Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-22, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. mars 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 22. mars 2010 – Nr. 56 Odd føroya­ meistari við nýggjum meti Í gjár var føroyameistarakapping í bogaskjóting hjá børnum, og Odd Andreassen megnaði at vinna kappingina, samstundis sum hann eisini setti nýtt met Ungu bogaskjúttarnir høvdu í gjár ta fyrru av tveimum føroyameistarakappingum, og talan var hesa ferð um kappingina á 15 metrum fyri skjúttar undir 17 ár. Odd Andreassen hevur ligið í oddinum í alt ár, og í gjár var einki undantak. Unglingin úr Runavík megnaði innleiðandi at vinna sær 576 stig, og hetta merkir, at metið hjá Eiriki í Jákupsstovu upp á 570 stig, sum hevur staðið í meira enn fimm ár, er tikið. Teir næstu eftir Odd Andreassen, vóru Trygvi Laksáfoss við 544 stigum og Oddmar Nielsen við 541 stigum. Odd helt fram at vera sterkari enn hinir í finaluumførunum, og í hálvfinaluni ímóti Heina Bergson vann Odd Andreassen lættliga. Í sjálvari finaluni kappaðist Odd Andreassen ímóti Trygva Laksáfoss, og eisini tann dystin vann 15 ára gamli runavíkingurin, og tí er hann aftur í ár føroyameistari hjá børnum á 15 metrum. Men tað verður hann ikki aftur, tí í komandi kappingarárið verður hann vaksin. Um triðja plássið skutu Heini Bergson og Oddmar Nielsen. Tann dysturin endaði javnur 106-106, men í umskjótingini gjørdi Oddmar Nielsen bart og skjeyt pílin mitt í miðjuna. Tað megnaði Heini Bergson ikki, og tí fekk Oddmar Nielsen triðja pláss. hil Dómarin fær skyldina Chelsea reyk úr Champions League í farnu viku, og liðformaðurin John Terry heldur, at dómarin átti sín part av skyldini fyri hetta. – Okkara avrik var vánaligt, men dómarin var eisini vánaligur. Vit fingu ongar avgerðir, sum vóru til okkara fyrimun, sigur John Terry. Meira enn einaferð líktist tað brotssparki, tá ið Inter-spælarar hildu og togaðu spælarar hjá Chelsea í brotsteiginum. Messi sum Maradona Tað var eitt bragd av teimum stóru, tá ið Maradona leiddi Argentina til HM-gull í 1986. Síðani hevur eingin einstakur spælari havt so stóra ávirkan á eitt HM-endaspæl, men danin Michael Laudrup heldur, at Messi kann gera Maradona kynstrið eftir. – Messi er framúr spælari, men um hann verður tann besti nakrantíð, kann hann eisini ganga á odda fyri Argentina sum Maradona gjørd, sigur Laudrup við BT. Alt tosið um møguligar um dystir fjaraði burtur, tá tað vísti seg, at Klaksvíkar Talv felag vant burtur úr Havn ar Telvingarfelag í endaumfarinum í lið kapp­ ingini Undan seinasta umfarinum í lið- kappingini í talvi vóru fremstu liðini so jøvn á stigatalvuni, at lagt var upp til umdystir, um tað skuldi stað- ið á jøvnum millum onkur teirra. Men klaksvíkingar vóru so sann før- andi við borðini, at hetta kom ongan tíð upp á tal – og verri enn so. Við sterkari manning eydnaðist Klaks víkar Talvfelag at vinna 3½-½ á Havnar Telvingarfelag, og talan var tí um ein sigur, ið sjáldan er sæddur líka sannførandi. Gamaní, høvdu klaks víkingar dubbað seg eitt sind- ur við altjóða meistaranum, IM Silas Lund, sum hevur verið knýttur at felagnum í fleiri ár. Hann kom við, nú Ólavur Simonsen hevði forfall, og megn aði á fyrsta borði javnt ímóti IM Helga Dam Ziska, sum var sterk- asta kortið hjá Havnar Telvingarfelag. Teirra millum gjørdist talan um ein óvæntað stuttan javnleik, og so lá ræðið fyri hjá hinum trimum klaks víkingunum, FM Heini Olsen, Eyð un Nolsøe og Finnbjørn Vang, ið vun nu á ávikavist Martini Poulsen, Hans Kristiani Simonsen og Hjalta Toft um Jógvansson, ið vanliga skul- di verið eitt sera sterkt lið – men ikki leygardagin! Triðja liðið, ið kundi havt blandað seg upp í FM-stríðið, um ikki klaks- vík ingar sópaðu alla mótstøðu so bragd liga til viks, var Vestmanna, sum – eins og Havnin – var eitt stig aftan fyri Klaksvík undan enda um- farinum. Vestmenningar vunnu ein tryggan 3-1 sigur og fingu harvið silvur ið, meðan Havnin altso mátti taka til takkar við bronsuni. Sandavágur fram Tað er ikki bara í Klaksvík, at tað grør um gangandi fót í telvingini, tí Sanda vágur sær út til at gera fram- stig alla tíðina. Í fjør var liðið við í FM-finaluni og vann silvur, og í ár var Sandavágur eisini við, næstan til tað síðsta. Nú hevur Sandavágur eisini vunn ið 2. deild og hevur tvey lið í 1. deild næsta ár, umframt at ung ling- ar nir hjá Sandavági gjørdust før oya- meistarar og harvið troðkaðu FM- vinn ar arnar síðstu trý árini úr Klaks- vík av trúnuni. Vestmenningar, sum vunnu silvur í 1. deild, vunnu 3. deild sera greitt og hava komandi ár tvey lið í 2. deild, so eisini har hendir nakað. Klaksvík aftur best í talvi Endaligu støðurnar 1. deild 1. Klaksvík 1 28½ 2. Vestmanna 27 3. Havnin 1 24½ 4. Sandavágur 1 21½ 5. Klaksvík 2 11 6. Toftir 1 7½ 2. deild 1. Sandavágur 2 23 2. Havnin 3 22 3. Havnin 2 22 4. Vestmanna 2 20 5. Klaksvík 3 17½ 6. Rókur 1 15½ 3. deild 1. Vestmanna 3 32 2. Skopun 25 3. Gøta 23½ 4. Rókur 2 22 5. Vestmanna 4 22 6. Havnin 4 20 7. Havnin 6 18½ 8. Sandavágur 3 15½ 9. Havnin 5 15 10. Toftir 2 12 11. Kollafjørður 10½ Unglingar 1. Sandavágur 31½ 2. Havnin A 30½ 3. Vestmanna 27½ 4. Klaksvík 20½ 5. Havnin B 10 6. Rókur 0 einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Føroyameistararnir hjá Klaksvíkar Talvfelag: Heini Olsen, Finnbjørn Vang, Eyðun Nolsøe, Terji Petersen og Silas Esben Lund Mynd: Talvsamband Føroya