týsdagur 23. mars 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 57 - 23. mars 2010
17
Endamálið er at menna fólka
skúlan fakliga og pedagogiskt
og at brúka pengarnar rætt. Vit
kunnu fáa ein betri fólkaskúla
fyri somu pengar.
Hvat eru skilagóðar
bygnaðarbroytingar
Játtanin til fólkaskúlan í 2010
er 276 mió.kr. Meginparturin av
játtanini fer til løn til lærarar,
sum undirvísa næmingum eitt
ávíst tímatal um vikuna.
Í skúlaárinum 2010/11 eru 55
fólkaskúlar kring landið. Næm
ingatalið er frá einum næmingi
í tí minsta skúlanum til 503
næmingar í tí størsta skúlanum.
Talið á næmingum í hvørjum
flokki er eisini sera ymiskt frá
skúla til skúla.
Um vit býta allar lønarú
treiðslurnar til fólkaskúlan við
næmingatalinum gevur tað ein
miðal lønarkostnað, sum er kr.
39.000 pr. næming um árið. Ein
skúli við einum næmingi kostar
á leið hálva mió. kr. í lønar
útreiðslum, ein skúli við tveim
um næmingum kostar uml. kr.
240.000 fyri hvønn næming
o.s.fr. Í nógvum førum eru bert
fáir kilometrar til størri skúlar,
har fleiri næmingar kundu
gingið, uttan stórvegis meir
útreiðslur til lønir.
Tað eru nógv dømi um, at vit
á skúlum, sum liggja stutt frá
hvørjum øðrum, hava flokkar
við 510 næmingum. Ein flokk
u r við nøkrum fáum næmingum
kostar nærum líka nógvar
læraratímar, sum ein størri
flokkur. Um vit taka eitt dømi
úr einum øki við einum størri
skúla og 3 smáum skúlum (sjá
talvuna niðanfyri), so ber til at
samskipa undirvísingina við at
leggja flokkarnar saman.
Sí talvu
Í skúla D er ein lærari til 3
næmingar, í skúla B eru 2
lærar ar til 16 næmingar.
Samanlagt á hesum báðum
skúlum eru 3 lærara til 19
næmingar. Á skúla A, sum
liggur tætt við, undirvísir 1
lærari sama næmingartali í
einum flokki, sum teir 3
lærararnir á skúla B og D
undir vísa í 3 flokkum.
Talvan vísir, at um vit sam
skipa undirvísingina, kunnu
vit í hesum føri frígeva 4
flokkar. Hetta svarar til einar
108 læraratímar um vikuna,
svarandi til 1,8 mió.kr. um
árið, sum kundi verið brúktar
betri. T.d. til at bøta um
undir vísingina, til eftir
útbúgving av lærarum, skúla
barnafluting o.a.
Í øllum økjum í landinum
kundu skúlar samstarvað á
sama hátt, sum víst á í talvuni
omanfyri, eitt nú í Suðuroynni,
á Sandoynni, í Vágunum, í
Norðstreym, í Sundalagnum, í
Eysturoynni og í Norður oyggj
um.
Nógva staðni liggja skúlar
stutt frá hvørjum øðrum, og
hóast eitt kommunumark
onkustaðni er ímillum, er upp
lagt at samstarva um allar
flokk ar, sum um talan var um
eina skúlaeind.
Um vit øll tóku lógvatak
saman, Mentamálaráðið,
kommunur, skúlaleiðslur,
næmingar og foreldur og fluttu
eitt sindur runt uppá flokkar,
næmingar og lærarar, kundu vit
fingið nógv meira burtur úr
teimum somu pengunum.
Eftir at hava vitjað runt í
landinum er tað mín fatan, at
skúlaleiðslurnar og lærarnir eru
til reiðar at fara undir tílikt
sam starv. Nógva staðni verður
samstarvað um framhalds
deildina, serliga 10 flokk, og
tað er at fegnast um.
Eisini í Eysturkommunu hava
tey tikið eina skilagóða avgerð
um at hava 1. – 3. floks undir
vísing í Leirvík. Næmingarnir í
4. til 7. flokki ganga í skúla í
Gøtu, og framhaldsdeildina
savna tey í Fuglafirði. Á henda
hátt verður bæði tann fakliga,
tann pedagogiska og tann
fíggjarliga orkan brúkt á ein
skilagóðan hátt. Lærarar fáa
høvi til at menna sínar serligu
førleikar, og næmingarnir fáa
eitt munandi meiri fjølbroytt
undirvísingartilboð.
Líknandi skipanir kundu
verið framdar nógva staðni í
Føroyum.
Tvungin til óhepnar
sparingar
Játtanin á fíggjarlógini til fólka
skúlan í 2010 er 276 mió.kr.
Tað eru 5 milliónir fleiri enn í
2009, men skuldu vit havt sama
virksemi í fólkaskúlanum í
2010 sum í 2009, so átti játt
anin til fólkaskúlan at verið 285
mió.
Seinastu útrokningarnar vísa,
at frá 1. august 2010 til 31.
desember 2010 er neyðugt at
spara læraratímar svarandi til
eina upphædd upp á 7 milliónir.
Fráboðan um hetta er júst farin
til allar skúlar, og avbjóðingin
verður stór á øllum skúlum
uttan teimum heilt smáu. Enn
halda vit øll lógarbundin krøv,
og eitt nú tvílæraraskipanin
er varðveitt. Henda gongd kann
undir ongum umstøðum halda
fram.
Meðan vit bíða eftir
kommunusamanleggingum
Í fjør vitjaði eg allar fólkaskúlar
í Suðuroynni, og í vár havi eg
ferðast runt til nógvar
fólkaskúlar norðanfjørðs, m.a.
fyri at fáa ráð og vegleiðing frá
skúlaleiðslunum um skilagóðar
bygnaðarbroytingar. Eg havi
eisini tosað við nógvar borgar
stjórar, og bygdaráðslimir.
Hóast ringar tíðir, røkja
nógvar kommunur sínar skúlar
fyrimyndarliga væl, og nógvir
skúlar eru hartil sera væl
útgjørdir. Aðrar kommunur eru
ikki fíggjarliga væl fyri, og
uppgávan at halda og reka ein
góðan skúla er ov stór, og tí er
tíverri stórur ójavni millum
kommunur.
Fleiri skúlaleiðarar og lærarar
ivast í, um tað er rætt at leggja
fólkaskúlan út til kommun ur
nar. Sjálv havi eg eisini ivast í
tí. Hin vegin dugi eg eisini at
síggja fyrimunir av, at tað verð
ur ein og sami myndugleiki,
nevniliga tær komandi stóru
kommunurnar, sum umframt at
hava ábyrgd av dagstovna øki
num, forskúlanum, og frítíðar
skúlanum, eisini fáa ábyrgd av
fólkaskúlanum. Men tað er
neyðugt við einari umskipan
beinan vegin.
Eg ætli mær at taka upp sam
band við mín starvsfelaga í
landsstýrinum, Anniku Olsen,
landsstýriskvinnu í kommunu
málum, fyri at finna eina
skilagóða loysn viðvíkjandi
fólkaskúlanum og kommunu
reformin. Tað ræður um at
leggja eina framtíðarætlan, sum
allir partar hava álit á. Í eini
skiftistíð kundi Mentamálaráðið
tillutað tímar til kommurnar/
skúlaøkini í mun til næminga
talið fyri at tryggja eina javn
vág.
Meginfyrisitingin kemur altíð
at hava ábyrgd av innihaldi,
námsætlanum, próvtøkum,
eftirmetingum, útbúgvingar
krøvum, eftgirliti og útbúgv
ingarpolitisku menningini.
Bara at sita hendur í favn og
bíða eftir kommunu saman
leggingum, einari ætlan, sum
tíverri enn einaferð er útsett, er
tað ringasta vit kunnu gera fyri
okkara fólkaskúla.
Ætlaðar lógarbroytingar
Lógaruppskotið (løgtingsmál
nr. 144/2009) fevnir í stuttum
um hesi viðurskifti:
• Reglurnar um fólkaatkvøðu
í sambandi við, at kommu
nalur skúli verður lagdur
niður, verða tiknar av.
• Reglurnar um, at flokkar
ikki kunnu umskipast, eftir
at næmingarnir eru býttir í
flokkar, verða tiknar av.
• Landsstýrismaðurin fær
heilmild til at fara undir
samráðingar við skúla
myndug leikarnar á staðnum
til tess at skipa skúlasam
bond í skúlaøkjum. Skúla
økini skulu vera tey somu
sum kommunurnar, tá ið
kommunalreformurin er
framdur.
• Landsstýrismaðurin skipar
læraratalið í hvørjum
skúlasambandi ella skúla í
mun til næmingatalið.
Tað ber til at seta nógvar
spurningar, eitt nú um til ber at
fáa í lag samstarv millum
kommunur, og um ikki rættast
er at bíða til kommunurnar
verða lagdar saman. Vit hava nú
bíðað í áravís eftir kommunu
samanlegging, og fleiri álit eru
skrivað. Vit hava ikki ráð at
bíða longur.
Um vit lata standa til, er
vandi fyri, at vit knúsa
fólkaskúlan innanífrá.
Lærarafelagið hevur ásannað,
at hettar er rætti vegurin at
ganga
Lærarafelagið hevur sæð skrift
ina á vegginum, og hevur greitt
meldað út, at felagið tekur
undir við bygnaðarbroytingum,
treytað av at játtanin til
fólkaskúlan verður fastfryst.
Vit eiga at síggja henda
møguleikan
Tað er mín vón, at vit politik
arar duga at taka av hesum
tilboði. Tað kann jú ongantíð
vera eitt endamál í sjálvum sær
at spara á fólkaskúlaøkinum.
Men tað er okkara skylda at
gagnnýta játtanirnar so væl sum
møguligt, og á tann hátt vera
við til at tálma framhaldandi
útreiðsluvøkstri, samstundis
sum vit menna fakligu og peda
gogisku samstarvsmøgu leik
arnar í skúlaøkjunum.
Eg haldi, at vit lands politikk
arar hava skyldu til at taka
burtur nakrar av teimum
ásetingum í fólkaskúlalógini,
sum forða fyri skilagóðum
bygnaðarbroytingum. Tað
skylda vit okkara næmingum
og lærarum.
Tí havi eg í lógarupp skot
inum lagt upp til, at vit, meðan
vit bíða eftir kommunusaman
leggingum, fara undir sam
ráðingar um at skipa Føroyar í
skúlaøki, so vit kunnu fáa eitt
samstarv um at tilluta lærara
tímar tvørturum
kommunumørk.
Ætlanin er, at skúlamyndug
leikarnir í økjunum sjálvir
mæla til, hvørjir skúlar skulu
hava opið, og hvussu undir
vísingin skal skipast í økinum.
Ætlanin er eisini at Menta
málaráðið sum skjótast fer
undir at samráðast við økini um
hetta, og at Mentamálaráðið fer
at játta økjunum tímar eftir
næmingatali.
Tað skal tí vera mín vón, at
lógaruppskotið um broytingar í
fólkaskúlalógini, sum liggur í
tinginum, fær eina positiva og
konstruktiva viðgerð – tí tað
hevur einans til endamáls at
tryggja okkara ungdómi tann
besta skúlan.
Vit kunnu ikki loyva okkum
at taka onnur atlit fram um.
Tórshavn, 21. mars 2010
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Tað er alneyðugt við bygnaðar-
broyt ingum í fólkaskúlanum
meðan vit bíða eftir kommunusamanleggingum
tíðargreinin
Helena Dam á Neystabø
landsstýriskvinna í mentamálum
Tíðargreinin
Flokkur
Skúli A
(næm.)
Skúli B
(næm.)
Skúli C
(næm.)
Skúli D
(næm.)
Samskipað
flokkatal
1.flokkur
20
4
5
1
2
2.flokkur
22
4
1
2
3.flokkur
16
3
6
1
4.flokkur
18
1
3
1
5.flokkur
15
2
5
1
6.flokkur
22
2
11
1
7.flokkur
20
4
2
1
Samskipað flokkatal
9
Flokkatal í dag
7
2
3
1
13
“Ov nógvir" flokkar
4
.