Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-23, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. mars 2010síða 35

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 23. mars 2010 – Nr. 57 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 35 Benitez ákærir Ferguson – Fótbóltsdómarar eru professionellir, men at øll vita, hvussu stóra ávirkan Alex Ferguson hevur á teir, segði Rafael Benitez, venjari hjá Liverpool, við bretska blaðið, Daily Mirror, eftir 1-2 tapið hjá Liverpool ímóti Manchester United á Old Trafford sunnudagin. Tað var serliga brotssparkið, sum førdi til, at United javnaði til 1-1, sum fekk ilt í Rafael Benitez. – Henda eina støðan broytti alt. Eg havi hugt fleiri ferðir eftir tí síðani, og eg eri ikki sannførdur. Teir vóru báðir á bóltinum, og eg haldi, at Valencia datt á ein løgnan hátt, segði Benitez, sum svaraði soleiðis, tá hann var spurdur, um hann helt, at Valencia filmaði: – Ja, eg eri ikki í iva. Venjarin hjá Manchester United, Alex Ferguson, heldur hinvegin, at Javier Masherano átti at fingið reytt kort fyri at fella Valencia. – Eg haldi avgjørt, at talan var um eitt greitt brotsspark. Og tá ein framherji verður forðaður í eini so góðari støðu, so eigur tann, sum fellir hann, at fáa reytt kort, staðfestir Alex Ferguson.