fríggjadagur 19. mars 2010síða 51
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
51
Rákið – mars '10
Ulladukka
forsangaranum. At hugsa sær at man hevur gingið í so
nógv ár uttan at vita tað.
A
lexandur spurdi ein dagin, medan vit koyrdu bil;
mamma, hvør var hasin Poul Harbour? Tá mátti
eg koyra inn til síðuna sum eg flenti. Tey høvdu havt
um Pearl Harbour í skúlanum. Ikki kann sigast at hann
hevur lurtað væl eftir tá hann ikki visti at tad var ikki
um ein mann sum æt Poul.
H
igartil gongur tað nokkso gott við at skriva um
býtt ting.
E
in dagin, tá eg akkurát hevði keypt ein gamlan
gass-ovn, setti eg eina grýtu útá. Løtu seinni helt
eg hon var komin uppá kók, og setti oyrað til grýtuna.
Hugsaði ikki um livandi flammuna, so eldur kom í
hárið. Ja, hatta gjørdi eg í hvussu er bara eina ferð.
Næstu ferð, eg brendi hárið, skuldi tad so ikki vera
tí eg gjørdi sama feil aftur. So eg lenaði meg niður
móti manninum hjá mær í gjár, tí eg vildi mussa hann.
Eldur kom í hárið, tí eg ikki varnaðist stearinljósið,
sum stód á borðinum. So næstu ferð, eg skal brenna
hárið verdur uppá ein 3. máta. Tað mundi endað
galið í gjár. Hopi, tad bara eru eygnabrýrnar næstu
ferð umishannað. Apropos eygnabrýr. Har er eisini
ein býtt søga. Hevdi keypt mær eygnabrýr-og vippu-
liting fyri fyrstu ferð. Nú vildi eg eisini royna at hava
sovorðnar flottar og vældefineraðar eygnabrýr sum
allar hinar konurnar. At lesa eina leiðbeining til at
lita eygnabrýr kundi eg ikki funnið uppá. Hvussu ringt
kann tad vera, man smyr tað væl á og letur tað sita
í ......hyggja í leiðbeining.....15 minuttir. Eg so gjørdi,
smurdi nokk á so tað dekkaði ØLL hárini. Sá út sum
hann sjálvur Croucho Marx. Ná, men liturin skuldi so
vaskast av aftur. Tað vildi bara ikki av húðini! Croucho
Marx hevdi fingið eina systur. Hevði tveir stórar,
kolasvartar morsniglar í pannuni. Plagi ikki at flenna
hart tá eg eri einsamøll, men hetta kvødið stóð eg
leingi frammanfyri speglinum og flenti. Frida Kahlo go
home! Fór til frisør at fáa tað av dagin eftir, kundi ikki
vera millum fólk so løgin sá eg út.
O
g lesi eg leiðbeiningar nú? Nei, tað tími eg
ikki. Tí fyri tað mesta er tað óneyðugt. Man
trýstir á hesar ymisku knapparnar og vupti, so
riggar tað sum oftast. Sum ein kinesari segði um
danskarar; Danskarar noyðast at lesa aftanfyri
rísposan fyri at vita hvussu man kókar rís, tsk tsk.
E
inaferð skuldi systur mín hava køkur við í skúla.
Tað skuldi eg nokk orna saman vid henni. Vit vóru
samdar um, at kornfleykskøkur var akkurát the thing.
Eg keypti inn til tað – kornfleyks, rosinir, flormelis
og Palmin. Problemið var at har var einki Palmin,
so eg keypti eitt sum æt okkurt annað men var tað
sama. Tad var bara ikki tað sama, funnu vit útav
dagin eftir, tá systi longu hevði serverað køkurnar fyri
floksfeløgunum. Tær høvdu ikki verið so populerar,
køkurnar, tað vóru verri enn so øll børnini, sum
yvirhøvur vildu HAVA eina. Fann so útav at eg hevdi
keypt svínafeitt í staðin fyri Palmin. Ylakk. Svínafeitt!
Grísakøkur. Ikki akkurát leskiligt. KornFLESK-køkur,
hehe.
V
it læra av okkara feilum, sigst. Ja, tað skal eg
halda. Eg havi lært nógv. Hevði eg vitað alt tað
sum eg veit nú fyri 25 árum sídan, var eg ikki so býtt
sum eg eri nú. Ella er tað umvent. Tad kann eisini
sigast vid eitt sindur av eyðmýkt; var eg ikki so býtt
fyrr, var eg enn býttari nú. ;)
O
g nú fari eg út í hattar har samfelagid at gera
okkurt nýtt býtt.
Ulladukkan