mánadagur 22. mars 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 22. mars 2010 – Nr. 56 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23
Men føroyingarnir vóru ikki nakað
serliga neyvir. Bara ein roynd rakti
málið, og tað var tá Bogi Løkin skeyt
bóltin úr høgru ímóti málinum hjá
ís lendingum, men tí tók málverjin
sær av.
Fleiri skiftingar vórðu gjørdar í
sein na hálvleiki, og tá komu millum
aðr ar, Súni Olsen og Atli Gregersen,
sum annars hava verið fastir menn
hjá Brian Kerr, inn á vøllin.
Eitt vanligt tap
Hóast Føroyar í hesum dystinum
inni í høllini í Kópavági høvdu bóltin
rætti liga fitt, og eisini megnaðu at
gera fleiri ting, so var hetta skerda
før oyska landsliðið ikki ført fyri at
gera meira, enn vit ofta uppliva við
lands liðinum. At tapa 2-0 ímóti
Ís landi er sjálvandi ikki nøkur kata-
stro fa, og tí verður hetta helst ein
dyst ur, sum vit gloyma rættiliga
skjótt, hóast teir tríggir Rógvi Poul-
sen, Jóan Símun Edmundsson og
Høgni Zachariasen fingu sín fyrsta
dyst frá byrjan í einum landsdysti
nakr an tíð.
Fróði Benjaminsen, lið
skip ari á føroyska fót bólts
landsliðnum hjá monn um,
saknar fleiri lands dyst ir,
men heldur tó, at eftir
um støðunum gjørdi lands
lið ið tað gott í gjár
– Vit skuldu gjarna spælt fleiri
landsdystir, so vit kundu verið betur
samanspældir, sigur Fróði Benja-
min sen, liðskipari á landsliðnum,
ef t ir tapið ímóti Íslandi.
Tó heldur hann, at orsøkin til, at
før oyska landsliðið ikki var heilt í
essi num til landsdystin í gjár, mest
hev ur við at gera serligu um støð ur-
nar við kava í Føroyum í vetur.
– Vit skuldu gjarna verið klárir til
dyst hesa tíðina á árinum, men
mann hevur ikki spælt so nógv sum
mann plagar at gera av kavanum,
sum hevur verið, og tí er árið í ár
heilt serligt, heldur liðskiparin á
lands liðnum.
Um sjálvan dystin sigur Fróði
Benja minsen, at leikararnir gjørdu
tað teir kundu: – Vit spældu fult upp
við teir, men tað er ikki so nógv at
siga, tá mann tapir 2-0. Høvdu vit
verið eitt sindur hepnari og tóku
okkara møguleikar, so kundi verið
øðr vísi, sigur hann.
Spurdur, hvør munurin var millum
liðini í gjár, er liðskiparin avgjørdur:
– Teir tóku sínar møguleikar, men
tað gjørdu vit ikki, so vit mugu í
hvus su so er blíva betri at gera mál,
sigur Fróði Benjaminsen.
Fríggjadagin og aftur í gjár
hevði Brian Kerr hug at
leggja eftir føroysku lið
unum at mangla re spekt
fyri landsliðnum. Ser liga
harmast hann støð una
við Víkingi. – Vit høvdu
fyrireikað eina venj ing ar
legu, og tá eg komi heim,
eru bara seks dagar til ein
truplan útidyst í steypa
kapp ing ini, sigur Jógvan
Mart in Olsen, venjari hjá
Vík ingi
– Vit hava havt gott samstarv frá lið-
unum í Onglandi og Danmark. Ikki
øll liðini í Føroyum hava – má mann
siga – verið eins góð at samstarva
við.
Hvat meinar tú við tí?
– Víkingur er eisini í Íslandi, og teir
spæla nakrar dystir, og vit fáa ikki
Súna og Atla í hópin fyrr enn sunnu-
dagin, so tað er ikki ideella støða,
segði Brian Kerr, landsliðsvenjari, við
tíðindini hjá Rás2 fríggjadagin.
Sunnudagin helt Brian Kerr fram á
sama hátt, og greiddi frá um leikarar,
sum spældu 90 minuttir hósdagin
og onkur fríggjadagin, og hann
met ir, at hetta ikki er nakað, sum
kann bjóðast einum landsliðið.
Jógvan Martin Olsen, venjari hjá
Vík ingi, sigur seg væl kunna seta
seg inn í støðuna viðvíkjandi Atla
Greger sen og Súna Olsen, men sig-
ur seg hava sítt at hugsa um.
– Vit høvdu fyrireikað eina venj-
ing ar legu fyri langari tíð síðan, og
brádliga kemur Fótbóltssambandið
við einum landsdysti. Eg havi eina
rúgvu av skaddum leikarum og fleiri
leikar ar eru farnir úr hópinum, og
mána dagin, tá vit koma aftur til
Føroya eru bara seks dagar til ein
truplan útidyst í steypakappingini.
Tað er mín veruleiki, sigur Jógvan
Mart in Olsen, sum eisini er fyrr ver-
an di landsliðsvenjari og dugir at
seta seg inn í støðuna hjá Brian Kerr.
– Eg rokni ikki við, at hann meinar
nakað ilt við hasum, og eg skilji
hann væl, men nú síggi eg tingini
frá einum øðrum sjónarhorni, tí nú
eri eg klubvenjari, sigur Jógvan
Mart in Olsen, sum leggur afturat, at
hann og landsliðsvenjarin hava
verið í samskifti um leikararnar, og
hann helt, at teir høvdu fingið eina
støðu, sum báðir høvdu góðtikið.
-eij
Vil aftur út í Europa
Fulham stóð fyri einum óvanligum avriki, tá ið felagið í
farnu viku vann heili 4-1 á Juventus í Europa League. Tað
hevur givið venjaranum Roy Hodgson blóð á tánna.
Hann vil nú raðfesta FA Cup og Europa League hægst
fyri at sleppa aftur í Europa at spæla næsta kappingarár.
Fulham liggur miðskeiðis á stigatalvuni í Premier League,
og megnar neyvan at náa europeisku plássunum í
deildini.
Trívist í Chelsea
31 ára gamli Nicolas Anelka er fegin um at spæla fyri enska
felagið Chelsea, og hann er sinnaður at halda fram í felagnum
í fleiri ár afturat. – Í árunum millum 25 og 39 finnur tú ofta títt
heim, og eg kenni meg heima í Chelsea. Eg havi ikki fyri
neyðini at fara aðrastaðni at spæla, og tí eri eg eisini sinnaður
at leingja sáttmálan við Chelsea, sigur Anelka, sum er blivin 31
ára gamal, og hevur spælt í Chelsea síðani 2008.
eij@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu
vndu seg
Klandur um leikarar
Ynskir fleiri
landsdystir
Ísland-Føroyar 2-0 (2-0)
1-0: Matthias Vilhjálmsson, 10.
2-0: Kolbeinn Sigþórsson, 37.
Ísland: Gunnleifur
Gunnleifsson (Fjalar
Þorgeirsson, 46.) – Skúli Jón
Friðgeirsson (Guðmundur
Reynir Gunnarsson, 89.), Jón
Guðni Fjóluson, Valur Fannar
Gíslason, Arnór Sveinn
Aðalsteinsson – Guðmundur
Kristjánsson, Matthías
Vilhjálmsson (Baldur
Sigurðsson, 49.), Bjarni
Guðjónsson – Steinþór Freyr
Þorsteinsson (Atli Guðnason,
77.), Kolbeinn Sigþórsson
(Alfreð Finnbogason, 84.),
Jóhann Berg Guðmundsson
(Óskar Örn Hauksson, 65.)
Føroyar: Gunnar Nielsen –
Jónas Tór Næs, Egil á Bo (Atli
Gregersen, 65.), Vagnur Mohr
Mortensen, Høgni
Zachariasen (Einar Hansen,
72.) – Rógvi Poulsen, Atli
Danielsen (Súni Olsen, 46.),
Fróði Benjaminsen, Símun
Samuelsen (Christian R.
Mouritsen, 79.) – Bogi A. Løkin
(Andrew av Fløtum, 72.), Jóan
Símun Edmundsson (Bárður
Olsen, 79.).
Dómari: Claus Bo Larsen
Linjudómarar: Gunnar Sverrir
Gunnarsson og Einar
Sigurðsson
FAKTA
Brian Kerr saknar, at Gunnar Nielsen
spælir fleiri dystir, men vísir tó á, at
Gunnar væl og virðiliga er fyrsta val
á landsliðnum nú. – Gunnar hevði
ongar møguleikar við málunum, metir
landsliðsvenjarin eftir ósigurin á Íslandi
í gjár
Savnsmynd: Kjartan Þorbjörnsson/Morgunblaðið