Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-22, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. mars 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 22. mars 2010 – Nr. 56 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 17 Eftir fyrra dystin leygar­ dag in sá einki út hjá klaks­ vík ing um, sum tvey tey síðstu settini blivu sóp að­ ur av vøllinum. Men í gjár høvdu teir lisið væl uppá og megnaðu at vin na á SÍ, so FM­heitið ikki verður av gjørt fyrr enn leyg ar dag­ in í triðja finalu dysti num á Giljanesi Báðar mansfinalurnar á Eiði um viku skiftið blivu fimmsettarar, og so jøvn, sum liðini tykjast vera, er slett ikki óhugsandi, at fimm sett eisini skulu til, áðrenn vit leygardagin fáa at vita, um tað verður SÍ ella Mjølnir, ið verður føroyameistari í mans flog­ bóltinum í vetur. Dysturin leygardagin var ikki nak­ að serligt at reypa av, og serliga Mjøl nir kom illa burtur úr honum. Klaks víkingarnir vunnu fyrsta sett 25­19, og so svaraði SÍ aftur við at vin na annað sett 25­21, áðrenn lið­ ini spældu eitt maratonssett, sum ikki endaði, fyrr enn Mjølnir hevði vunn ið tað 30­28. Men tá so fjórða sett kom, var tað SÍ, ið sat á øllum og ongantíð loyvdi Mjølnir upp í part. Beinanvegin struku sørvingar avstað, og teir bók­ stavi liga vundu burtur úr Mjølnir, 25­12, sum hevði fingið eitt gult kort í triðja setti og aftur fekk eitt í fjórða, samstundis sum orkan sá út til at verða brúkt til alt annað enn flog bóltsspælið. Í fimta setti var sama gongdin, og SÍ var snøgt sagt betri á øllum økjum og vann bæði sannførandi og uppiborið, 15­9. Síðstu tvey sett­ ini var klassamunur á, og Mjølnir sá hvørki út til at orka ella evna tað, sum skuldi til fyri at vinna á sørv in g­ um. Vent í holuni Seinni dysturin, sum var spældur í gjár, byrjaði nakað líknandi dysti­ num dagin fyri, tí Mjølnir vann fyrsta sett 25­17, og so tók SÍ annað sett 25­19. Serliga í øðrum setti vóru nógvar og góðar duellir, sum gjørdu tað stak undirhaldandi og spenn­ andi hjá áskoðarunum. Hetta helt fram í triðja setti, har SÍ fyrst á út til at fara avstað, men ikki ordi liga slapp, fyrr enn eftir at støð­ an hevði verið 16­17. Tá fekk Mjølnir ikki ordiliga fylgt við meira, og SÍ vann setti 25­20. Í triðja setti var øgiliga javnt allan vegin uppeftir, men eitt skifti sá út til, at Mjølnir fekk skapt eitt hol nið­ ur til SÍ. Men í evstu løtu komu sør­ ving ar afturíaftur, og eitt skifti vóru bara tvey stig á muni, áðrenn Mjøl­ nir fór við settinum og vann 25­22. Øvugt var í fimta settinum, tá SÍ byrj aði betur og kom framum 4­1 og helt munin fram til 7­3. Men so hevði Mjølnir hug at nærkast, men slapp bara ikki framum. Fleiri ferðir var javnleikur, men tað var alla tíðina SÍ, sum fór framum aftur, líka til støð an var 12­12. Tá eydnaðist Mjøl­ nir at toga seg framum, og SÍ megn­ aði ongantíð at svara aftur, og so vann Mjølnir settið 15­13 og dystin 3­2. Frøin á klaksvíkingunum var øgi­ lig inni á vøllinum, tí teir vóru í veru­ leika num komnir sterkt aftur og fin­ gu víst, at alt kann henda í einari finalu. Leygardagin sóu teir lidnir út, men í gjár raknaðu teir við aftur, so tí kann eisini alt henda, tá SÍ og Mjølnir spæla triðju og altavgerandi FM­ finaluna í ítróttarhøllini á Gilja­ nesi leygardagin klokkan 15.30. Tað stutt­ ligasta – Hetta er tað besta, tú kanst fáa í flog bólti. Fyri tað fyrsta er hetta ein finala, og so eru nógvir áskoðarar og ein tættur dystur. Vit vildu gjarna vunn ið 3­0, men hetta er eisini gott, sigur Jón Syderbø í Mjølnir. – Vit trúðu upp á tað í dag, sam­ stundis sum vit royndu at minka um feilirnar hjá hvørjum einstøkum. Í gjár hugsaðu vit ov lítið um dystin, men í dag avtalaðu vit, at vit ikki sku ldu hugsa um dómararnar ella aðr ar spælarar, men spæla okkara spæl. Jón ásannar, at talan er um tvey jøvn lið, so tí heldur hann tað vera væl hugsandi, at eisini triðja finalan end ar við einum fimmsettara. – Men tað allarbesta hevði verið at vunnið 3­0, tí so sleppa vit skjótari heim, og so verður ballið betri, flennir fegni Mjølnir­spælarin. hil Ótrúliga súrt Ólavur Jensen, hevari hjá SÍ, var sera vónbrotin, sum hann sat har á hallar gólvinum eftir tapta dystin í gjár. – Framvegis er ein kjansur eftir, men tað er ótrúliga súrt, at vit ikki skul du klára at tryggja okkum føroya meistaraheitið í dag, tí tað var tað, sum vit skuldu, sigur hann. – Mjølnir spældi kanska heldur betur í dag, og vit gjørdu somu feilir, sum vit gjørdu í fyrra dystinum. Hetta eru tvey jøvn lið, men eg haldi, at vit hava munin, so eg rokni við, at vit taka teir leygardagin. hil Ivast í álopsspæli Føroyski landsliðsspælarin Christian Lamhauge Holst var misnøgdur við álopsspælið hjá Silkeborg í dystinum ímóti FC Midtjylland um vikuskiftið. Silkeborg tapti dystin 2­0. – Vit mugu spyrja okkum sjálvar, um vit skapa nóg nógvar kjansir, og um teir kjansir, sum vit skapa, eru nóg stórir, segði Holst eftir dystin. Hann heldur, at Silkeborg hevur okkurt at betra við álopsspælinum til komandi dystir. Slapp ikki at spæla Danska 1. deild hevði sítt fyrsta umfar um vikuskiftið, men nógvir av dystunum í Danmark vórðu avlýstir, tí vøllirnir eru ikki til at spæla á eftir ein langan og kaldan vetur. Atli Danielsen skuldi spæla sín fyrsta veruliga dyst fyri FC Roskilde, men dysturin, sum skuldi verða ímóti FC Vestsjælland, varð avlýstur orsaka av vallarviður­ skiftunum. Ivasamt er eisini, um næsti dysturin hjá Roskilde kann spælast. Mjølnir kom sterkt aftur einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Leygardagin 20/03: SÍ­Mjølnir 3­2 (19­25, 25­21, 28­30, 25­12, 15­9) Sunnudagin 21/03: SÍ­Mjølnir 2­3 (17­25, 25­19, 25­20, 22­25, 13­15) FAKTA Ólavur Jensen, hevarin hjá SÍ, sat bara og stardi fram fyri seg, tá tað var miseydnast hjá sørvingum at tryggja sær meistaraheitið longu í gjár Mynd: Álvur Haraldsen Frøin á klaksvíkingunum var øgilig inni á vøllinum, tá teir í gjár høvdu vunnið seinna finaludystin og tí liva enn í kappingini um føroyameistaraheitið, sum skal avgerast á Giljanesi leygardagin Mynd: Álvur Haraldsen