týsdagur 23. mars 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 57 - 23. mars 2010
viðmerkingar
Eftir at hava lisið greinir
hjá Bjørt Samuelsen og
Dánjal Jákup Meinertsson
um okkara ivasama rús
drekka politik, vil eg fegin
koma við einum ískoyti til
hetta kjak. Vit hava nevni
liga tørv á kjaki og síðani
viðgerð av hesum máli,
ikki sannheit Jógvan á
Lakjuni?
Heimurin, og Føroyar
við, er í búskaparkreppu.
Hvat gera hægstu myndug
leikar í Føroyum við hetta?
Minst møguligt. Tjóðveldi
leggur eitt uppskot fram,
sum kann betra um fram
leiðslu, sølu og sostatt
kappingarføri hjá einum
parti av vinnuni. Uppskotið
um at bryggja sterkt øl er
vælkent og er tískil óneyð
ugt at siga meira um tað.
Føroyar og føroyingar hava
tørv á fleiri inntøkum.
Uppskot verður lagt fram
um eina nýggja fram
leiðslu, ið hóskar seg væl
til útflutning, men tað
fellur í tinginum. Í staðin
fyri at arbeiða vinnuni at
frama, sum bráneyðugur
tørvur er á, so mótarbeiðir
okkara løgting ein part av
vinnuni. Hvat skulu vit
hava slíka tingmanning til?
Reglufastur etikkur
Sum Dánjal Jákup
Meinertsson vísti á, so
segði Ingi Mohr sáli, at vit
ikki eiga at gera rús drekka
lógir út frá rúsdrekka mis
nýtarum. Hesum eri eg
púra samdur við. Hetta
ljóðar sum eyðsýndur
logikkur. Men Jenis av
Rana, Bill Justinussen,
Jógvan á Lakjuni og aðrir
samsintir politikarar lóg
geva júst eftir teimum
skaðiligu dømunum av
rúsdrekka. Tað er eisini
greitt, at um teir ráddu
einsamallir, hevði als einki
øl, vín ella onnur rús
drekka verið í Føroyum.
Eg kann uttan himpr
ásannað, at rúsdrekka í
summum førum er skaði
lig, men tað er ein bilur
eisini og ein byrsa. Skulu
vit lóggeva eftir hvat er
skaðiligt, antin heilsuliga
ella sosialt, og skulu vit
síggja alt hetta sum etisk
mál, ja men so gera vit tað.
Men skal nakað skil vera á,
so mugu vit vera regluføst
um hetta; annars er bert
talan um tann alt ov sjón
liga og altíð hjástadda
dupultmoral við teimum
sjálvtænandi útveljingum,
sum altíð rekst í kjalar
vørrinum á etiska skipin
um.
Men latið okkum líka
útliva tankan um reglufasta
lóggeving viðvíkjandi
misnýtslu; altso har ein
ekstremur atburður og
forhold hoyrir til: Vit hava
rúsdrekkamisnýtarar, so vit
bannað rúsdrekka; vit hava
“fartbøllar”, sum drepa og
skaða ósek fólk, so vit
bannað bilar; vit hava yvir
vektig fólk, sum eru útset
fyri happing og lágum
sjálvsvirði, so vit bannað
chips, sjokolátu, róma
køkur o.t.; vit hava Bíbliu
misnýtarar (kristnar funda
mentalistar), so vit bannað
átrúnað. Ein kundi hildið á
fram.
Álvaratos, hvussu nógv
argumentatión skal til,
áðrenn sensururin frá
teimum víðgongdu kristnu
(eg eri eisini kristin) verður
settur til viks, til frama fyri
sakliga og demokratiska
viðgerð av rúsdrekka lóg
ini? Meirilutin av Føroya
fólki eru ikki samd við
Jenis, Jógvan, Bill og
teimum. Ein kanning var
eisini gjørd, har yvir 60 %
av teimum spurdu vildu
hava øl og vín í mat vøru
handlarnar.
Ljóta og vanvirðiliga heiti
“rúsdrekka”
At bólka øl og vín undir
heitinum rúsdrekka er eitt
keðiligt og óestetiskt fokus
at leggja á hesar leski
drykk ir, tí teir eru nevni
liga tað fyrst av øllum:
leskidrykkir. Orðið “rús
drekka” leggur bert dent á
virkningin, og sigur einki
um góðsku ella smakk –
eitt typiskt óestetiskt og
neiligt føroyskt heiti. Øl og
vín eru gamlir, mentaðir og
óskaðiligir leskidrykkir.
Øll ovurnýtsla er ring og
skaðilig. Tað er sanniliga
eisini galdandi fyri grind
og spik, kakur, sjokoláta,
sodavatn o.s.fr. Sum
Shake speare skrivaði í
leikriti sínum “Julius
Caesar”: “The fault, dear
Brutus, is not in our stars,
but in ourselves.” Hetta
sitat sipar til, at ljótar
gerðir ella útsagnir koma
ikki uttanífrá, men innan í
okkum sjálvi. Tað er einki
galið við øl og vín ella
aðrari rúsdrekka, tað er
okkum sjálv tað er galið
við, um vit gera nakað ljótt
í fylliskapi. Skulu vit taka
ábyrgdina frá vaksnum
fólki, við at lóggeva um
hvat tey mugu og ikki í síni
frítíð? Og hví halda okkara
sjálvútróptu kristiligu
“übermench”, at tað eru
teir, sum eru ein minniluti,
ið skulu ráða yvir restina
av okkum? Tað er heldur
ikki upp til politikarar at
siga, hvat fólk hava loyvi
til í teirri frítíð, tá tað ikki
snýr seg um nakað ólóligt.
Síðst eg visti var rúsdrekka
lóglig í Føroyum, og so
leingi rúsdrekka er lóglig
er øll argumentatión ímóti
bryggjan av sterkum øli og
framleiðslu av aðrari
rúsdrekka í Føroyum
vitanarnoktilsi og annar
illvilji.
So endaði ein
aftur í Kána
Um rúsdrekka er av tí illa,
ella frammanar tað illa, so
gjørdi upphavið til kristin
dómin eina dáragerð í
brúdleypinum í Kána. Tað
er tó ikki skapanin frá vatn
til vín hjá Kristusi eg vil
tosa um, men tað, at fólk tá
virdu víni og høvdu eina
meining um hvat var gott
ella minni gott vín. Har var
ein góðsku tilvitan um vín.
Tað var nevniliga ikki bert
ein rúsandi løgur; tað var
ein leskidrykkur.
Eftir at høvuðskokkurin
við brúdleypið í Kána
hevur fingið vínið, sum
Jesus hevði skapt, segði
hann við brúðgómin:
“Hvør maður setir fyrst
hitt góða vínið fram, og tá
ið teir eru vorðnir druknir,
hitt ringara; tú hevur goymt
hitt góða vínið líka til nú.”
Joh. 2,10.
Her er heilt greitt talan
um vínmentan – ikki
“rúsdrekka”. Vínið hjá
Jesusi var gott, og tað var
siðvenja at borðreiða við tí
góða víninum fyrst, tí tey
drukku fleiri gløs av víni,
og gjørdust at enda drukk
in; og sum flest fólk vita,
er tað fyrsta glasið av víni
tað besta. Sitatið úr
Jóhannes evangeliinum
sigur sostatt, at fólk vóru
góðskutilvitaði um vín, og
at tey drukku meira enn
eitt glas, og tað hevði
upphavið til kristindómin,
Jesus Kristus, einki ímóti,
annars hevði hann ikki
gjørt vatn til vín.
Orð eru ikki “bert” orð
Orðið “rúsdrekka” leggur
beinanvegin ein narkot
iskan dám á og gevur
neiligt hugasamband við
fylliskap, og gevur sostatt
neiligar tankar um t.d. øl
og vín. Og tað er eingin
orsøk til tað. Á enskum
nýta teir orðið “spirits” um
rúsdrekka. “Spirits” sipar
sambært “Penguin English
Dictionary” til tað glaða og
lívliga menniskja: “...a
cheerful or lively frame of
mind.” “Spirit” merkir jú
eisini andi ella sál.
“Spirits” sipar sostatt til
ein glaðan og lívligan
sinnisstand, og tískil eina
kenslu av sinnisligari
vælveru. Meðan “rús
drekka” sipar til tað at vera
rúsaður, og tískil tað at
missa sjálvræði á kenslum
og atferð – bæði í gleði og
øði. Orð eru altso ikki bara
orð. Orð hava týdning og
ávirka okkara fatan av tí,
tey lýsa.
Rúsdrekka er ikki bert rúsandi løgur
Hósvík
DáviD
isfelD
Munur á fólki?
Eri fyri stuttum komin heim aftur á klettarnar. Eg
havi verið til stráluviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum og
búði í tí sambandi á Hotel Torshavn í næstan seks
vikur.
Áðrenn stráluviðgerðinar var eg niðri fýra ferðir,
fyrst til skurðviðgerð og síðani til kemoviðgerð.
Hetta skal nú ikki verða nøkur lívssøga. Tað eg vil
nerta við, er, at tað er sera óheppið, at
Landsjúkrahúsið ger mun á fólki, tá tað snýr seg um
at fáa fylgjara við til Danmarkar. Eg fekk at vita
fyrstu ferð, eg skuldi niður, at eg vegna sparingar
ongan fekk við, sjálvt um eg skuldi opererast og hava
boð um, hvat tey funnu har. Tað mátti eg so bara
finna meg í. Men tað sum eg síðani upplivdi á Hotel
Torshavn var, at meginparturin av sjúklingunum, ið
vóru har, høvdu onkran við, játtað av
Landsjúkrahúsinum.
Tey vóru rættiliga kløkk um, at eg ikki hevði fingið
nakran við. Men soleiðis var tað so hvørja ferð, eg
fekk ongan við nakrantíð. Eg sat saman við fólki á
hotellinum, sum vóru í somu ørindum sum eg,
diagnosan var júst tann sama sum mín, og har var
fylgjari við hvørja ferð. Tá eg so skuldi niður til
stráluviðgerð hugsaði eg, at nú man eg fara at fáa
játtað fylgjara, í um ikki annað eina viku av teim seks
vikunum. Men nei har var einki at gera, eg fekk
ongan við. Tað sum eg vil við hesum brævi er, at
soleiðis kann ein ikki fara við fólki. Eg kærdi málið,
men fekk ikki viðhald. Av Landsjúkrahúsinum fekk
eg eitt bræv, har tað stóð, at ein fekk ikki fylgjara
við, tá ein skuldi til stráluviðgerð. Harragud, eg veit,
at hattar ikki passar. Har vóru fýra sjúklingar, sum
eisini skuldu hava stráluviðgerð, øll vóru væl fyri,
onkur kanska betur fyri enn eg. Tey høvdu øll
fylgjara við.
Eitt er at fáa eina sjúku at fyrihalda seg til, men eg
haldi, at tað er óneyðugt at verða órættvíst viðfarin
omaná. Soleiðis følir ein tað nemmiliga. Ikki tí, eg
skal nokk klára meg, men tað eru allarhelst ikki øll,
ið gera tað og ikki øll, ið tora ella hava orku í eini
tílíkari støðu at siga frá. Tað kann ikki verða so, at
onkur fær fylgjara hvørja ferð og ein annar ongantíð
(tá diagnosan er tann sama). Tað er alt í lagi við
sparingum, men tit mugu hava eina linju at ganga
eftir, so øll verða viðgjørd ella viðfarin á sama hátt.
Sum er gera tit mun á fólki, og tað er sera óheppið í
eini tílíkari støðu.
Jóna
Mortensen