsk húsmóðir hevur funnið loysnina uppá væl kenda trupulleikan at draga tráðin uppá nálina. Eftir at sjón og motorikkur hjá Pam Turner viknaðu, setti hon sær fyri at loysa trupulleikin. Úrslitið gjørdist nálin sum kallast “spiraleyga­nálin” (sí mynd). ­ Vit hava sent fólk til mánan, men eingin hevur uppfunnið eina ordiliga nál, ­ ikki fyrrenn nú, sigur Pam Turner. Nálin kostar slakar 30 krónur. Børn gjarna tatoverast Donsk foreldur venda sær oftari og oftari til danskar tatovørar fyri at fáa børn síni tatoverað. Hetta hendir hóast ein skal vera 18 ár fyri at kunna tatovera ungdóm, skrivar Dagbladet Roskilde. ­ Tað er í roynd og veru ein so stórt trupulleiki, at vit tosaðu um tað á seinasta fundi okkara, sigur Johhny Hansen, sum hevur verið formaður í “Dansk Tatovørlaug” seinastu átta árini. Hann fær hvørja viku áheitan frá 5 til 10 foreldrum um tatovering. Foreldrini halda, at loyvi er at gera hetta arbeiðið, um tey geva loyvi til tess. Men so er ikki.