Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-23, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. mars 2010síða 32

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 23. mars 2010 Undanumfarið í kappingini um Løgmanssteypið var um vikuskiftið, har trý lið spældu seg víðari til 1. umfar, sum verður leygardagin, tá átta dystir eru á skránni Tað ovasta av teimum seks lið­ unum, sum spældu leygardagin, FC Hoyvík, var vitjaði Royn. Har eydn aðist hoyvíkingum á gras­ vølli num í Hvalba at vinna 2­1, eftir at tað hevði verið 1­1 í hálv­ leikinum. Jørgen Meitilberg legði gestir­ nar á odda longu í fimta minutti við brotssparki, áðrenn Poul Poul­ sen við einum góðum langskoti javn aði til 1­1. Bara fimm minuttir inn í seinna hálvleik skoraði Jørg­ en Meitilberg aftur, hesa ferð til 2­1, og tann leiðslan helt dystin út – hóast FC Hoyvík fekk ein mann út vístan og síðstu 20 minuttir var í minniluta á vøllinum. MB og Skála, sum bæði fluttu niður úr 1. deild eftir lands kapp in g­ ina í fjør, møttust í Miðvági, har MB hevði eitt mestsum spildurnýtt lið, meðan Skála hevði tað nógva av fólki num, sum eisini spældi við í fjør. Skálamenn gjørdust teir drúgvari, tí teir vunnu 2­0 við tveimum mál­ um, sum bæði komu í fyrra hálvleiki. Fyrst skoraði Jóhan Funn til 1­0 og síðani Jørmund Joensen til 2­0 í ein­ um dysti. Skála var klárt betra liðið, men megnaði tó ikki at fáa fleiri enn hesi bæði málini. Undrið fingið ð Triði dysturin var minst møguliga havn ar uppgerðin, tí tann dysturin var millum FF Giza og Undrið, sum spældu á Argjum. Undrið hevur skift sam leikan út og fingið eitt »ð« skoytt upp í navnið, sum í eygunum á fleiri hevur sæð út sum ein stavi­ villa, men tó ikki hevur verið tað, tí Undri var uppkallað eftir sínum íslends ka høvuðsstuðli. Undrið var eisini liðið, ið fór við sigri num leygardagin, tí tað eydn­ aðist at vinna 2­1 á FF Giza, og øll málini komu í fyrra hálvleiki. Fróði Vang legði FF Giza á odda við bein­ leiðis frísparki, men góðar fimm minuttir seinni gjørdi eitt sjálvmál, at tað bleiv 1­1. Sigursmálið hjá Undr inum skoraði Christian Vilhelm við beinleiðis frísparki. Tey trý vinnandi liðini eru sostatt komin víðari til 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið, sum verður spæld leygardagin, tá dystirnir eru hesir: HB­B36, Undrið­ÍF, AB­KÍ, B71­ Vík ing ur, EB/Streymur­NSÍ, B68­07 Vest ur, FC Hoyvík­TB og FC Suðuroy­ Skála. einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen FC Hoyvík, Skála og Undrið víðari Í kvøld bresta tey bæði fremstu kvinnuliðini í Sunset-kappingini, Tjaldur og Stjørnan, saman í fyrstu FM-finaluni, sum verður spæld í Runavík FM­finalurnar í Sunset­kappingini eru ein endurtøka frá í fjør, tá Stjørn­ an eisini var á odda við lands kapp­ ingarenda, so fyrsta finalan var spæld í Runavík. Ta ferðina vann Tjaldur fyrsta dystin, og tá annar dyst urin var spældur í Klaksvík, vann Tjaldur aftur og gjørdist føroya­ meistari. Men meðan kappingin í fjør var rættiliga jøvn og spennandi, hevur Stjørnan í nógv størri mun verið í sínum egna serklassa í vetur. Og av teimum seks dystunum í lands­ og steypakappingini, sum hava verið millum liðini, hevur Stjørnan vunnið teir fýra. Um hugt verður at innan­ hýsis málúrtøkuni millum liðini í hesu m seks dystunum, er hon stór­ liga til fyrimus fyri Stjørnuna: 157­ 139. Serliga knúsandi var sigurin í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini, tá Stjørnan í Runavík vann við ikki færri enn 11 málum, so alt var væl og virðiliga avgjørt áðrenn seinnu hálvfinaluna, og Stjørnan fór eisini allan vegin og vann seinni steypa­ kappingina. Góða og stóra breidd Eisini á stigatalvuni hevur Stjørnan væl og virðiliga munin, tí við sínum tilsamans 37 stigum eftir 20 umfør, og tað eru seks stig fleiri enn Tjaldur, sum endaði á 31 stigum. Síðstu vikur nar hevur Tjaldur tapt fyri bæði Neistanum og VÍF, umframt at liðið bara vann við einum máli á VB. Sostatt bendir alt á, at Stjørnan er stórfavorittur undan FM­finalunum í Sunset­kappingini, og eitt nú talar stóra og góða breiddin hjá klaks­ víks kvinnum fyri, at tær eru sera væl fyri at taka greipuna í ár. Hvussu væl tað gongur hjá Tjaldri, er sera nógv tengt at, hvussu útlendingarnir standa seg, og síðstu dystirnar hevur sæð út til, at Stjørnan hevur lagt seg væl eftir at skerja eitt nú stórskjúttan, Adinu Petrea. Tjaldur noyðist eisini at vera Corneliu Rimbu fyriuttan, so á pappír inum sær Tjaldur veikari út. Men hetta eru finaludystir, har alt kann henda, so kanska verður kor t­ ini talan um tveir javnar og spen­ nandi dystir. Spurningurin er so, um tað í ár verða tríggir finaludystir hjá kvinnunum, ella um annað liðið fer avstað við øllum við tveimum sigrum beinanvegin. Stjørnan stórfavorittur einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Stjørnan hevur í vetur havt gott tak á Tjaldri, so tí eru klakvíkskvinnur stórfavorittar, nú fyrsta FM-finalan í Sunset- kappingini verður spæld í kvøld Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir Kvinnufinalistarnir 28/10 Tjaldur­Stjørnan 30­25 13/12 Stjørnan­Tjaldur 20­15 20/12 Tjaldur­Stjørnan 20­31 26/12 Stjørnan­Tjaldur 30­29 10/01 Tjaldur­Stjørnan 23­23 28/02 Stjørnan­Tjaldur 28­22 Finalurnar 23/03 Tjaldur­Stjørnan 19.00 25/03 Stjørnan­Tjaldur 19.00 27/03 Stjørnan­Tjaldur *) *) Verður bert spæld, um liðini vinna hvør sína av hinum báðum