Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. mars 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 57 - 23. mars 2010 - Eitt gott hugskot kundi verið at gjørt eina verkætlan við makreli. Kannað kundi verið, hvussu nógv er til inni við land, og eisini kundi verið hjálpt til við at fingið góðskuna upp við kryvjing, tá makrelurin verður landaður. Tað sigur Kristian Zachariassen á Havstovuni, sum hevur gjørt stuttar samrøður við menn, sum veiddu makrel í fjør summar – og við virkisleiðaran á Atlantis í Vestmanna, sum keypti makrel frá bátum Makrelur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Havstovan hevur tikið saman um royndirnar, sum vórðu gjørdar í fjør summar at veiða makrel við dorg. - Allir siga, at teir kundu havt fingið munandi nøgdir, men trupulleikin var, at prísurin var ov vánaligur. Størsti trupulleikin var, at makrelurin er fullur av æti um summarið og heldur sær tí illa. Besti prísur, sum bátar fingu í 2009, var 5 krónur fyri kilo. Tað sigur Kristian Zachariassen, sum starvast á Havstovuni. Hann hevur skrivað stutta frágreiðing um makrelveiði við dorg. Í sambandi við hesa frá- greiðing, hevur hann tosað við tríggjar mans, sum fisk- aðu makrel seinasta summar og við virkisleiðaran á frystivirkinum Atlantis í Vestmanna, Dánjal Jákup Andreassen. Fekk 4 tons Símun Gaardlykke fiskaði makrel við Morgunroðan- um. Hann riggaði seg til við tveimum dergrum. Van- ligt er annars at hava minst fimm dergur, og tá hann fekk eitt sindur av makreli hvønn dagin, heldur hann, at hann hevði fingið mun- andi meiri, um hann var betri riggaður. Hann royndi allan august mánaða, og besti dagurin var 1600 pund. Símun Gaardlykke sigur, at hann royndi vestanfyri, út frá Vestmanna. Makrelur- in, sum hann fekk, var stór- ur og fullur av smáari nebba- sild. Hann fekk tilsamans 4 tons, sum vórðu avreidd til Atlantis í Vestmanna. Sigldi úr makreli Sonfinn Ellefsen gjørdi royndir eftir makreli bæði í 2008 og í 2009. Hann fiskaði ongantíð nógv, men so mikið, at hann kundi senda ísaðar royndir av landinum. Sonfinn sendi einar 7-9 ferðir 100 kilo av landinum, men makrelurin helt sær ikki, tí magarnir vóru fullir av nebbasild. At fiska eini 100-200 kilo, tók bert eina løtu, í mesta lagi ein hálvan tíma. - Tað hevur verið fult av makreli tey seinastu árini. Fiskurin hevur verið at fingið frá umleið hálvum juni til seinast í september, tó mest í juli og august. Makrelur var at fáa allastaðni vestanfyri, men serliga nógv var norðan fyri grynnuna vestur úr Mykinesi, á Guttamiði og vestanfyri Sandoynna. Sonfinn heldur, at makrelur saktans kann hava verið aðrastaðni eisini – uttan at hann visti um tað. Hann heldur, at høvdu bátarnir fingið einar 5-6 krónur fyri kilo, høvdu nógvir havt áhuga í at fiskað makrel. Í fjør summar fiskaðu onkrir menn eisini til at frysta til agn. Hann veit eisini at siga, at bátar sigldu undan makreli, tí teir ikki fingu fiskað annan fisk fyri honum. Eisini Sonfinn Ellefsen heldur, at ein loysn kundi verið, at makrelurin varð kruvdur, tá hann verður landaður. Fiskur skrædnaði Leivur á Rógvu, sum gjørdi royndir í bátinum Helga, sigur við Kristian Zachari- assen, at teir gjørdu tveir túrar. - Hin fyrri var fyrst í juli mánaða í fjør. Vit royndu eystur úr Saksun og beint norðureftir, heilt út á 65 fjórðingar úr landi. Hann sigur, at teir fingu 2500 pund, og alt varð fisk- að uttanfyri landgrunnin. - Makrelurin var fullur av ljósum krill og helt sær ikki. Fiskurin skrædnaði um gotið, sjálvt um teir koyrdu hann beinleiðis í ísvatn. Miðalvektin var 320 gram. Seinna túrin royndu teir inni við land. Tá fingu teir 500 pund av makreli, sum var fullur av nebbasild. Leivur á Rógvu sigur, at góðskan á makrelinum á seinna túri tá var góð til at frysta. - Hesin makrelurin var eisini nógv størri, og miðalvektin var 600 gram. Eg veit eisini frá øðrum, at makrelurin inni við land var nógv størri enn úti á, leggur hann aftrat. Báturin Helga seldi makrelin til Antlantis í Vestmanna fyri 5 krónur fyri kilo. Í samrøðu við Kristian Zachariassen, sigur Leivur á Rógvu, at hann fer at royna aftur í summar. - Tá ætli eg mær at vera betri riggaður. Leivur á Rógvu heldur, at skal prísurin vera javnt góður, verður neyðugt at kryvja makrelin – í øllum førum í fyrra partinum av vertíðini. Stuttir túrar Dánjal Jákup Andreassen, sum stóð aftanfyri frysti- virkið Atlantis, tá makrel- urin varð avreiddur, sigur, at teir keyptu makrel í tíðar- skeiðinum 15. juni til sein- ast í august í fjør summar. - Frá 15. juni til 25. juli var makrelurin fullur av reyðæti, og frá 25. juli var hann fullur av smáari nebbasild, sum er frægari fyri góðskuna enn reyðæti. Dánjal Jákup Andreassen sigur, at frá 25. juli var fitiinnihaldið komið upp á 16%. - Hetta er neyðugt fyri at Havstovan: Nógvir kundu lagt seg eftir at Útaftur at royna Seinastu dagarnar hevur lítil várróður verið við snellu hjá bátunum, sum vanliga avreiða á Landingar- miðstøð Føroya í Klaksvík. Tað hevur viðrað illa, og bátarnir hava ikki verið úti. Í dag eru bátarnir heldur ikki úti, men sum skilst á landingarmiðstøðini, hava onkrir bátar, sum ætla sær útaftur í morgin, tikið ís í morgun. Seinastu dagarnir hjá bátunum, sum liggja framvið á Norðhavinum, royndust ikki nakað serligt. Teir, sum høvdu frægast, høvdu upp í eitt kar av fiski, ella eini 600-800 pund. Nakað herfyri var onkur góður dagur, og tá fingu bestu bátarnir upp í eini 1800 pund. Várróðurin hevur ikki eydnast so væl í ár, sum útróðrarmenn høvdu vónað. Hjá størru útróðrarbátunum í Klaksvík hevur fiskiskapurin verið hampiligur í seinastuni. Teir hava ligið millum sløk 100 pund og góð 100 pund á línuna. Kristian Zachariassen á Havstovuni heldur, at hevði prísur fingist fyri makrel, høvdu nógvir mans lagt seg eftir at fiska