týsdagur 23. mars 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 57 - 23. mars 2010
Tveir tunesiskir
ríkisborgarar, sum
vórðu ákærdir
fyri at hava hótt
tveir bróður- og
systirsynir sínar
eftir lívinum, fingu
í Eystara Landsrætti
fríggjadagin staðfest
dómar sínar frá
Føroya Rætti. Teir
fingu ávikavist fýra og
tveir mánaða fongsul
DEYÐSHÓTTAN
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað hevur verið gjørt nógv
burtur úr einum sakarmáli
móti tveimum tunesiskum
brøðrum, sum eftir ákæru
ritinum tann 16. og 17. juli
2008 hava hótt tveir aðrar,
ungar tunesar eftir lívinum.
Hesir ungu tunesararnir
vóru ávikavist bróður og
systirsynir
hjá
teimum
báðum ákærdu.
Sakarmálið hevur verið
bæði umfatandi og rúgvis
mikið, og á rættarfundinum
í Eystara Landsrætti, sum í
hesum døgum er í Føroyum,
kom fram, at heili 570 skjøl
(biløg) vóru til skjals í mál
inum.
Søgan er í stuttum, at ein
tunesari, sum hevur búð
eini 20 ár í Føroyum, og í
mong ár hevur havt eina
grillbarr, ella eitt sonevnt
pizzaria, í fleiri ár fram til
2008 hevði havt hesar báðar
bróður og systirsynirnar í
arbeiði hjá sær.
Eftir ein túr, sum hesir
tríggir
høvdu
gjørt
í
Tunesia, gjørdu teir av at
vitja ein bróður pizzaeigaran
í Danmark. Teir báðir ungu
fóru síðani framman undan
til Føroya, og 16. juli 2008
koma so pizzaeigarin og
bróður hansara til landið.
Annar av teimum ungu
fór á flogvøllin at taka ímóti
teimum báðum, og sambært
hesum var høvuðsákærdi
longu tá í ringum lag. Koyrt
var beinleiðis til pizzaria’ið,
haðani høvuðsákærdi seinni
koyrdi til hús – sambært
ákæruvaldinum fyri at taka
passini hjá teimum báðum
ungu, men sambært ákærda
fyri at koyra viðførið heim
og fyri at fara undir brús
una.
Ósemja um kvøldið
Tá pizzaria’ið læt aftur um
kvøldið, fóru allir fýra heim
til hús hjá høvuðsákærda.
Hesin ákærdi tá serliga ann
an, móðirsonin, fyri at hava
nápað av kassanum, og
sam bært teimum báðu ungu
hótti hann teir báðar eftir
lívinum og segði, at teir
skuldu verða sendir aftur til
Tunesia í kistum. Meiri
hendi so ikki tað kvøldið,
men morgunin eftir ringi
móðirsonurin til bróður
sonin og segði honum, at
høvuðsákærdi hevði tikið
passini hjá teimum.
Út móti døgurða, tá teir
báðir ungu vóru í pizza ria
num, komu brøðurnir báðir
hagar, og bróðursonurin
spurdi
eftir
passinum.
Ákærdi segði seg ikki vita,
hvat tey vóru. Knappliga
ruku teir báðir ungu á dyr,
og fóru beina leið á løg
reglustøðina, har teir kærdu
sína neyð, at høvuðsákærdi
hevði hótt teir báðar eftir
lívinum.
Løgreglan handtók síðani
báðar brøðurnar, sum vórðu
settir í varðhald, meðan
løg reglan kannaði málið.
Sakin kom fyri í Føroya
Rætti í juli 2008, og har
ljóðaði dómurin upp á fýra
mánaðar fongsul til høv
uðs ákærda og 60 dagar til
bróðurin.
Dómurin var beinanvegin
kærdur til landsrættin.
Grein í Sosialinum
Men knappliga fekk málið
at síggja til eina púra
óvæntaða vend. Annar av
teimum ungu, sum vóru
rýmdir av landinum eftir at
teir vórðu hóttir eftir lívin
um, kom aftur til Føroya og
fór aftur at arbeiða fyri
pápabeiggjan.
Umvegis ein føroying
fekk undirritaði eitt tipp
um, at hesin ungi fegin vildi
úttala seg til miðlarnar, tí
hann nú hevði funnið út av,
hvat veruliga fór fram dag
arnar 16. og 17. juli 2008.
Greinaskrivarin ringdi tí
til viðkomandi og hesin
vátt aði, at hann fegin vildi
úttala seg. Úrslitið gjørdist
ein grein, ið fekk pláss á
forsíðuni á Sosialinum 23.
august 2008. Yvirskriftin
ljóðaði »Ákærurnar vóru
lygn« og hon endurspeglaði
tað, sum ungi tunesarin
greiddi greinaskrivaranum
– og myndamaninum – frá.
Har var ført fram, at
ákær urnar vóru íspunnar av
hinum unga tunesaranum,
móðirsoninum hjá høvuðs
ákærda.
Ungi
maðurin
greiddi frá, at hann hevði
verið hjá bæði løgregluni
og hjá sakføraranum hjá
høvuðsákærda fyri at greiða
frá rætta samanhanginum,
men hjá løgregluni fekk
hann at vita, at málið ikki
longur var teirra borð.
Ungi maðurin stillaði
eisini upp til myndatøku
sam an við høvuðsákærda
framman fyri pizzarianum,
har hann aftur var farin at
arbeiða.
Kúvending
Men tá málið kom fyri í
Eystara Landsrætti í fjør,
var ungi maðurin ikki til at
fáa fatur á. Hann var farin
aftur til Tunesia, og hóast
almennar altjóða kanalir
vórðu nýttar at fáa fatur á
manninum, møtti hann ikki
til rættarfundin.
Av tí at hansara vitnis frá
greiðing nú var av avgerandi
týdningi – hann sýntist nú
at stuðla upp undir, at pápa
beiggin var púra ósekur,
meðan systkinabarn hansara
var stóri »skurkurin« –
gjørdi rætturin av, at útseta
málið fyri at hoyra hesa
frágreiðingina.
Fríggjadagin var so málið
tikið uppaftur, og hesaferð
var ungi maðurin møttur og
fekk greitt frá, hvat fór fram
hesar summardagarnar í
2008.
Men nú hevði maðurin
gjørt enn eina kúvending.
Nú helt hann fast við
upprunaligu frágreiðingina
um, at hann var hóttur eftir
lívinum, og at hann hevði
alla grund fyri at vera
ræðslu sligin
fyri
pápa
beiggj anum.
Greinin í Sosialinum var
eisini umrødd, og ungi
mað urin greiddi frá, at
pápabeiggin hevði kroyst
hann at siga so, sum hann
hevði greitt frá til undir rit
aða. Ungi maðurin leyg tó
fleiri ferðir í sambandi við
síni úttalilsir við undirritaða,
millum annað tá hann segði
seg ikki hava sagt, at hann
hevði verið hjá bæði løg
Landsrætturin staðfesti dey
Eystari Landsrættur staðfesti dómarnar, sum teir báðir brøðurnir fingu í Føroya Rætti á ávikavist fýra og tveir mánaðar fongsul
Yvirlivdu neyðlending
Eitt Tu204 flogfar gjørdi eina ógvusliga neyðlending mánadagin við Domodedovo
floghavnina uttan fyri Moskva. Tað skrivar russiska tíðindastovan Itar Tass. Flogfarið frá
Avia Star Tour var á aftur úr Egyptanaldi við ongum ferðafólkum, tá tað stutt undan
lending hvarv frá radarinum í eftirlitstorninum. Stutt eftir framdu flogskipararnir eina
ógvusliga neyðlending í einari lítlai skóg nærhendis flogvøllinum, men til alla lukku kom
eldur ikki í flogfarið, sjálvt um brennievni sprændi úr flogfarinum tá bjargingarlið komu
fram. Sambært Itar Tass máttu tríggir av manningini flytast á sjúkrahús við álvarsligum
skaðum, meðan hinir fimm av manningini sluppu við smávegis snuddum. Ein talsmaður
fyri Domodedovo floghavnina sigur, at neyvt sama Tu204 flogfarið áður hevur verið úti
fyri einari neyðlending. Russiska havaríkommissiónin skal nú kanna vanlukkuna, skrivar
ekstrabladet.dk.