Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-19, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. mars 2010síða 50

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

50 Rákið – mars '10 E g havi gjørt nógv býtt. Alvorliga nógv býtt. Sumt av tí hevur lært meg ikki at gera sama, býtta feil aftur. Men onnur ting endurtaka seg. So sum at gloyma at avlevera bøkur á bókasavninum. Tað er dýrt at læna bøkur á bókasavninum. Helt tad skuldi vera eitt gratis fornoyilsi, men tad er tad ikki fyri sovorðni sum meg. Spennandi at vita, um eg klári at fylla eina heila síðu við býttum tingum, eg havi gjørt, men eg fari at royna. Eri bangin fyri, nú eg hugsi nærri um tað, at tad hevði verið lætt nokk at fylt ein heilan A4-blokk. E inaferð í nítjanhundrað og grønt kál gekk eg ein túr vid soninum, hann sitandi í barnavogni. Århus ein summardag. Sólin skein, og tad var veður til ein deiligan softeis. Keypti ein við vaniljusmakki og fekk mær tað mesta av ísinum sjálv. Gav so soninum vaffluna við einum sindri av ísi í. Hann svansaði allan munnin út beinanvegin og eg turkaði sum vera man. Hevði ikki so nógvar serviettar, og vildi sleppa mær av við nakrar av teimum, sum vóru skitnast. Eg hevdi betalt ísin vid einum hundraðkrónuseðli og hevdi einar 80 kr. í hondini - somu hond sum serviettarnir vóru í. Blakaði sum eitt býtt serviettar OG pengar nidur í eina av hinum grønu skrellispannunum, tit vita, við einum holi í. Hrmm. Eg veit ikki, hví eg gjørdi tað, men tað var sum um hondin gloymdi pengarnar. Ikki, at man skal geva øðrum skyldina fyri sínar feilir, men.......tað var hondin. ;) S krellispannin var full, men eg mátti hava hasar 80 krónurnar. So armin niður í at fiska pengarnar upp. Teir fóru sjálvandi trillandi allan vegin niður á botn. Mátti hava ALLAN armin niður í. Guvide, hvussu eg síggi út og hvat fólk hugsa, hugsaði eg. Og sjálvandi kom ein fín dama gangandi. »Ein mamma sum hevur allan armin í einari skrellispann – leitar hon eftir matrestum, stakkalin – og sonurin, sitandi í einum barnavogni og vid munninum smurdum inn í softeis. Kundi hon um ikki annað givið barninum okkurt annað enn ís – tá hon óivað er so illa fyri, at hon noyðist at leita eftir tómum fløskum ella restum frá pylsuvogninum?« Hetta hugsaði eg, at fína frúan nokk hugsaði. Og tí hugdi eg uppá hana tá hon passeraði, havandi allan armin djúpt niðri í skrellispannini, og segði hesi klóku orð: »Jeg roder ikke i skraldespande.«. Eg hopi, eg lærdi okkurt av hasum. At tiga t.d. L ed Zeppelin er einastandandi góður tónleikur. Tað havi eg altíð hildið. Men aldrin átt eina plátu sjálv. Ella fløgu sum tað eitur. Alexandur, sonurin, var farin at lurta eftir honum, Led. Eg spurdi hann ein dagin, »tú hasin Led, ha?« Hann sá út sum eitt spurnartekin. »Led?« Eg: »Ja, Led Zeppelin!« Alexandur mundi skrædn að, sum han flenti. Led Zeppelin er bara navnið á bólkinum, og ikki sum eg helt, navnið á Býtt ella býttari Astrid McDonald, sum býr í Århus, hevur í fleiri ár skrivað sína herligu, hjartans meining á alskyns kjaksíðum undir navninum Ulladukkan.