týsdagur 23. mars 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 57 - 23. mars 2010
fiskað makrel
Keypa nú norskan fisk
Í Grimsby hava tey kent sviðan av, at íslendska
stjórnin legði avgjald á feskan fisk, sum bleiv sendur
á bretska marknaðin. Avgjaldið, sum er fimm prosent,
kom í gildi í vetur, og síðani er munandi minni fiskur
úr Íslandi komin upp á land í Grimsby, skrivar blaðið
Grimsby Telegraph. Blaðið skrivar, at umleið 70
prosent av fiskinum, sum kom upp á land í Grimsby,
kom úr Íslandi, men at nú eru fiskakeypararnir nú
farnir at keypa norskan fisk ístaðin fyri. Grimsby er
nógv tann størsti fiskivinnubýurin í Bretlandi.
NASA kannar ís
Vanliga kenna við NASA sum tann amerikanska
stovnin, sum ger kanningar í rúmdini, men
stovnurin kannar eisini viðurskifti niðri á jørðini. Í
gjár kom eitt flogfar til Grønlands við nøkrum
NASA-granskarum, sum skulu kanna ísin við
Norðpólin. Tær næstu fimm vikurnar skulu
granskararnir flúgva nakrar ferðir uppi yvir
pólísinum við serligum tólum, sum vísa, hvussu
nógvur ísur er har, og hvussu tjúkkur hann er.
NASA sigur, at vanliga er ísurin mestur í mars og
apríl, og tí verða kanningarnar gjørdar nú.
røkka fleiri marknaðum,
sum geva tann besta prísin.
Um fitiinnihaldið er lægri,
kann makrelurin bert seljast
til ”canned marked”, sum
tað verður rópt. Um prísur
skal fáast fyri makrelin, er
neyðugt, at túrarnir ikki eru
longri enn 24 tímar, og at
fiskurin verður goymdur í
ísvatni.
Dánjal Jákup Andreassen
metir eins og Sonfinn
Ellefsen og Leivur á Rógvu,
at neyðugt er at kryvja
makrelin, áðrenn hann verð-
ur frystur - í øllum førum
fyrra partin av sesongini.
Niðurstøða
Kristian Zachariassen er
eftir
samrøðurnar,
hann
hevur havt við menn, sum
veiddu makrel og við virkis-
leiðaran,
Dánjal
Jákup
Andreassen, komin eftir, at
nógvur
makrelur
hevur
verið í føroyskum sjógvi í
fjør summar.
- Um prísur kundi fingist,
høvdu nógvir lagt seg eftir
at fiskað makrel, er hann
sannførdur um.
Lagt verður aftrat, at
størsti trupulleikin er, at
magin spreingist, og tí
verður fiskurin virðisleysur.
- Hetta kann loysast við
at skipa soleiðis fyri, at
fiskurin verður kruvdur, tá
hann kemur til lands. Besti
prísur fæst tó fyri hann eftir
ólavsøku.
Kristian
Zachariassen
heldur, at eitt hugskot kundi
verið at gjørt eina verkætlan
við makrelinum.
- Her kundi verið at
kannað, hvussu nógv er til
av makreli inni við land, og
eisini kundi verið hjálpt til
við at fingið góðskuna upp.
Her er loysnin at kryvja
makrelin, tá hann verður
landaður, sigur Kristian
Zachariassen á Havstovuni.
Størsti trupulleikin við veiði eftir makreli um
summarið er, at fiskurin er fullur av æti. Um
magin spreingist, gerst fiskurin virðisleysur.
Men loysn er ivaleyst fyri hesum
Soleiðis eru bátarnir í Noregi riggaðir til dyrging eftir makreli. Føroysku bátarnir eru
riggaðir á líknandi hátt, men allir hava ikki líka nógvar dergir sum teir norsku