Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-22, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. mars 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 22. mars 2010 – Nr. 56 Kvinnurnar í Sørvági, sum hava runnið undan hin­ um í allan vetur, vunnu báð ar FM­finalurnar ímóti TB um vikuskiftið og eru føroyameistarar. Tær hava eisini vunnið steypa kapp­ ing ina, so aftur í ár gjørdist tað til greipuna Enn eina ferð hava kvinnurnar hjá SÍ havt eitt framúr kappingarár. Eins og í fjør, eydnaðist teimum at vinna greipu na, umframt at hetta var trið­ ja føroyameistaraheitið á rað, sum kom til høldar norðuri á Eiði í gjár. Og enn ganga sørvingar kykir og bíða, hvussu tað fer at spæla av hjá monn unum, sum mugu ígjøgnum ein dyst aftrat, áðrenn teir vita, um tað verður gull ella silvur. Vinnur SÍ gull ið hjá monnunum, er talan um eitt fantastiskt ár hjá felagnum, tí so vin na bæði kvinnur og menn greipu na! Mótstøðuliðið hjá SÍ­kvinnunum var TB, sum við føstum fetum hevur arbeitt seg upp eftir stigatalvuni og kom í finaluna. Tað er kanska eyka flott, tá havt verður í huga, at TB síðs ta kappingarár endaði aftast av øll u m. Sæð yvir báðar dystirnar, so fekk SÍ prógvað, at liðið hevur munin á rest ini. Hóast TB hevði vunnið tveir teir síðstu landskappingardystirnar ímóti SÍ, so sá tað ikki út til at nerva sør vágs kvinnurnar, ið bæði leygar­ dagin og sunnudagin tóktust klárar – um enn onkur løta var eitt sindur skinklandi. Tveir ymsir dystir Fyrra finalan leygardagin byrja ner­ v øst hjá báðum liðum, men TB var tað skjótara at fóta sær og vann fyrs­ ta settið 25­17. Men í øðrum setti vóru nervarnar hjá SÍ burturi, og tað gjørd ist ein rímiliga tryggur 25­16 sig u r, og SÍ helt fram í triðja setti og vann tað 25­19. SÍ megnaði at leggja gott trýst á TB, sum ongantíð fekk sínar mest royn du spælarar upp í snúningar, og hóast spælið gjørdist javnari í fjórða settinum, har liðini fylgdust hálva leið, eydnaðist SÍ at vinna tað 25­22 og taka fyrsta stikkið í finalu­ kappingini. Til samanberingar var talan um ein heilt annan dyst í gjár, tí nú tók t­ ust bæði liðini hava meira at bjóða, men hóast TB veruliga royndi og strídd ist fyri síni søk, eydnaðist held­ ur ikki tá at fáa skakað SÍ so mikið, at tað rakk til sigurs. SÍ fór langt framum í fyrsta setti, og hóast TB kom væl aftur, vann SÍ sett ið 25­21. Í øðrum setti var SÍ up p aftur betur koyrandi og spældi helst tað besta, sum liðið hevur gjørt í vetur, og TB fekk í roynd og veru einki gjørt fyri at svara aftur, so SÍ vann tað settið 25­13. Tá gjørdist ólíka javnari í teimum báðum seinnu settunum, har TB vann tað triðja 27­25, men mátti lúta í tí fjórða, 26­28, so SÍ streyk av stað við bæði sigrinum og gulli­ num. Serliga órógvandi var tað fyri tvøra kvinnur, at ein veruligur iva­ bólt ur taldist millum teir seinastu, men ikki gjørdist nakað við tað. Bæði SÍ og TB gjørdu góða rekla­ mu fyri kvinnuflogbóltinum á Eiði í gjár, og um liðini megna at halda somu styrki komandi ár, er ikki óhugsandi, at tey aftur hittast í finalunum til ta tíð! Bæði vildu vinna Annika Niclasen í SÍ var ein av fegnu og stórsmílandi spælar u­ num, ið øll vildu heilsa uppá og ynskja tillukku. – Hetta var ótrúliga deiligt. Nú bleiv tað eisini ein heilt ann­ ar dystur í dag, tí bæði lið kemp­ aðu fyri lívinum og vildu bæði tvey vinna. Tí var tað stuttligari at spæla í dag – fyri ikki at tosa um at vinna, segði hon. Tá vit tosaðu við hana, var framvegis mansfinalan eftir, so hana máttu SÍ­kvinnurnar sjálv­ andi síggja, men annars ljóðaði ikki, sum tann stóra feiringin fór at verða beinanvegin: – Eg veit ikki, hvussu nógv vit gera burturúr nú, men næsta viku skiftið er SÍ­veitslan, so tá fara vit í øllum førum at gera nak að burturúr, segði Annika Niclasen. hil Annika er munurin Venjarin hjá SÍ­kvinnunum, Johan Petur á Stongum, var ovur fegin eftir finalusigurin og gull ið í ítróttarhøllini á Eiði í gjár. – Hetta var fantastiskt, og nú eri eg øgiliga glaður. Hetta var ein góð og vælspæld finala, segði hann, meðan tað næstan ikki bara til at gera samrøðu við hann, tí fegnir sørvingar og onn ur alla tíðina vildu heilsa uppá og ynskja tillukku. Men hvat er so munurin á SÍ og rest? Annika á Stongum, hevarin hjá okkum. Hon kann heva bólt­ ar, har móttøkurnar kanska ikki liggja so væl. Hon tuskar runt á vølli num eftir teimum og klárar at heva upp til ein álopsspælara, sum kann sláa hann niður í gólvið. hil Nazi­heilsan øsir 23 ára gamli framherjin hjá italska Lazio, Mauro Zarate, hevur øst italienarar, tí hann í farnu viku sendi eina nazistiska heilsan, sum Adolf Hitler brúkti undir seinna heimsbardaga, út ímóti fjepparunum hjá felagnum, tá liðið tapti 0­2 fyri Bari. Fjeppararnir hjá Lazio eru tiltiknir fyri at vera høgravendir, og fyrrverandi framherjin, Paolo Di Canio, hevur fingið bøtur fyri at heilsa teimum á ivasaman hátt. Áhugaður í Liverpool News of the World skrivaði í gjár, at portugisiski fótbóltsvenjarin, José Mourinho, er áhugaður í at gerast venjari hjá Liverpool í summar. Men hann vil ikki umhugsa møguleikan nærri, uttan so at eigararnir í felagnum verða skiftir út. Amerikansku eigararnir av Liverpool eru umstríddir, og felagið stríðist við síni fíggjarligu viðurskifti. Var ein loysn funnin á hesum, skal Mourinho verða til reiðar at fara til Liverpool at starvast. SÍ vann bæði gullið einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen