týsdagur 23. mars 2010síða 33
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 23. mars 2010 – Nr. 57 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 33
Verbeek fer eftir HM
Óansæð, hvussu tað fer at gangast Australia í
HM-endaspælinum í summar, skal nýggjur venjari finnast
eftir HM. Hollendingurin, Pim Verbeek, sum tók við eftir
landsmannin, Dick Advocaat, fyri tveimum árum síðani,
hevur boðað frá, at hann ætlar at royna aðrar
avbjóðingar. Í 27 dystum við honum sum venjara, hevur
Australia bara tapt fýra dystir.
Eriksson til Afrika
Nógv bendir á, at svenski venjarin, Sven-Göran
Eriksson, verður maðurin, sum skal standa á odda fyri
Fílabeinsstrondini undir HM-endaspælinum í
Suðurafrika. Roknað verður við, at ein avtala verður
gjørd við Sven-Göran Eriksson ein av næstu
døgunum. Sum skilst, fær hann útivið fýra milliónir
krónur fyri sítt arbeiði, spyrst sáttmáli burturúr.
Ein nýggj avtala slóðar
fyri, at Pál Joensen kann
fara til OL í London í 2012
sum partur av danska
svimji landsliðnum, uttan
at missa rættin at umboða
Før oyar í øðrum altjóða
kapp ingum
Hevur Pál Joensen hug og annars
svim ur undir kravtíðirnar, er einki til
hind urs fyri, at hann kann svimja
um kapp við aðrar av heimsins
bestu svimjarum, tá olympisku leik-
ir nir verða í London í 2012. Og tað
kann lata seg gera, uttan at hann
skal ofra møguleikan fyri at umboða
Føroyar í altjóða kappingum annars,
hóast hann noyðist at svimja undir
donsk um flaggi í OL.
Størsta forðingin hevur annars
ver ið, at svimjarar fáa karantenu í
eitt ár báðu megin við eitt skifti,
sum vanliga avmarkar teir til bert at
kunna umboða eitt land. Henda
karan te na verður ikki galdandi fyri
Pál ella aðrar føroyskar svimjarar, so
henda smidliga loysn, ið ÍSF og
Svimji sambandið hava kunngjørt,
let ur upp fyri nýggjum møguleikum.
ÍSF og Svimjisambandið siga, at
tal an er um eina serskipan, sum
fing in er í lag, og at enn er eftir hjá
pørt unum at samráðast um, hvussu
praktisku viðurskiftini millum Før-
oy ar og Danmark skulu skipast í
sam bandi við olympiskar leikir.
Eisini fáa onnur við
Arbeitt hevur verið í eitt ár við at
funn ið eina loysn, ið loyvir skifti
mill um føroyska og danska lands-
liðið í svimjing uttan karantenu, og
nógvir partar hava verið uppi í máli-
num, áðrenn semja fekst um hesa
loysn ina, sum nú er galdandi.
Umframt ÍSF og Svimjisambandið,
hava eisini danska ítróttar sam-
bandið, DIF, danska svimji sam-
bandið, DSU, altjóða olympiska
nevnd in, IOC, og altjóða svimji sam-
bandið, FINA, verið uppi í málinum.
Ætlanin hjá ÍSF er somuleiðis at
víðka skipanina, so hon eisini letur
upp fyri, at onnur føroyingar í øðr-
um ítróttargreinum kunnu kappast í
olympiskum høpi, uttan at karan-
tena skal forða fyri tí.
ÍSF sigur, at henda nýggja skipan
onga ávirkan fær á skjótt 30 ára
drúg va arbeiðið at vinna Føroyum
sjálv støðugan olympiskan limaskap,
men at tað arbeiðið heldur fram
sum áðrenn.
– Nýggja OL-loysnin ger
tað lættari hjá Páli, tí nú
slepp ur hann undan at
skula hugsa um av leið-
ing ar nar av einum skifti,
ið frammanundan merkti,
at hann misti eitt heilt ár
við kappingum, sigur Jón
Bjarna son, venjari hjá Páli
Joen sen
Eins væl og EM og HM, er OL óivað
ein av størstu málunum hjá okkara
fremsta svimjara, tí 19 ára gamla Páli
Joensen, men tað hevur ikki verið so
lætt at farið eftir hesum málinum, tí
ein stór forðing hevur staðið fyri,
sum er karantenan, ið vildi gjørt, at
Pál hevði verið noyddur at skrætt
eitt heilt ár úr álmanakkanum, skul-
di hann skift millum føroyska og
danska svimjilandsliðið.
– Nýggja OL-loysnin ger tað lætt-
ari hjá Páli, tí nú sleppur hann undan
at skula hugsa um avleiðingarnar av
einum skifti, ið frammanundan
merk ti, at hann misti eitt heilt ár við
kap p ingum, sigur Jón Bjarnason,
venjari hjá Páli Joensen.
– Nú skal hann bara hugsa um
sína egnu svimjing, og tá eitt hálvt
ár er eftir til OL, kann hann finna
útav, hvat hann vil. Tað snýr seg um
at vera nummar eitt ella tvey í
danska kongaríkinum, samstundis
sum hann sjálvandi skal vera undir
krav tíðini til OL. Longu nú er hann
und ir hesi tíðini, so tað skuldi ikki
verið nøkur forðing.
Má fyrst sleppa við
Skuldi tað hent, at Pál Joensen vildi
farið til OL í London sum svimjari
fyri Danmark, hevði hann helst verið
ein av tveimum – og hin hevði so
ver ið 21 ára gamli danski svimjarin,
Mads Glæsner, sum Pál fleiri ferðir
hevur kappast ímóti!
– Skal tað henda, so er tað sjálv-
andi eisini ein spurningur, um
dansk ar ar vilja hava Pál við á sítt
lands lið til eitt OL. Tá hann í síni tíð
var við í kappingini um danska
meistara heitið og tók sjey donsk
junio r met, vóru tað ið hvussu er ikki
øll har niðri, ið vóru líka fegin, sigur
Jón Bjarnason.
Við til ta søguna hoyrir eisini, at
hesi sjey metini í fyrsta umfarið
blivu skrásett sum donsk met, men
at trýst frá ymsum síðum gjørdi, at
tey síðani eru strikað, so Mads Glæs-
ner framvegis eigur tey gomlu
junior metini. Eingin av donsku
svimj ar unum, ið ætlaðust at taka
met ini hjá Glæsner, kláraði tað sum
juniorur, og nú eru teir allir seniorar.
Dyr latnar upp til OL
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan Hansen
Pál Joensen og Mads
Glæsner avmyndaðir
í sambandi við 1500
metra finaluna í
frísvimjing á donsku
meistarastevnuni í
Esbjerg fyri einum lítlum
ári síðani. Ta ferðina
hevði Glæsner munin…
Mynd: Jón Bjarnason
Pál minni at hugsa um