Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-22, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. mars 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 22. mars 2010 – Nr. 56 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 19 Stuttligt og strævið Karin Mikkelsen, sum enn ikki er komin 100 prosent fyri seg eftir skaðan, hon hevur havt í fótliðinum síðstu vikurnar, hevði enn eina ferð fingið eitt sindur av hjálp av góðum klisturbandi og øðrum, so hon fekk spælt. At hon ikki var 100 prosent, sást tó ikki endiliga aftur inni á vøllinum, har hon – sum altíð – var til reiðar at ganga undan og stríðast. – Hetta er øgiliga gott. Serliga í dag, nú vit hava ligið fremst alt kappingarárið. Tí áttu vit hetta. Tað var ræðuliga stræðið, men eisini stuttligt, at spæla ein so javnan dyst, segði Karin, sum ikki væntar, at SÍ ætlar sær minni burtur úr næsta kappingarár. – Nei, vit seta okkum ikki lægri mál fyri komandi ár, so vit fara aftur eftir greipuni tá. Kanska verður tað ikki akkurát sama liðið, sum vit koma at hava næsta ár, men vit verða líka sterkar fyri tað. hil Vit kunnu takka okkum sjálvum Spælandi venjarin hjá TB, Gudrid Nolsøe, var sjálvandi vón brotin eftir finaluna ímóti SÍ, men kortini hevði hon yvirskot til at seta tingini í perspektiv. – Tá vit eru kølnaðar eitt sind­ ur, rokni eg við, at vit verða nøgd ar, tí vit eru blivnar betri og betri gjøgnum allan vetur, og vit hava arbeitt okkum uppeftur. Hetta er úrslitið av tí, og tað er eisini eitt fínt úrslit, segði hon. – Tað rakk ikki á mál hesa ferð. Men hetta var ein góður dystur, og vit kunnu takka okkum sjálv­ um fyri, at vit ikki komu í gongd beinanvegin. Móttøkurnar vóru ikki nóg stabilar, og tað nyttar einki, tá tú spælir ímóti einum liði sum SÍ. Gudrid helt, at tær í TB høvdu alla orsøk til at vera nøgdar við innsatsin í seinna dystinum, og hó ast tað endaði við tapi, var støð an til at liva við: – Vit hava so ikki mist nakað, tí vit vóru nummar tvey áðrenn og eru tað enn, segði hon eftir eitt kappingarár, har TB byrjaði halt andi, men síðani arbeiddi seg uppeftir og endaði finalu­ num ímóti SÍ, ið tó hevði munin hesa ferð. hil Allar vilja vinna Annika á Stongum, hevarin hjá SÍ, var eitt stórt smíl eftir seinnu finaluna ímóti TB, sum SÍ eisni vann: – Nú hava vit vunnið alt, sum kann vinnast, so tí er tað supergott, segði hon, samstundis sum hon kom við sínum boði uppá, hví tað júst eru kvinnurnar hjá SÍ, sum eru ovast á flog bólts trúnuni júst nú: – Vit vilja bara vinna. Vit spæla ikki bara flogbólt til stuttleikar, tí vit brúka nógva tíð upp á tað og vilja gjarna fáa nakað burturúr. Allar vilja vit vinna, og tí riggar tað, segði Annika á Stongum. hil Klitschko jagstrar heiti Vladimir Klitschko hevur vunnið meistari í tungvektsboksing hjá WBO, IBO og IBF, og nú fer hann eftir fjórða heitinum, sum er WBA­heitið. Har skal Klitschko kappast við David Haye, sum er úr Bretlandi. – Mær hevði dámt at hitt hann á einum fótbóltsleikvølli, men eg eri eisini til reiðar at boksa ímóti honum á einum parkeringsplássi, sigur Klitschko. Enn er eingin dystur avtalaður millum teir báðar. Irak innaftur í hitan Irakska fótbóltssambandið er sloppið innaftur í hitan í altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA. Irak var annars útihýst úr altjóða fótbóltsfamiljuni í november mánaði, eitt tí landsins olympiska nevnd sendi leiðsluna í irakska fótbóltssambandinum til hús. Men nú váttar FIFA­forsetin, Sepp Blatter, at Irak er fullgildigur limur aftur í FIFA, eftir at leiðslan í fótbóltssambandinum er sloppin aftur til arbeiðis. Leygardagin 20/03: SÍ­TB 3­1 (17­25, 25­16, 25­19, 25­22) Sunnudagin 21/03: SÍ­TB 3­1 (25­21, 25­13, 25­27, 28­26) FAKTA og greipuna SÍ-kvinnur, føroya- meistarar og steypavinnarar 2010 Aftast frá vinstru: Heidi Christiansen, Betina Egholm, Helen Skaalum, Gunnleyg Joensen, Vivian Joensen, Ann-Britt Thomassen, Karin Mikkelen Fremst frá vinstru: Nancy Mikkelsen, Lisa Niclasen, Hervør Hansen, Tórfríð Tavsen, Annika á Stongum, Helga Guttesen, Annika Niclasen Mynd: Álvur Haraldsen