mánadagur 22. mars 2010síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Nr. 56 - 22. mars 2010
viðmerkingar
Lurtaði av tilvild eftir
KVF, d.d. 18. mars 2010 kl
17:10 og út, sum prestur
málber seg.
Eg visti ikki, hvør ið tos
aði, men orðið fangaði, og
ljóðaði sum søtur tónleikur
í mínum oyrum.
Har vóru nógv evnir
havd á lofti, og har vóru
nógvir spurningar. Men
hvørja ferð rungaðu svarini
sum besti tónleikur í mín
um oyrum.
Tað besta eg havi hoyrt í
fleiri ár gjøgnum kring
varpið. Hóast politikarar
og tað teir hugsa og gera,
fyllir fjølmiðlarnar 95%,
og verður endurtikið fleiri
ferð um dagin. Og endur
sent uppaftur fleiri ferðir.
Undir samrøðuni nevndi
spyrjarin navni Sjúrð, og
eg hugsaði, man tað vera
komikarin?
Líka mikið, svarini vóru
líka greið og skilagóð,
allan vegin í gjøgnum, ein
fragd at lurta eftir einum
so skilagóðum ungum
manni. Einum sum eg helt
bert vera ein komikari.
Men gakk, har var vit og
skil, sum krevst fyri at
koma víðari í samfelag
num.
Eg havi í nógv ár saknað
slíkt skilagott. Og tá eg
fann út av, at tað var
komikarin Sjúrður Skaale,
segði eg, at best var at siga
honum takk, og sum sagt
so gjørt, tí hann situr inni
við slíkari vitan sum okk
ara samfelag hevur brúk
fyri, fyri at rykkja okkara
politikarar burtur úr teirra
konservativu hugsan, sum
egoistiskt steðgar fram
burði.
Eg bað hann gera eitt
upp lýsandi skeið fyri
politik arum, og taka Høgna
við.
Eg havi ofta gjørt við
merk ingar til teirra poli
tikk. Ikki fyri at vera
negativur, men fyri at fáa
menn at hugsa seg um.
Tí var henda samrøða í
KVF, sum balsam fyri
sálina, sum hevur verið
meiðsla av jánkasligum
avgerðum í Føroyum.
Góða eydnu Sjúrður: Tú
skilir komikkin og meir
enn tað, tú torir at vísa á
tað komiska í okkara
samfelag.
Ein sólskinsøga
Brynjálvur
DanBjørg
Aftursvar til fallitterklæring Unga
Sambandsins:
Tey ungu eru ikki
líkasæl og ábyrgdar
leys – júst tí velja
tey Tjóðveldi
Katrin Hovland Petersen úr Unga Sambandinum
pástóð á landsfundi Sambandsins, at ungdómurin er
líkasælur og ábyrgdarleysur, tá hann velur Tjóðveldi.
Katrin sigur: »Tey ungu, sum hugsa um Tjóðveldi
eru ov ábyrgdarleys, tí tey hugsa ikki um børnini hjá
sær og foreldrini hjá sær.«
Eitt ótrúliga vánaligt uppáhald og vánalig grund
geving, tá hon nú leggur upp til, at hon sum sam
bands kvinna er meiri umhugsin enn ung, sum
fylkjast um tjóðveldishugsjónina.
Unga Tjóðveldið skilir væl, um Unga Sambandið
er ørkymlað um, at tey ikki hava stóran fjeppara
skara. Men erligt talt, hvør tímir at fáast við passivan
statiskan sambandspolitikk?
Hvat er tað fyri ungdómur, sum ikki hevur dirvi at
ganga frameftir, men heldur vil bakka?
Hvør ungdómur ynskir at fylkjast um ein politikk,
sum:
tvíheldur, at onnur kunnu stýra Føroyum betur
enn føroyingar
er fastlæstur í tí, sum er?
berjist við hond og fót ímóti frambrøgdum, sum
framsóknir føroyingar gera?
Er tað í roynd og veru ikki andsøgn, at nakað
yvirhøvur eitur Unga Samband?
Ein tann størsta orsøkin til, at Unga Tjóðveldið er
so vælumtókt, er tann, at vit arbeiða frameftir og
steðga ikki, fyrr enn vit koma á mál.
Vit stremba eftir:
at Føroyar verða ein republikk við egnum
sjálvsavgerðarrætti
at rættur politikkur kemur á dagskránna og ikki
hesin núverandi kyksendis politikkurin, sum
hevur steðgað øllum samfelagsframbrotum
At ung fylkjast um Tjóðveldispolitikkin heldur enn
Sambandspolitikkin er reinur logikkur fyri Unga
Tjóðveldið.
Jú víst er tjóðveldisungdómur árvakin og
ábyrgdarfullur.
Landsnevnd Unga Tjóðveldisins
Aftursvar 2 til Kaj Leo
Holm Johannesen
Hetta svarar løgmaður aftur, tá Unga Tjóðveldið spyr,
um tey, sum longu hava eina útbúgving, skulu fara í
skúla umaftur:
»Tey sum longu hava eina útbúgving fara sjálvandi
ikki at taka eina útbúgving umaftur. Men tey kunnu
nýta høvi at taka eina eftirútbúgving ella taka við
tilboðum um førleikamenning, sum ALS skipanin
veitir.«
Men hetta er ikki í samsvari við tað, sum Ernst
Jacobsen, stóri í ALS, sigur. Ernst Jacobsen úttalaði
seg um hetta evnið á pallborðsfundi um arbeiðsloysi
millum ung í Miðlahúsinum 5. november 2009. Hann
segði, at hesi, sum ikki hava verið á arbeiðs
marknaðinum, høvdu ongan rætt til ALS útgjald ella
aðrar tænstur, sum ALS skipanin veitir.
Vegna Unga Tjóðveldið
Jenus í Trøðini og Gunnhild Dahl Niclasen
Rímilig semja er um, at
tað eigur at verða obliga
toriskt, at børn, sum fylla 6
ár í árinum, fáa ein skip að
an dagligdag, sum svarar
til tað, sum aðrastaðni
verður nevnt 0. flokkur ella
forskúli.
Hetta kom fram á kjak
fundi í fullsettum Miðla
húsi mikukvøldið, sum
Tjóðveldi skipaði fyri. Har
varð spurningurin um,
hvørt børn okkara skulu
byrja í skúla, í tí árinum
tey fylla 6 ella 7 ár, til
viðgerðar. Umboð fyri
lærarar og pedagogar
saman við einum sálar
frøðingi vóru í panelinum.
Tey førdu øll, við hvør
sínum innleggi síni sjónar
mið fram, og fingu sera
nógvar viðkomandi spurn
ingar og viðmerkingar frá
áhugaðum fundarluttak
arum.
Brúgvin, um tað sum er
best fyri barnið
Tað tóktist eisini at verða
semja millum øll, sum
høvdu orðið á fundinum, at
tað er alneyðugt at byggja
brúgv millum fakbólk
arnar: Pedagogar og
Lærarar, so tað ikki eru
fakfelagsspurningar, sum
fora fyri tí skilagóðu
loysnini.
Spurningurin um hvørt
0 flokkur ella forskúlin
skal hava høvuðssæti í
fólka skúlanum ella í barna
garðinum er viðkom andi,
men eigur ikki at verða tað
avgerandi. Tað avgerandi
er sjálvandi, hvat er best
fyri barnið. Og hvat tað er,
sum teirra forvitni og
búning spyr eftir. Útfrá tí
eiga vit so at leggja
karmarnar til rættis.
Børn eru ymiskt og tó
Børn eru rættiliga ymiskt.
Tað kunnu vit øll verða
samd um. Men nøkur
generell viðurskifti ganga
aftur hjá teim flestu: Vit
læra at ganga, tá vit eru
uml 1 ára gomul (pluss
minus ½ mdr) Vit læra at
tosa, tá vit eru 2½ ár (pluss
minus 1 ár), vit sleppa av
við blæuna, tá vit eru 3 ára
gomul (pluss minus 1 ár),
og sambært fólkaskúla
lógini skulu, vit fara í
skúla í tí árinum vit fylla 7
ár.
Henda áseting man verða
íkomin, tí tað tá, tá ið
lógin varð smíðjað, hevur
verið hildið, at tað er ein
hóskandi aldur at byrja
skúlagongdina. Hesum
aldri eru tað tó flest lond,
sum eru farin frá:
Í Noreg kom fyri trimum
árum síðani obligatoriskt
krav um, at børn skulu í 1.
flokk sum 6 ára gomul.
Í Danmark kom fyri
einum ári, síðani obliga
toriskt krav um, at børn
skulu í 0. flokk sum 6 ára
gomul.
Í Íslandi fara tey eisini í
skúla sum 6 ára gomul –
og ætlanin er at mann í
Ìslandi skal byrja í 1.
flokki sum 5 ára gomul,
Í og Commonwelth
londum fara tey eisini í
skúla uml 5 ára gomul.
Kjakið heldur vónandi
fram
Kjakið vísti, at fólk, sum
fáast við børn hava stóran
áhuga í og sterkar meining
ar um hetta evnið, sum
vónandi kemur at føra við
sær fleiri almenn orða
skifti. Víst var á, at panelið
kundi verið breiðari
mannað. Tí kunnu vit bara
vóna, at tað á komandi
fundum um evnið, verður
varpað ljós á sjónarmiðini
hjá foreldrum, heilsufrøð
ingum, forskúlalærarum,
og hví ikki eisni hjá
børnum í tí aldrinum, vit
umtalað. Og so er eisini at
vóna, at fólk, sum hava
meiningar um evni nýta
møguleikar at siga sína
hugsan. Bæði í skrift og í
talu.
Nær eru børnini skúlabúgvin
og børnini skúlabúgvin?
vegna Tjóðveldi
annita á
Fríðriksmørk
Tíðindaskriv
LÍV hevyur stovnað luta
íbúðarfelagið
P/F
Luta
ÍbúðarVirkið at byggja og
reka luta og leiguíbúðir. Á
hendan hátt verður pen
sjónskapitalurin virkin í tí
føroyska samfelagnum og
til gagns fyri tryggingar
takararnar hjá LÍV, sam
stundis sum hetta skapar
virksemi í búskapinum í
landinum.
Tað er vanligt í útlondum,
at pensjónsfeløg gera íløgur
í fastogn, harundir í luta
íbúðir.
Tørvurin í Føroyum er
eyðsýndur fyri hesum slag
av íbúðum, og ætlanin hjá
LÍV at gera íløgur á bú
staðarmarknaðinum hevur
verið frammi fyrr.
Ein fortreyt er, at lógar
karmarnir eru til staðar, so
leiðis at luta og leiguíbúðir
vera javnt settar við eig
araíbúðir. Tað eru útlit fyri,
at lógargrundarlagið kemur
upp á pláss, og tí metir
felagið at tíðin er búgvin at
fara í gongd.
Nevnd og stjórn í nýggja
felagnum P/F Luta Íbúðar
Virkið er tann sama sum í
LÍVfeløgunum. Partapen
ingurin er 10 mió. kr. Stjóri
í felagnum er Tummas
Eliasen, nevndarformaður
er Gunnleivur Dalsgarð.
LÍV stovnar lutaíbúðarfelagið »LutaÍbúðarVirkið«