Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-22, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. mars 2010síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 56 - 22. mars 2010 35 tíðindi Stórar útbyggingar­ ætl anir liggja fyri framman í økinum millum Hetland og føroyska markið. BP arbeiðir við eini ætlan at byggja út Schiehallion feltið og eina enn størri útbygging av Clair oljukelduni fyri nærum 35 milliardir krónur komandi árini Oljuútbygging Jan Müller jan@sosialurin.fo Bretski oljurisin BP arbeiðir við ætlanum um at brúka 35 milliardir krónur í út ­ bygg ing av verandi Schie­ hallion oljukelduni vestan fyri Hetland og øðrum út ­ byggingarstigi av risa oljukelduni Clair. Mett verður at Schiehallion, ið liggur skamt frá føroyska markinum, kann framleiða olju heilt fram til 2035 eftir hesa útbygging, meðan Clair Ridge útbyggingin kann vara í meira enn 40 ár frá 2015. Clair oljufeltið varð funn­ ið í 1977 men ikki fyrr enn í 2005 varð farið undir at framleiða olju frá Clair. Schiehallion, sum er ein tann størsta oljukeldan í bretskum øki sum held, byrjaði framleiðsluna í 1998. Mett verður at útbygging av Schiehallion og Clair verða góðkendar í 2011 og 2012. Myndugleikarnir í Het­ landi fegnast um ætlaninar hjá BP og vóna, at hetta eisini fer at koma Sullom Voe oljuterminalinum til góðar. Eins og við avgerðini hjá Total at fara undir útbygging av gassfeltum, so hevur tað eisini alstóran týdning fyri BP, at bretskir myndugleikar hava gjørt av at lækka skatt­ in fyri nýggjar útbyggingar av olju­ og gassleiðum vest­ an fyri Hetland. Taka við aftrat útbygging­ ar ætlanunum hjá Total og BP vestan fyri Hetland eis­ ini aðrar komandi úbygg­ ingar so sum Rosebank hjá Chevron og Statoil, Cambo hjá Amerada Hess og upp­ aftur aðrar útbyggingar, so fara íløgurnar komandi árini skjótt at røkka teimum 100 milliardunum. Nakað, sum so aftur kann vera dura opnarin til íløgur á før­ oyska landgrunninum eis­ ini. BP útbyggja fyri 35 mia. kr við markið Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi heldur tað vera nærum ófatiligt, sum nú hendur vestan fyri Hetland og hann vónar, at vit eisini skjótt verða partur av øllum hesum spennandi og mennandi virkseminum Hesin oljupallurin hevur verið virkin á Clairfeltinum í fimm ár. Oljufeltið er so risastórt, at nú verður arbeitt við at byggja út við enn einum oljupalli Gassútbygging góð fyri Føroyar eisini Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi fegnast, nú tað frættist, at loksins er avgerð tikin um at byggja út gassleiðir vestan fyri Hetland. Hann dylur ikki fyri, at hetta kann eisini hava jaligar avleiðingar fyri virksemið okkara megin markið. gassútbygging Jan Müller jan@sosialurin.fo – Sum so mangan sagt, so síggja oljufeløgini øk ini báðu megin markið meira ella minni sum eina og somu »provins«. Her fyri kom fram, at bretska stjórn­ in hevði gjørt av at lækka skattin, har talan var um at fáa gongd á út bygging av gassleiðum. Og hetta held­ ur Petur Joensen vera áhuga vert. Positiv fyri okkum – Tá virksemi tekur seg upp – tað veri seg bretsku megin ella okkara megin markið – so er tað gott fyri »pro­ vins in«, t.d. sýn ist tað sum at útbygg ing arætlanin hjá Total av gassleiðingini til Hetlands hevur havt betri útlit fyri at verða framd, nú skatt urin verður lækkaður. Og tann útbyggingin kann eisini vera positiv fyri olju­ leitingina her um okk ara leiðir – ella skuldi kanska sagt gassleitingina um so verður, at henda leiðingin kann verða nýtt til at flyta gass av Før oya økinum, og lands stýris maðurin annars loyv ir tí. Tess betri infra­ kervi, tess minni forðingar fyri at fara undir leiting bæði okkara megin og bretsku megin. So tað verð­ ur sera spennandi at síggja, hvørja ávirkan hetta fer at fáa, sigur stjórin á Jarð­ feingi. Føroysk vinna lut Her er so talan um eina so mikið stóra útbygg ingætlan, at stjórin á Jarð feingi held­ ur, at kanska áttu føroyskir veit arar av vørum og tæn­ astum til kolvetnisvinn unu at ligið framvið og kannað møguleikarnar. Fjarstøðan er ikki long, og fleiri før­ oyskir veitarar hava prógvað sítt dugna semi, so teir hava eitt gott útgangsstøði í so máta. – Umframt hesa stóru ætlan hjá Total og DONG skilst, at eisini aðrar út ­ byggingarætlanir eru vest ­ an fyri Hetland. Hetta hevur heilt vist við sær, at fleiri feløg fáa eyguni upp fyri økinum. So tíðindini úr Bretlandi eru góð. Og higani eru sanni liga eisini góð tíð indi, nú tríggir brunnar standa fyri framman á Føroya øki­ num. Alt í alt eru útlitini fyri leiti virk seminum á hes­ um leiðum hugalig heldur Jarð feing isstjórin.