Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-22, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. mars 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 22. mars 2010 – Nr. 56 Rangers vann steyp Hóast Glasgow Rangers endaði dystin við bara níggju monnum á vøllinum, eydnaðist kortini stórfelagnum at vinna 1-0 á St. Mirren í skotsku League Cup-kappingini. Bæði Kevin Thomson og navnabróðurin, Steven Thomson, vóru sendir undir brúsu undan hinum, tá Kenny Miller skoraði sigursmálið bara sjey minuttir fyri tíð. Steypasigurin merkir, at Glasgow Rangers kann vinna allar tríggjar kappingarnar í Skotlandi hetta kappingarárið. Klettskarð skorar Páll Klettskarð skoraði fjórða venjingardystin á rað, tá Vanløse spældi venjingardyst leygardagin. Upprunaliga skuldi sjálv landskappingin byrja um vikuskiftið, men fyrsti landskappingardystur útsettur hjá Vanløse varð útsettur, og í staðin varð spældur ein venjingardystur ímóti B93, sum eisini spælir í eystaru 2. deild. Vanløse tapti 1-3, men Páll Klettskarð skoraði málið. Erling Jacobsen, sum eisini spælir við Vanløse, var eisini við í dystinum. Triðja árið á rað skipaði hondbóltsfelagið í Hoyvík fyri gallaveitslu fyri tey 17 ára gomlu, har tey bestu í kappingarárinum blivu heiðrað – akkurát sum hjá teimum vaksnu Leygarkvøldið var aulan í Hoydølum karmur um eina gallaveitslu fyri tey ungu, sum H71 skipaði fyri, triðja árið á rað. Umboð fyri Hond bólts- sam bandið bar teimum ungu eina heil s an, Jens Marni sang fyri teim- um, DJ Bøkkur syrgdi fyri góðum dansi rútmum – og so var nógv gjørt burtur úr ímóti endanum á borð- haldi num, tá ársins bestu spæl arar blivu heiðraðir. Veitslan, sum er fyri gentur og dreingir 17 ár, er fyriskipað sum eitt rús frítt tilboð, ið somuleiðis treytar, at hvørt liðið hevur onkran vaksnan við sær. Harumframt hevur H71 sjálvt eina rúgvu av fólki, sum hjálpir til á ymsan hátt, so karmarnir um veitslu na og tiltakið eru góðir og ábyrg d arfullir. Ikki øll vóru við Fyrsta árið vóru øll feløgini við, uttan eitt, og annað árið var upp- møt ingin eisini heilt góð. Men hesa ferð vóru fleiri feløg ikki við, og í fleiri førum, tá nomineringarnar til tær ymsu heiðurslønirnar vórðu lisn ar upp, vórðu nevndir spælarar úr feløgum, ið ikki vóru til staðar. – Tað er spell, at øll feløgini ikki eru umboðað, tí vit leggja stóran dent á, at henda gallaveitslan skal vera fyri øll. Onkur av teimum feløgu num, sum ikki vóru við hesa ferð, høvdu enntá víst áhuga framm anundan, men komu ikki við kort ini. Tað harmast vit um, tí vit vildu sjálvandi ynskt, at hetta var ein savn an di veitsla, har øll feløgini vóru við, sigur Sunneva Jakobsen, for mað ur í H71. – Nú kenni eg ikki orsøkirnar til, at ikki øll feløgini møta upp, men eg eri eitt sindur bangin fyri, at tað er hjá teimum vaksnu, at tað haltar. Og er tað veruliga soleiðis, at eingin vaks in kann ella tímir at koma við til veitslu na við teimum ungu spæl ar- unum í felagnum, er tað stórt spell, tí vit bæði síggja og hoyra, hvussu glað tey ungu eru fyri hetta kvøldið. Galla motiverar Sunneva Jakobsen heldur, at tað er synd fyri ungu spælararnar, um het- ta skal vera orsøk til, at teir ikki kun- nu sleppa at njóta eitt sovorðið kvøld saman við spælarum úr øllum landi num, tí júst henda veitslan kann motivera tey ungu at gera sítt besta í kappingini, tí tað kann løna seg við einari nomi n er ing ella kans- ka enntá einum steypi. – Hesa ferð vóru fleiri av teimum, sum ikki vóru til stað ar, nominerað í fleiri av greinunum, men har var alt- so eing in at rópa og klappa serliga fyri teim um, og ei held ur fingu tey lønt hinum tað positivt aftur við at atkvøða fyri teimum. Tað eru jú bara feløgini, sum koma á sjálva veitsl u- na, ið sleppa at at kvøða um, hvør ji eru tey bestu í hes um og hasum, sigur H71-formaðurin. – Vónandi verður uppmøtingin bæði betri og breiðari næstu ferð, tí vit í H71 ætla okkum at halda fram, so ein gallaveitsla fyri tey ungu verð ur aftur, tá næsta kapp ingarár er av. Hetta er eitt tiltak, sum vit nú hava havt tríggjar ferðir, og hvørja ferð hevur tað spælt so væl av, at vit nú tora at siga, at hetta er blivið eitt afturvendandi tiltak. Bestu ungu spælararnir Ársins stjørnuskot Gentur 17: Annsy Sevdal, Tjaldur Dreingir 17: Jóhan á Plógv, Kyndil Ársins verjuspælari Gentur 17: Elin Holm, Neistin Dreingir 17: Grímur Petersen, Neistin Ársins álopsspælari Gentur 17: Guðrið Geirsdóttir, Kyndil Dreingir 17: Høgni Klein, Kyndil Ársins málverji Gentur 17: Kristina Brekkstein, Kyndil Dreingir 17: Mikkjal Hansen, Neistin Ársins venjari Gentur 17: Geir Wardum, Kyndil Dreingir 17: Hjalmar Klein Olsen, Kyndil Ársins spælari Gentur 17: Guðrið Geirsdóttir, Kyndil Dreingir 17: Jógvan Skeel Nolsøe, Kyndil Borðhaldið á gallaveitsluni hjá teimum ungu endaði við, at bestu spælararnir hjá gentum og dreingjum 17 ár blivu heiðraðir Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Galla fyri triðju ferð