mánadagur 22. mars 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 56 - 22. mars 2010
viðmerkingar
Eitt ella fleiri
valdømir?
Tá spurningurin um eitt ella fleiri valdømir av fyrstan
tíð kom upp at venda, var eg fyri einum valdømi. Nú
eri eg bangin fyri tí demokratiska undirskotinum, ið
kann standast burturúr einum valdømi.
Tað vakrasta við einum fólkaræði, eftir míni metan,
er at eingin skal kenna á sær, at viðkomandi ikki er
umboðaður innan lóggevandi valdið í landi sínum.
Parlamentið skal jú endurspegla samfelagið í størstan
mun gjørligt, og tí skulu væl øll kenna á sær, at tey
eru væl umboðaði.
Nú er einki hent enn, ið bendir á, at ávís økir í
Føroyum ikki fáa tingmann/kvinnu á ting næsta val.
Tó er ein veruligur møguleiki til staðar, ið ger tað, at
økir kunnu standa uttan lokala umboðan á tingi um
Føroyar framvegis verða verandi eitt valdømi. Onkur
heldur kanska at tað ger einki, tí Løgtingið skal taka
sær av nationalum málum og ikki lokalum málum.
Til tað havi eg tað at siga, at nú má mann síggja
veruleikan í eyguni og ásanna, at í Føroyum búgva
hóast alt ikki meir enn uml. 50.000 fólk og 18 lítlar
oyggjar geva ikki ein mynd av einum stórveldi. Tí
eru national mál eisini lokal mál! Nú skal hetta ikki
misskiljast sum ein roynd frá mær at avskaffa
kommunurnar, tí tað er slettis ikki meiningin. Tað eru
nógv mál, ið liggja betur hjá kommunum enn hjá
landinum, men ein kann hyggja at hvat løgingið játtar
pening til og síggja, at national mál eisini eru lokal
mál: Tunlar, havnaløg, flogvøllur, hallir, ferjur,
samferðsla o.s.fr. Mann má síggja tað í eyguni, at
hetta eru mál, ið Føroya Løgting tekur sær av. Eg eri
klárur yvir, at tað eru nógv onnur mál, sum Løgtingið
tekur sær av og teir hava eisini mál, sum sanniliga
eru national og ikki lokal, men so leingi, sum tey
fyrrnevndu mál liggja á løgtinginum og mál annars,
ið raka lokal økir, so má hvørt økið kenna seg trygt í
at hava umboðan á Løgtingi.
Nú skal tað eisini sigast, at eg haldi tað verða
rættvíst, at hvørt økið sær verður lutfalsliga rættvíst
umboða. Tí havi eg eitt uppskot um hvussu tað kann
gerast á ein lutfalsliga lættan máta. Fylgjandi tøl, ið
eg nýti eru øll fingin til vega frá www.hagstova.fo.
Um vit býta Føroyar upp í tey sjey gomlu
valdømini og býta fólkatalið í hvørjum valdømi við
1.500 fáa vit eitt tingmannatal, ið eitur 31.
Í Norðoya valdømi búgva 5.974 fólk. Býtt við
1.500 gevur tað 4 tingmenn.
Í Eysturoyar valdømi búgva 10.887 fólk. Býtt við
1.500 gevur tað 7 tingmenn.
Í Norðurstreymoyar valdømi búgva 3.893 fólk.
Býtt við 1.500 gevur tað 2 tingmenn.
Í Suðurstreymoyar valdømi búgva 18.658 fólk.
Býtt við 1.500 gevur tað 12 tingmenn.
Í Vága valdømi búgva 3.084 fólk. Býtt við 1.500
gevur tað 2 tingmenn.
Í Sandoyar valdømi búgva 1.438 fólk. Býtt við
1.500 gevur tað 1 tingmann.
Í Suðuroyar valdømi búgva 4.844 fólk. Býtt við
1.500 gevur tað 3 tingmenn.
Samanlagt gevur hetta 31 tingmenn. Á henda hátt
tryggja tú hvørjum øki umboðan og sleppur undan
vandanum við eini sentralisering av tingmanningini.
Um mann so velur at halda fast í útrokningini, ið
eitur eitt tingfólk fyri 1500 íbúgvar, kann kvotan við
tingfólkið justerast alt eftir hvar fólkið flytur, so
tingmannatalið fyri hvørt økið ikki er læst fast. Tó
skal talið ongantíð fara undir 1.
Hetta kann tykjast einfalt og onkur kanska heldur
hetta verða ov einfalt, men ofta verða tingini gjørd
torførari enn tey í veruleikanum eru.
Vísandi til tygara/tykkara
avgreiðslu av flogvallar
málinum, vil eg hervið
loyva mær at stilla fylgj
andi spurningar, soleiðis at
eftirtíðin kann meta um tað
úr hondum lætna arbeiðið.
1. Avgerð um at leingja
flogvøllin er tikin uttan
at vita, um regularitet
urin gerst betri. Kann
landstýsismaðurin
vátta, at regulariteturin
gerst betri av tí, at vøll
urin verður longdur?
2. Tað sum Føroya land
hevur brúk fyri er betri
regulariteti. Hví hevur
landsstýrismaðurin valt
ikki at hava hetta týdn
ingarmiklasta avgerð
ar grundarlagið við, tá
uppskotið var borðið
niðan í Tingið?
3. Hevði landsstýris mað
urin, tá uppskotið bleiv
borðið niðan í Tingið,
vitan um, hvussu
regulariteturin fór at
broytast aftan á eina
leinging av vøllinum?
4. Hevði
landsstýrismaðurin, tá
uppskotið bleiv sam
tykt, vitan um, hvussu
regulariteturin fór at
broytast, aftan á
útbygg ingina?
5. Heldur landsstýris
maðurin, at tað er
skilagott at leingja
vøllin, um regulari
teturin gerst verri?
6. Vøllurin í Vágum
verður 1799 metrar.
Hví ikki 1800 metrar,
sum er vanligt?
7. At vøllurin ikki gjørd
ist 1800 metrar, er tað
tí, at tað ikki letur seg
gera fysiskt innan
vanligar karmar?
8. At vøllurin ikki gjørd
ist 1800 metrar, er tað
tí, at tað als ikki gevur
meining fíggjarliga,
samanborið við møgu
lig alternativ?
9. Hevur landsstýris
maðurin kannað og
fingið váttað, at ein
1799 metra vøllur, fer
at nøkta tørv Føroya
land tey næstu 50
árini?
10. Hví velur landsstýris
maðurin ikki at bíða
eftir kanningini, sum
sigur, hvar best er at
leggja ein flogvøll í
Føroyum, um atlit
skulu takast til fram
tíðar tørv?
11. Er landsstýrismaðurin
sera væl nøgdur við, at
teir føroysku fjølmiðl
arnir (D&V) siga, at
vøllurin er 1800 metrar
og annars ikki seta
omanfyristandandi
spurningar?
12. Heldur landsstýris
maðurin, at hesir
spurningar eru við
komandi fyri flog
vallaviðurskifti Føroya,
ella skal dómurin vera
ódugnaskapur og/ella
spin frá landsins
leiðslu?
Við vón um at landsins
myndugleikar hava dirvi,
evni og vilja at greiða
nærri frá avgerðar grundar
lagnum og grundgev ing
unum til eina tað størstu
íløgu Føroya landsins.
Ein fjølbroyttur skúli klárar
betur at leggja seg tætt at
næminganna tørvi. Millum
annað eru tað næmingar,
sum hava brúk fyri at skipa
skúladagin út í æsir. Verður
fólkaskúlin skipaður í
størri skúlaeindir, sam
stundis sum vit halda somu
tímajáttan innan skúlaøkið,
er møguleiki fyri at geva
hesum næmingum eitt
nøktandi skúlatilboð.
Í einum skúablaði stóð at
lesa um Eysturskúlan. Í
Eysturskúlanum, sum
liggur í størsta skúlaøki
okkara, hevur skipanin
megnað at gera ein øðrvísi
flokk. Tveir lærarar, ein
pedagogur og fimm næm
ingar eru í flokkinum. Tey
húsast í einum fakrúmi,
einum arbeiðsrúmi og
einum frírúmi.
Eitt felags eyðkenni fyri
næmingarnar, sum skip
anin í Eysturskúlanum
fevnir um, er vánalig
konsentratión. Tí er best,
um teir fáa eitt øðrvísi
tímabýti enn tað vanliga
fólkaskúlin kann bjóða.
Starvsfólkini í Eystur skúl
anum hava valt at hava
tímar á hálvan tíma og
fríkorter á 15 min.
Bygdaskúlin eitt gott boð
Lærararnir síggja fleiri
fyrimunir við hesari
skipan. Tað áhugaverda er,
at nógvir fyrimunirnir
verða best skipaðir innan
teir karmar, lítli bygda
skúlin kann bjóða.
Fyrimunir:
· Tað eru fáir næmingar í
skúlanum, tí fær lærarin
nógv betri stundir til at
geva einstaka
næminginum ein góðan
og tillagaðan skúladag.
· Samskiftið við foreldrini
er meira regluligt, tí
foreldrini koma við og
eftir børnunum.
Foreldrini eru fá, og
góðar stundir eru at
samskifta dagliga.
· Regluligir foreldrafundir,
har prátið lyftir seg upp á
eitt hægri støði, eru
oftari. Foreldrini eru fá,
og tí er tað ikki so
møtimikið at hava ein
skipaðan foreldrafund.
· Við tað at næmingarnir
eru fáir, hava teir góðar
møguleikar at tosa við
læraran um, hvussu teir
hava tað.
· Skúlin skal ikki tilpassast
kørmunum hjá tí stóra
skúlanum, tí kann
lærarin nógv fríari tillaga
dagin eftir tørvinum hjá
einstaka næminginum.
· Lága næmingatalið ger,
at næmingar, sum ikki
tora at opna seg undir
vanligu skúlakørmunum,
her vinna á óttanum.
· Starvsfólkini kunnu frítt
skipa dagin við eitt nú
tímum á 30 min og
fríkorter á 15 min. Her er
eingin annar at taka atlit
til.
· Allur skúlabygnaðurin
við umhvørvi kann
skipast eftir tørvi
barnanna.
· Bygdaskúlin kann bjóða
næmingunum fakrúm,
arbeiðsrúm, frírúm og
ikki minst eina óspilta
náttúru at mennast í.
Góða tilboðið kann
útbyggjast
Tað er ein styrki at hava
ein skúlabygnað við bæði
stórum, miðal og lítlum
skúlum. Skal hendan
styrkin koma næmingunum
til góðar, má tímajáttanin
til skúlaøkini haldast á
dagsins støði, samstundis
sum vit eiga at skipa størri
skúlaøki. Skúlaøki við
fjølbroyttum møguleikum,
sum taka atlit til einstaka
næmingin. Tilboðið á
Eysturskúlanum, sum
virkar stak væl, eigur at
setast á stovn í bygda skúl
um kring alt landið.
12 spurningar til landsstýrismannin
í Vinnumálum og Tingið annars
Torben
nielsen
sólviT
nolsø
Gott at hava fjølbroyttan skúla
lærari
Jónleif
Johannesen
Tíðindaskriv
Í nógv ár hava føroyingar
ferðast til Ísraels og
uppliva tey heilagu støðini,
sum ein hevur lisið og
hoyrt um í Bíbliuni. Mill
um annað hevur verður
siglt á Genesaretvatninum,
svomið í Deyðahavinum,
vitjað á Massada, í Betle
hem, í Nasaret og ikki
minst, vitjað kenda Jerúsa
lem!
Fleiri føroysk ferðaløg
skipa fyri ferðum til
Ísraels, og nú er aftur høvi
at fara avstað í føroyskum
ferðalagi. Fólk við tilknýti
til Ísraelsmissiónina skipa
fyri tveimum ferðum næsta
árið.
Miðskeiðis í oktober
2010 verður gjørd ein
spennandi ferð bæði til
Ísraels og Jordan.
Á hesi ferðini upplivir
ein tey heilagu støðini,
sum frammanundan eru
nevnd. Sum nakað eyka á
hesum túrinum verður
eisini farið til Jordan. Har
kann ein millum annað
fara á Nebofjall, haðani
Móses sá inn í tað lovaða
landið og vitja tann heilt
ótrúliga og spennandi býin
Petra! Vitjað verður eisini í
Negevoyðimørkini eins og
feriubýin Eilat, sum liggur
við Reyðahavið. Hetta er
ein ferð bæði fyri tey, ið
hava verið í Ísrael áður, og
fyri tey, ið fara fyrstu ferð.
Ferðaleiðarar eru Frants
Jensen, Fuglafirði, og
Hilmar Højgaard, Saltnesi.
Á páskum næsta ár,
verður eisini gjørd ein ferð
til Ísraels. Hetta er ein
klassisk rundferð, har ein
upplivir tey heilagu
støðini, sum ein hevur
hoyrt og lisið um í
Bíbliuni. Tað, ið er serligt
við at vera í Ísrael á
páskum er sjálvandi eisini
at síggja Golgata, og ikki
minst ta tómu grøvina. Ein
fær sjálvandi eisini høvi at
síggja Jerúsalem frá
Oljufjallinum, at ganga
líðingarvegin Via Dolorosa
og annars at uppliva
páskastemningin í býnum,
har kristnu páskirnar
byrjaðu. Ferðaleiðarar á
hesi ferðini eru Petra og
Jóhan Henriksen,
Klaksvík.
Meira fæst at vita um
ferðinar á www.israel.fo
Tvær Ísraelsferðir