týsdagur 23. mars 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 57 - 23. mars 2010
19
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Kistan við Andreu Góðadal, Sørvági fer úr Lands
sjúkrahúskapellinum týsdagin kl. 16 í Sørvágs kirkju.
Jarðarferðin verður úr Sørvágs kirkju mikudagin klokkan
14. Tey, ið vilja minnast Andreu við blómum, kunnu í
staðin lata Missiónshúsinum í Sørvági eina peningagávu.
Rúni Berg andaðist í Hirtshals sunnudagin, 48 ára gamal.
Margith Joensen, ættað úr Sandvík, andaðist á Sambýli
num á Heygnum í Klaksvík sunnukvøldið, 84 ára gomul.
Juliet Johannesen, vanliga nevnd Juliet hjá Petur hjá
Demmusi, Tórshavn, andaðist í heiminum leygardagin, 75
ára gomul. Kistan fer úr Landssjúkrahúskappellium
týsdagin kl. 18. Jarðarferðin verður úr Kirkjugarðs
kapellinum mikudagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Juliet,
kunnu lata Djóraverndarfelagnum eina gávu, konta í
peningastovnunum.
Andlát og jarðarferðir
Leygardagin 20. mars varð
í skúlahøllini í Trongisvági
skipað
fyri
hugnaligum
tiltaki fyri øllum, sum
høvdu áhuga fyri ættar
gransking og siðsøgu.
Lagt varð soleiðis til
rættis, at tað bar til hjá fólki
norðanfjørðs at fara av
Havnini um morgunin og at
sleppa norður aftur á kvøldi.
Tað vóru fleiri, sum komu
úr Havn, og onkur heilt av
Skálafjørðinum.
Tað vóru gott 50 luttak
arar, og teir fingu eisini
góða tíð at práta um teirra
felags áhugamál.
Upprunin til tiltakinum
var eitt skeið, sum hevði
verið í Sumba um ættar
gransking.
Hetta
hevði
skapað áhugan fyri at skipa
fyri einum slíkum tiltaki.
Tey, sum skipaðu fyri, vóru
Torgir Strøm og Jonny
Dimon saman við øðrum.
Byrjað varð við morgun
mati. Tað varð so skipað
fyri trimum fyrilestrum.
Tann
fyrsti
at
hava
fyrilestur var Steinbjørn B.
Jacobsen, kendur sum rit
høvundur. Hann er ættaður
úr Sandvík, og hevur fingið
gott í beini har millum
annað við áhuga fyri sið
søgu. Eisini hvussu spenn
andi tað kundi vera at finna
fram til sína ætt. Sum t.d. tá
hann fekk vitjan av Jákup
Berg úr Hovi og fekk at
vita, at hann var ættaður frá
sjálvum Snæbjørn í teirri
kendu søgnini í Suðuroy.
Tað var ikki minni stuttligt,
at Steinbjørn hevði kallað
ein son Snæbjørn.
Ólavur
Clementsen
greiddi frá meslingunum í
1846, teir fyrstu meslingar
sum høvdu verið síðan
1781. Tað áhugaverda er, at
tað er nógv skrivað um
hesar meslingar og tíðina í
Føroyum tá.
Tað komu tveir danskir
læknar til Føroya í hesum
sambandi. Annar æt Mani
cus, og hin var Peter Panum,
sum gjørdist ein sera kendur
lækni, sum er ódeyðilig
gjørdur við Panum Insti
tuttinum í Keypmannahavn.
Panum skrivaði eina sera
áhugaverda
og
eisini
skemtiliga dagbók frá hesi
ferð. Viðgerðin var mest
vegleiðing um røkt. Millum
annað, at fólk við mesling
um skuldu ikki lata seg
”kvala” av ov nógvum klæð
um og dýnum. Nakað sum
framvegis varð gjørt so
seint sum fram til 1935.
Arnfinn
Bjarkhamar
greiddi frá síni ætt í bæði
borð. Pápin hansara Jákup
Eli var ein Hjelm. Her var
talan um nógvar sjómenn og
nógvar vanlukku á sjónum,
sum tað var so nógv av.
Mammuættin kemur úr
Norðragøtu. Abbi Arnfinn
var Doreus Jacobsen, sum
var ein tann fyrsti í Suðuroy
at koyra bil. Hann gjørdist
100 ár.
Arnfinn greiddi eisini frá
sínum fimm oldurabba
systkin og teirra dupulta
systkinabarni, sum fluttu til
Skúvoyar nakað miðskeiðis
í 19.øld. Ein eftirkomari
var Hákun Djurhuus. Her
varð eisini svaraður tann
spurningurn, hví Hákun
ikki kallaðist Poulsen, tá ið
pápin æt Poulsen. Orsøkin
var tann einfalda, at Hákun
var føddur, áðrenn foreldrini
giftust, og er tí doyptur við
eftirnavninum hjá mamm
uni, sum var Djurhuus. So
hetta var ikki pátikið, sum
onkuntíð hevur verið róð
uppundir.
Mary Nielsen hevði eina
áhugaverda
frásøgn
um
Jákup Niclassen, ella Jákup
Sumbing, sum hann eisini
varð kallaður. Hann var
pápi H.N. Jacobsen, kendi
bókahandlarin. Jákup róði
allan vegin úr Sumbæ til
Fugloyar at vitja gentuna!
Mergur
hevur
verið
í
manninum.
Aftaná ein góðan døgurða
fóru fólk til húsa aftur væl
nøgd eftir ein frálíkan dag
og við góðum hugi at fáa
enn meira av ættarsøgu
undan kavi.
ó.
Siðsøga í Suðuroy
Millum starvsfólkini hjá málarameist
aranum Una Zachariasen kann ein av
lærlingunum hátíðarhalda, at hann er
liðugur at læra, og ein av sveinunum
kann hátíðarhalda sín 25 ára starvsdag.
Talan er um Jákup Stenberg á Argjum,
sum fríggjadagin varð avlærdur sum
bygningsmálari, og
hósdagin 1. apríl hevur Jesar Jacobsen
í Havn 25 ára starvsdag. Jesar, sum er
vestmenningur, lærdi til bygningsmálara
hjá Una Zachariasen og hevur arbeitt øll
árini hjá honum. Uni Zachariasen hevur
13 fólk í starvi, harav tveir lærlingar.
Starvsfólk hjá Una arbeiða í løtuni við
fullari kraft í báðum matstovunum á
Hvonn í Tórsgøtu.
Byrjað varð mánamorgunum 22. mars,
og matstovan letur upp aftur hósdagin á
middegi. Umframt málararnar skifta
gólváleggjarar teppini, og nakrir av
møblunum verða eisini skiftir.
Málaraveitsla á Hvonn
Jákup Stenberg, sum nú er avlærdur bygningsmálari, Jesar Jacobsen, sum hevur
25 ára starvsdag 1. apríl og Uni Zachariasen málarameistari
Mynd: Jens Kristian Vang
Ólavur Clementsen greiðir frá
meslingunum í 1846
Okkurt vita hesar tríggjar. F.v. Vilborg Michelsen, dóttir Poul
F, Mary Nielsen úr Sumba og Maibritt úr Hørg, er sera ófør at
syngja, hon er systkinabarn Jacob Haugaard
Jógvan Hammer t.v. saman við fyrireikarunum Torgeir Strøm
og Jonny Dimon
Tøkk
åHjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá
elskaða mamma, vermamma og omma okkara
Margaret Falkvard
Sandavágur
andaðist og fór heim til Harran.
Tøkk til Ingu Poulsen Dam prest fyri góð og
troystarrík orð í kirkjuni. Tøkk til Bjartu og Terja
fyri vakran sang, og eisini eina tøkk til Agnar fyri
hansara vøkru orð um ommu sína.
Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir og
peningagávur til Mørkina.
Tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til í
sambandi við jarðarferðina, kirkjutænarar, sangarar,
berarar og tykkum, sum fylgdu mammu til hennara
seinasta hvíldarstað.
Hjartans tøkk til tykkum øll, sum bakaðu og
matgjørdu til ervið í Meinigheitshúsinum.
Eina serliga tøkk til starvs- og búfólkið á Mørkini,
sum vóru um mammu ta síðstu tíðina, og sum hon
kom at halda so nógv av.
Hjartaliga tøkk øll somul.
Familjunnar vegna
Ann-Margit og Heri
Jesus segði við hana: »Eg eri uppreisnin og lívið, tann,
ið trýr á Meg, skal liva, um hann so doyr.«
Joh. 11,25