mánadagur 22. mars 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 22. mars 2010 – Nr. 56 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21
Føroyameistararnir eru
einas ta liðið, sum ikki hev
ur møguleikan at vinna seg
í finaluna
H71 fer ikki at endurvinna føroya
meistaraheitið. Tað fingu hoy vík ing
ar nir staðfest í síni egnu borg sein
na partin í gjár, tá teir taptu við ein
um máli móti Kyndil í einum dysti,
sum teir ikki høvdu ráð at tapa.
Fyri steðgin var Kyndil greitt
omaná, men hoyvíkingar togaðu
seg aftur í dystin, og seinastu 20
minut t irnar var munurin sera lítil.
Men tað eydnaðist ongantíð heima
liðnum at vinna seg upp á javnleikin,
og tí mugu teir ásanna, at teirra
leiklut ur í kappingini um føroya
meitaraheitið er av.
Kyndil
vísti
fyrimyndarligan
stríðs vilja í stórum løtum av dysti
num. Teir vóru treiskir og ágrýtnir
og góvu hoyvíkingum einki annað
val enn at renna aftaná.
Kyndil tevjar nú aftur finalupláss.
Komandi vikuskifti fáa sigursvandu
havnarmenninir vitjan av StÍF. Fyrst
og fremst noyðist Kyndil at fáa hjálp
frá grannunum úr Neistanum, sum
skal vitja VÍF. Vestmenningar mugu
tapa sín dyst, um hini liðini yvirhøvur
skulu hava møguleikan at vinna seg
í finaluna.
StÍF vann óvæntað á odda
liðnum og livir framvegis í
vónini at røkka finaluni
Tað varð ikki væntað, at StÍF fór at
standa oddaliðnum kurl, men púra
óvæntað hava strandingar fram veg
is møguleikan at sleppa í finaluna.
StÍF vann í gjár við heili sjey málum
á útivølli móti Neistanum, og tað
sást týðiligt frá byrjan, at gestirnir
høvdu nógv meira at spæla fyri.
Strand ingar vóru til reiðar frá byrjan
og loyvdu ongantíð oddaliðnum at
renna undan.
Fyri steðgin gekk javnt á, men
mið skeiðis í seinna hálvleiki rann
StÍF undan. Munurin øktist javnt og
samt, og við trivaliga sigrinum halda
strandingar framvegis lív í vónini
um at sleppa í finaluna.
Marian Cirloganescu var dagsins
mað ur hjá StÍF. Málverjin hevði fleiri
týdn ing armiklar bjargingar, sum
hevði við sær, at Neistin ongantíð
vann sær eina trygga leiðslu í fyrra
hálv leiki.
Dysturin í gjár var týðiligt dømi
um, at Neistin hevur einki at spæla
fyri. Bláu havnarmenninir tóktust
ikki serliga tendraðir, og meðan tað
stóð á í seinna hálvleiki vildi eingin
taka ábyrgd. Tað var ikki líkasæla,
men tað var torført at seta seg upp,
tá úrslitið sum so onga ávirkan hev
ur.
Alexandur Johansen, venjari hjá
StÍF, staðfestir á heimasíðuni hjá
Neist a num, at strandingar komu fyri
seg í seinna hálvleiki, runnu undan
Neistanum og vunnu uppiborið: –
Vit høvdu tol og lupu ikki framav. Vit
gjørdu okkum dælt av verjuvillunum
hjá Neistanum, samstundis sum vit
stóðu væl í verjustøðu, sigur venj
arin.
United eftir Villa
Spanski álopsspælarin, David Villa, hevur seinnu árini verið
eitt tað heitasta navnið í europeiskum fótbólti, og nú ganga
søgur um, at Manchester United er til reiðar við einum
rimmar tilboðið. Enskt blað skrivar, United fer at bjóða 330
milliónir krónur fyri Villa í summar. Ætlanin er, at tilboðið
skal latast fyri HMkappingina í Suðurafrika, tá teir bestu
spælararnir ofta gerast enn dýrari.
Milan kiksaði
AC Milan hevði um vikuskiftið møguleika at leggja seg á odda
í italsku landskappingini. Inter, sum hevur verið langt fremst,
hevur mist fleiri stig seinastu vikurnar, og AC Milan hevur
fingið nógv burtur úr sínum dystum. Men nú Milan kundi fara
fram um Inter, kiksaðu teir stríputu. AC Milan spældi ímóti
Napoli, og dysturin endaði 11. Inter er tí framvegis eitt stig á
odda í Seriu A.
Kollfirðingar vunnu á VÍF
í gjár. Tí eru tað fýra lið,
sum komandi vikuskiftið
fara at kappast um pláss í
FMfinaluni
Vestmenningar vóru í gjár steðgaðir
á málstrikuni. Eftir fýra sigrar upp í
slag hevði VÍF møguleikan at vinna
seg í FMfinaluna, men KÍF syrgdi
fyri, at avgerðin ikki fall hetta viku
skiftið.
Kollfirðingar vunnu við 2624 í
Vest manna. Tað fekk lív í aftur vón
ina hjá KÍF, StÍF og Kyndil at røkka
finaluni.
Fyri steðgin var líkt til, at VÍF fór at
vinna neyðugu stigini at sleppa í
finaluna. Men í seinna hálvleiki vóru
tað gestirnir úr Kollafirði, sum dug
du betur at halda høvdið kalt. Fleiri
ferðir stóð á jøvnum, og tá 10
minutt ir restaðu í, eydnaðist tað KÍF
at leggja seg á odda.
Vestmenningar
svaraðu
aftur
tvær ferðir, men tá KÍF skutu trý mál
upp í slag, var leyst og liðugt. Tá
kundu kollfirðingar fegnast um, at
møgu leikin fyri plássi í FMfinaluni
framvegis er á lívi.
Komandi vikuskifti skal Neistin
vitja í Vestmanna. Steypavinnararnir
hava sum heild verið stórspælandi í
hes um kappingarárinum, og geva
bláu havnarmenninir seg fult út, er
tað eingin í føroysku kappingini,
sum stendur teimum kurl.
Tí er spurningurin, um VÍF, sum
hevði besta møguleikan, nú hevur
ringas tu líkindini at vinna seg í
finalu na. Tí Neistin ætlar sær helst
ikki at tapa tveir dystir upp í slag
áðr enn finalurnar.
Tað er í øllum førum lagt upp til
eitt sera áhugavert hond bólts viku
skifti.
H71 er úti
VÍF tók ikki av
StÍF livir í
vónini
uni@sosialurin.fo
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Uni Holm Johannesen
Gert Hansen fekk undan, tá KÍF
í Vestmanna syrgdi fyri, at lív
enn er í finalumøguleikanum
Savnsmynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir