Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-22, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. mars 2010síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 56 - 22. mars 2010 tíðindi Total og Dong hava gjørt av at útbyggja gassfelt vestan fyri Hetland fyri meira enn 20 milliardir krónur. Henda avgerð kann í framtíðina eisini vera við til at slóða fyri lønandi virksemi á føroyska landgrunninum Gassframleiðsla Jan Müller jan@sosialurin.fo So gjørdist hon loksins veru leiki. Fyrsta útbygg­ ing in nakrantíð av gass leið­ um vestan fyri Hetland og ikki so langt frá føroyska markinum heldur. Mikudagin í hesi vikuni gjørdu franski olju­ og gass risin TOTAL og danska felagið DONG Energy av at byggja út tvey gassfund, sum liggja miðskeiðis mill­ um Hetland og føroyska mark ið. Laggan og Tor­ more, sum tey eita, skulu framleiða fyrsta gassið í 2014. Henda avgerðin er byrj­ anin uppá eitt nýtt kol­ vetnis ævintýr vestan fyri Hetland. Hon er slóðbrót­ andi, tí hon komandi árini eisini fer at skunda undir, at fleiri onnur gassfelt verða bygd út. Talan er um gass­ leiðir, sum oljufeløg hava funnið fyri nógvum árum síð±ani og seinastu árini eisini. Tað størsta av hesum fundum varð funnið fyri kanska meira enn 30 árum síðani. Nústaðni er tøknin so nógv ment, at tað lønar seg at gera eina milliarda­ íløgu í at fáa gassið upp og flyta tað til lands. Í okkara verð er talan um ómetaliga stórar upphæddir. Brúkast skulu meira enn 20 milliardir krónur komandi árini til framleiðsluútbúnað úti til havs, eina gassleiðing til lands og til bygging av einum gassverki í Het­ landi. Total er fyristøðufelag og eigur 80% av loyvunum, með an DONG eigur tey írestandi 20%. Bara fyri danska felagið DONG fer útbyggingin at kosta 4,3 milliardir krónur. Bæði feltini eru mett at goyma 28 mia. M3 av gassi. Fegin – Vit eru ómetaliga fegin um at vera við til at taka fyrsta stigið til at fáa gassið í hesum stóra økinum til høldar og at byggja út eitt undirstøðukervi, sum so aftur kann gera tað lønandi at byggja fleiri onnur gass­ felt út eisini sigur Søren Gath Hansen, konsernstjóri hjá DONG Energy við ábyrgd fyri olju­ og gass­ leiting. Hann vísir á, at hetta hóskar væl til at tryggja langsiktaðu málini hjá Dong at kunna veita gass til teirra kundar. Dong, sum eisini hevur stór áhugamál í føroyskum øki, er við í fleiri av fund­ unum, sum eru gjørd vestan fyri Hetland, og Dongstjórin hevur áður úttalað seg til Sosialin, at tað er teirra strategi at brúka royndirnar og útbyggingarnar vestan fyri Hetland í teirra ætlanum í Føroyum eisini. Grundarlagið undir eini lønandi gassframleiðslu er sjálv rørleiðingin, sum verður løgd á havbotnin til lands í Sullom Voe, har gassið verður viðgjørt og sent víðari gjøgnum enn eina rørleiðing, hesaferð í Norðsjónum til skotska meginlandið, har tað so verður endaliga viðgjørt á raffinaríi í St. Fergus. Dong er við í nýggju fundum vestan fyri Hetland og 24 loyvum, har felagið er fyristøðufelag fyri sjey. Total væl fyri tøkniliga Leiti­ og framleiðslustjórin hjá Total, Yves­Louis Darri­ carrere er fegin, nú tað lok­ sins er tikin endalig avgerð um eina útbygging. Arbeitt hevur verið fram móti hesi avgerð í mong ár og er nógv ur peningur brúktur higartil til brunnar og met­ ingar av gasskeldunum. Hann sigur við oljublaðið Uppstream, at Total við avgerðini um at byggja út gassfeltini Laggan og Tor­ more hevur prógvað, at fe ­ lagið umsitur eina tøkniliga vitan, sum kann fara undir sera torførar verkætlanir í einum truplum umhvørvi. Fleiri onnur gassfelt eru í umhvørvinum eitt nú Torri­ don, Tobbermore og Vic­ tory. Og fyri kortum var enn eitt gassfund gjørt á Glenlivetleiðini. Í dag verður olja fram­ leidd frá trimum oljufeltum vestan fyri Hetland, Foi nav­ en, Schiehallion og Clair. Og fleiri onnur oljufelt fara undir framleiðslu um fá ár. Eitt nú Rosebank og Cambo umframt útbygging av risa­ feltinum Clair. Haraftrat eru gjørd nógv gassfund, men mett hevur verið, at tey hava verið ov lítil til at kunna bera eina kostn aðar­ mikla útbygging einsamøll, sum eisini fevnir um eina dýra rørleiðing. Stjórnin spælir við Bretska stjórnin metir eina gassútbygging vestan fyri Hetland at hava alstóran týdning fyri heima marknað­ in, sum hungrar eftir gassi. Í dag verður stórur partur av gassinum innfluttur úr Ruslandi. Við at fara undir gassframleiðslu vestan fyri Hetland metir stjórnin, at hon kann gerast minni heft at tí russiska gassinum. Men talan er um so dýrar útbyggingar, at oljufeløgini hava aftrað seg at fara í gongd. Tí hevur í eina tíð verið skipaður ein arbeiðs­ bólkur við umboðum fyri myndugleikarnar og fleiri stór oljufeløg, har man royndi at koma til eina semju um at byggja út gassfeltini í felag. Slík semja varð ongantið gjørd, og tí tók Total málið í egnar hendur og gjørdi av at keypa upp partarnar hjá Chevron og ENI í Laggan og Tormorefundunum og saman við Dong at gera eina risaíløgu. Men hetta hevði neyvan verið gjørt, um ikki eisini bretsku myndugleikarnir tóku eina hond við í. Herfyri gjørdi skattamyndugleikin í Bret­ landi av, at Total skuldi sleppa lættari, um tað fór undir umrøddu útbygging. So her er í veruleikanum talan um at fáa ynski og tørv hjá bæði vinnulívinum og samfelagnum at ganga upp í eina hægri eind. Nógv virksemi í Hetlandi Nú verður so løgd seinasta hond á eina avtalu millum Total og myndugleikarar í Hetlandi at byggja eitt stórt gassverk í Sullom Voe. Hetta fer at skapa nógv virk semi í økinum og fer sum frálíður at skapa upp ímóti 100 nýggjum arbeiðs­ plássum. Í útbyggingartíðini fer at verða arbeiði til um ­ leið 1000 fólk. Hóskvøldið kunnaði landsstýrið í Het­ landi um, at tað hevði gjørt eina avtalu við Total um at leiga eitt stórt øki í Sullom Voe til nýggja gasstermi­ nalin. Mett verður at virk­ semið fer at vara í meira enn 30 ár. Sandy Cluness, løgmaður í Hetlandi sigur við Shet­ land Times, at avgerðin hjá Total er tann størsta hend­ ingin í Hetlandi í 30 ár, síðani avgjørt varð at byggja Sullom Voe olju­ termi nalin. Hann leggur eis ini dent á, at komandi infrastruktururin vestan fyri Hetland fer at loysa upp fyri so mongum øðrum felt­ um eisini. Fyri hetlendska búskapin fer hetta at fáa alstóran týdning. Hóast henda útbygging sum so einki hevur við før­ oysku leitingina at gera, so kann hon í framtíðina vera við til at skapa lønsemi í møgu ligum komandi gass­ fundum her. Tá ber til at binda í verandi infrastruktur í grannalagnum og harvið gera íløgukostnaðin í út ­ bygging her nógv bílgari. Slóðbrótandi gassútbygging Vit síggja her tveir av útbyggingarmøguleikunum, sum hava verið frammi. Annar har útbygt verður á sjálvum gassfeltunum og hin har gassvirki verður bygt í Sullom Voe. Nú bendir á, at hetta seinna verður loysnin. Gassið frá Laggan og Tormore (og seinni helst eisini øðrum feltum, red.) verður so flutt gjøgnum rørleiðing til Hetlands, har tað verður viðgjørt fyri síðani at verða flutt umvegis enn ein rørleiðing, hesin í Norðsjónum og víðari til raffinarí í St Fergus í Skotlandi.