týsdagur 23. mars 2010síða 34
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 23. mars 2010 – Nr. 57
Nógv størsta ítróttarfelag
í landinum, Havnar Fim
leika felag, hevur síðstu
da g ar nar havt sínar árligu
fim leika framsýningar
At tað kann taka sína tíð at
avgreiða árligu fimleika fram sýn
ingarnar, tá tú ert eitt so stórt
felag sum Havnar Fimleika felag,
gekk sjón fyri søgn, nú felagið
hevði framsýningar bæði leygar
dagin og í gjárkvøldið.
Tilsamans var talan um 84 lið, ið
skuldu sýna fram, so neyðugt var
at deila tey sundur í fýra sýningar,
skul di tað ikki gerast alt ov nógvur
marat on dámur yvir tí.
Fimleikaframsýningarnar vóru í
ítróttar høllini á Hálsi. Tríggjar tær
fyrs tu vóru leygardagin og tann
síðsta í gjárkvøldið.
Byrjað
var
leygarmorgunin
klokk an 10 við smábørnum millum
hálv t ann að og seks ára aldur, og
síðani varð hildið fram klokkan
13.30 við børn um úr 1. til og við 3.
flokk, áðr enn tey frá 4. til 6. flokk
sluppu fram at klokkan 17.
Í gjárkvøldið klokkan 19 var so
tann síðsta framsýningin, sum
fevn di um vaksin, 7. flokk og eldri.
Allar fram sýningarnar endaðu við,
at hand aðar vórðu 5, 10 og 15 ára
nálir
og
ídnis
prógv.
Myndamaður okkara, Álvur
Harald sen, var til nakrar av
fram sýn ing unum, og á hesi
opnu sæst eitt úr val av
mynd unum,
hann
tók
leygar dag in
og
í
gjárkvøldið.
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan Hansen
Armstrong ikki í Giro
Nýggja liðið hjá Lance Armstrong, Team Radioshack,
verður ikki við í stóru italsku súkklukappingini, Giro
d’Italia. Akkurát nú klandrast fyrireikararnir og
amerikansk súkklarin um, hví Radioshack ikki er við.
Armstrong sigur, at liðið boðaði longu frá hesum síðst í
januar, meðan stjórin fyri Giro d’Italia roynir at fáa tað at
ljóða, sum hann hevur steðgað Radioshack.
Sandro til Tottenham
Longu nú eru fleiri av liðunum í ensku Premier League
farin at hugsa um komandi kappingarár. Eitt teirra er
Tottenham, sum sigst vera ávegis at tryggja sær
brasilska miðvallarspælaran, Sandro, frá Internacional
fyri 75 milliónir krónur. Hann er í London til
læknakanning, og er hon í lagi, kemur hann til felagið í
august.
84 lið í fýra framsýningum