mánadagur 22. mars 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 22. mars 2010 – Nr. 56
Løgnasti dyst
ur nakrantíð
Brian Kerr, landsliðs venjari,
heldur dystin í gjár vera
løgn as ti dystur, hann hevur
ver ið við til. – Bólturin fór
upp und ir loftið seks ferðir.
Eg hevði heldur viljað spælt
uttandura, sigur hann
Hóast hetta var fyrsti landsdysturin
hjá Føroyum síðan oktober mánað,
so var tað ikki sjálvt fótbóltsspælið,
sum er tað fyrsta Brian Kerr nevnir,
tá hann verður spurdur um dystin. –
Hetta var løgnasti fótbóltsdystur eg
havi verið við til. Bólturin fór upp
und ir loftið seks ferðir í dystinum.
Tað er ikki sum ein ordiligur dystur.
Tað er ikki sum ein ordiligur lands
dyst ur. Eg hevði nógv heldur viljað
spælt uttandura, sigur Brian Kerr.
Hann heldur somuleiðis, at sjálvt
lands liðið hevur havt alt ov stórar
trupul leikar. – Vit hava havt ov nógv
ar trupulleikar av veðrinum í Før oy
um. Spælararnir hava næstan ikki
spælt í januar og februar, og so
brád liga í mars hava teir nógva venj
ing og nógvar dystir. Fyrireikingarnar
hava ikki verið í lagið. Tað er bara ørt
í veruleikan, sigur Brian Kerr.
Hann leggur afturat, at mentali
tet ur in má broytast, um fólk vænta
góð úrslit av landsliðnum.
– Vit hava leikarar, sum spældu
hós dagin og leikarar, sum spældu
fríggja dagin. Tað vísir manglandi
re spekt
fyri
landsliðnum.
Men
burtur sæð frá tí var spælið hjá okk
um í lagið, sigur Brian Kerr.
Teir nýggju vóru góðir
Hetta er fyrsta ferðin, at Brian Kerr
stend ur á odda fyri landsliðnum í ein
um venjingardysti, og tað fegn ast
hann hóast alt um.
– Vit høvdu nógv gott spæl, og tá
vit hugsa um, at tað vóru nógvir nýgg
ir leikarar. Spælararnir spældu væl,
men fyrsta ferðin teir nerta við bólt in
er ikki heilt nóg gott, hóast teir flestu
annars orka at spæla. Men teir nýggju
gjørdu tað gott. Rógvi Poul sen spældi
væl, Vagnur Mohr Mort en sen er
endiliga við, og hann spæl di eisini
væl, og Jóan Símun Edmuns son
spældi eisini væl, sigur Brian Kerr.
Hann fegnast somuleiðis, at hann
slapp at síggja Christian Mouritsen og
Høgna Zachariasen á land s lið num.
Týsk sensatión
Týskur fótbóltur fekk eina rætta sensatión um vikuskiftið,
tá ið Hertha Berlin vann heili 51 á útivølli ímóti týsku
meistarunum Wolfsburg. Kappingarárið hjá Hertha Berlin
hevur annars verið vánaligt, men hetta vikuskiftið bar alt
til. Theofanis Gekas skoraði hattrick í dystinum, og sigurin
bøtir um møguleikarnar hjá Herha Berlin at sleppa undan
niðurflyting úr fyrstu Bundesliguni.
Kann taka Giggs
Ryan Giggs hevur sett nógv met í síni tíð sum
Manchester United spælari, og skal ein spælari taka
hansara met, má tað verða Wayne Rooney. Tað heldur
Giggs sjálvur. – Um Wayne spælir her næstu 10 árini og
ikki fær álvarsligar skaðar, fer hann at seta øll hugsandi
met. Hann fer at spæla fleiri dystir enn eg og skora fleiri
mál enn Bobby Charlton. Eg vóni, at hann fer at megna
tað, sigur Giggs við Mail On Sunday.
Føroyar høvdu bóltin nógv,
tá vit hittu íslendingar í
høll ini í Kópavági í árliga
lands dystinum. Men
ís lend ingar fingu hevnt
ósig ur in frá í fjør, og ósig
ur in kundi væl verið bæði
størri og minni enn 20
Tað vóru fá, sum væntaðu nakað
ser ligt av venjingardystinum millum
Før oyar og Ísland í Kópavági í gjár.
Heili fýra leikarar góvu avboð til
land s liðið, áðrenn tað fór avstað, og
kav in í Føroyum seinastu tíðina hev
ur eisini avmarkað fyrireikingarnar
til hendan dystin, sum føroyingar
hóast alt vunnu í fjør, tá tað var
órógv í hópinum, og Heðin Askham
brád liga var alandsliðsvenjari eina
løtu.
Sjálvt ikki miðlarnir fingu mannað
seg upp at gera nakað serligt burtur
úr dystinum, og venjarin, Brian Kerr,
legði longu fríggjadagin eftir før
oysku
feløgunum,
sum
brúktu
lands liðs leikarar í venjingardystum
bæði hósdagin og fríggjadagin.
Úrslitið gjørdist eitt – mann freist
ast at siga – vanligt 20 tap, so har
var heldur onki, sum kom óvart á.
Byrjaðu væl
Men um tað var eldgosið í Íslandi
sunnu morgunin,
sum
órógvaði
ís lendsku leikararnar meira enn teir
føroysku, skal vera ósagt, men fyrstu
løtuna vóru føroyingar omaná í
høll ini. Longu áðrenn tíggju minutt
ir vóru leiktir, høvdu føroyingar
tríggjar ferðir spælt seg inn um
ís lendsku verjuna, og hóast seinasta
av leveringin ikki ordiliga sat, so vísti
hetta, at føroyingar vildu okkurt.
Men íslendingar vóru ikki veruliga
órógv aðir í meira enn tíggju minutt
ir, tí tá kom Ísland til ein møguleika,
sum onkur vildi kallað hepnan, men
hvussu er og ikki, so megnaði
Matthías Vilhjálmsson at skalla
bóltin upp í høgra málhorn, uttan at
Gunnar Nielsen – sum eisini vardi
málið fyri júst einum ári síðan –
hevði nakran møguleika.
Spælið javnaði seg út gjøgnum
hálvleikin, og kanska hevði føroyska
lið ið bóltin meira, enn tað plagar at
hava í sínum dystum. Hetta hevði
mill um annað við sær, at føroyingar
fingu fleiri hornaspørk, men før oy
ing arnir fingu ongantíð ordiliga
hótt íslendska málið.
Áðrenn føroyingar vardu, vóru
íslend in garnir aftur upp á spæl. Tí í
37. minutti gjørdist støðan 20 til
Ís land, tá Kolbeinn Sigþórsson fær
bólt in úr høgru síðu og skorar úr
stut t ari frástøðu.
Føroyingar hildu á fram at royna
at spæla bólt, men teir veruligu
møgu leik arnir
komu
ongantíð.
Kanska eisini orsakað av, at Súni
Olsen sat á bonkinum.
Dysturin varð upplatin
Longu frá byrjan í seinna hálvleiki
byrjaðu útskiftingar, sum ofta oyði
leggja ein venjingardyst at vera
gjørdar.
Hetta merkti tó ikki, at færri
møgu leikar komu í dystinum. Tá
liðini byrjaðu at skifta út, vísti tað
seg nevniliga, at bæði liðini royndu
meira fram eftir vøllinum, og hetta
lat upp í báðum endum.
Íslendingar skutu nakrar ferðir á
føroyska málið, og føroyingar skutu
nakrar ferðir við síðurnar av ís lends
ka málinum.
Størsti møguleikin hjá Føroyum
kom helst í 68. minutti, tá fyrrverandi
spæl ar in
hjá
Keflavík,
Símun
Samuel sen, enntá kom fram við
ís lends ka
málverjanum,
áðrenn
hann setti bóltin í síðunetið. So tað
var ikki tað, at føroyingar vóru púra
spældir av vøllinum.
eij@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu
Íslendingar he