fríggjadagur 4. januar 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 2 - 4. januar 2002
Nr. 2 - 4. januar 2002
3
Nýggj fløga við
Una Joensen kemur
á marknaðin
fríggjadagin í dag
FLØGUÚTGÁVA
Tutl
Uni Joensen gevur í
samstarvi við Ronnie
Nielsen út fløguna Gest-
house.
Á fløguni eru átta løg,
har Uni eigur øll orðini,
og teir báðir, Uni og
Ronnie Nielsen, hava
smíðað tónleikin.
Tónleikurin minnir í
støðum ikki sørt um
Pink Floyd. Onkra aðra-
staðni minnir hann um
Dire Straits og Chris
Rhea. Og hartil sigur
Ronnie Nielsen, at hann
hevur saknað tað róliga
flótandi í nútíðar tón-
leikinum.
Tekstirnir eru merktir
av einum vissum dapur-
skygni, snúgva seg um
einsemi og líkasælu.
Tónleikarar eru sum
nevnt Ronnie Nielsen,
sum spælir tey flestu
ljóðførini. Harumframt
eru eisini garvað fólk
sum Kolbein Simonsen,
Sámal Ravnsfjall, Ingi
Sørensen og Jóan Petur
Andreassen eisini við.
Nýggjárskonsertin
hjá Føroya Sym-
foniorkestri í Norður-
landahúsinum
sunnudagin 6. januar
kl 19:30 verður send
beinleiðis í Útvarpi
og Sjónvarpi Føroya
Hesaferð eru tveir
solistar
NÝGGJÁRSKONSERT
Føroya Symfoniorkestur
Andras Olsen úr Havn fer
at framføra Blue Bells of
Scotland
á
trombon.
Andras Olsen hevur far-
loyvi frá Det Jyske Musik-
konservatorium í Århus, og
er á øðrum ári í útbúgving á
The Royal Academy of
Music í London. Nina Pav-
lovski úr Keypmannahavn
er sopranur og útbúgvin á
Det kgl danske Musik-
konservatorium í Keyp-
mannahavn og hevur mill-
um annað verið solistur í
Europa,
Russlandi
og
Japan.
Hon fekk Aksel Schiøtz
Prisen í 2000. Hon fer at
syngja “Ebben Ne Andro`
Lontana” eftir Catalani.
Hesin tónleikur varð nýttur
í filminum Diva. Úr “My
Fair Lady” syngur hon “I
could have danced all
night”. “O, mio babbino
caro” eftir Puccini er eisini
á skránni.
Felgssangurin
verður
sum vanligt Kom og dansa
eftir Lehar og Kristin í Geil
Sangir fyri blandað kór
og orkestur, ein føroyskur,
danskur og ein íslendskur
eru á skránni.
Annars verður tónleikur
eftir H C Lumbye, Tschai-
kovsky, Offenbach , Ra-
meau, Suppé og Strauss at
hoyra. Eins og undanfarin
ár verður endað við tí
kenda Radetzky marsjin-
um. Tað er Martin Mou-
ritsen, ið stjórnar. Sjónleik-
arin Páll Danielsen verður
vertur.
Fimmtiunda
konsertin
Nýggjárskonsertin sunnu-
dagin verður nummar 50 í
røðini
síðan
orkestrið
byrjaði í 1983.
Byrjað varð í smáum í
1983 tá ið Norðurlanda-
húsið læt upp og Musikk-
skúlaskipanin fór at virka.
Karmur og innihald vóru
bráddliga her í landinum og
møguleiki gjørdist at hoyra
symfoniskan konserttón-
leik við føroyingum, ið
leiktu saman við yrkislærd-
um tónleikarum uttanífrá..
Hesi farnu árini hava
nógv fólk hiðani verið við í
hópinum og somuleiðis
hava tónleikarar uttaneftir
vitjað hendan vegin, og tað
hevur verið gagnligt fyri
orkestrið.
Hópurin í Føroya Sym-
foniorkestri er í dag sam-
ansettur av lærarum og
ungum
tónleikarum
úr
Musikkskúlaskipanini eins
og góðum áhugaleikarum.
Við á flestu konsertunum
eru haraftrat nakrir hjálp-
arleikarar úr symfonior-
kestrum í Keypmannahavn.
Orkestrið virkar eftir
sama leisti sum í byrjanini,
bert tríggjar konsertir eru
árliga, um várið, heystið og
beint eftir nýggjár. Tón-
leikararnir eru tó meira
virknir enn so, og eru
sjálvandi við í øðrum høpi
eisini.
Á nýggjárskonsertunum
verður roynt at leggja
skránna soleiðis, at hon
innihaldsliga er viðkom-
andi fyri fjøld av fólki. Her
skulu tað fólksliga og hitt
listarliga helst fylgjast, og
hesar konsertir hava iva-
leyst gjørt orkestrið meira
sjónligt.
Í løtuni er orkestrið á
einum vegamóti, og hvussu
drúgt
hetta
tíðarskeið
verður, ber ikki til at siga.
Kósin skal setast enn
einaferð og ætlanir skulu
leggjast. Skal munandi
menning fara fram, verður
neyðugt við munadyggari
fígging, soleiðis at arbeið-
ast kann við støðugum
venjingum og framførslum
alt
árið.Virksemið
má
sjálvandi lagast til sam-
felagsligu fyritreytirnar her
á landið, eins og við atliti til
siðvanda
mentanararvin
uttanífrá.
Frá 1. januar fer Jákup
Mørk at virka sum fíggjar-
leiðari á Sosialinum.
Jákup hevur seinastu
tvey árini havt ábyrgdina av
ítróttaskrivingini á Sosial-
inum, og fer hann eisini
framhaldandi at hava á-
byrgdina av hesum økin-
um, men sum fíggjarleiðari
fer hann eisini at verða
partur av dagligu leiðsluni
á blaðnum.
Jákup er 28 ára gamal, og
áðrenn hann kom á Sosial-
in, starvaðist hann í fýra ár
hjá KPMG sum grann-
skoðari.
NØVN Í VIKUNI
Jákup Mørk fíggjarleiðari
Tveir solistar á nýggjárs-
konsertini hjá Føroya
Symfoniorkestri
GUESTHOUSE
– ein nýggj fløga
VITJAN
Heri á Rógvi
Danski forsætisráðharr-
in, Anders Fogh Ras-
mussen, kemur til Før-
oya á vitjan 14. og 15.
januar.
Talan er sostatt um
eina rættiliga stutta vitj-
an, og tað verður heldur
ikki tíð til annað enn
bert arbeiði.
Eftir hvat skilst, so
ætlar forsætisráðharrin
at kunna seg um før-
oysku viðurskiftini.
Av
Løgmansskriv-
stovuni verður upplýst,
at henda vitjanin er ein
arbeiðsvitjan, og tað
verður ikki nøkur stór-
vegis almenn vitjan.
Ein tílík vitjan er ikki
meta við eitt nú vitjan-
ina hjá íslendska forset-
anum fyri kortum, tí
hann er at meta sum
statsleiðari.
Løgmaður
bjóðar
Anders Fogh Rasmussen
hjartaliga væl komnum
til Føroya, og hann sær
tað sum eitt positivt
tekin, at forsætisráð-
harrin sjálvur hevur
tikið stig til vitjanina so
skjótt.
Enn er alt ikki koma í
rættlag viðvíkjandi ferð-
ini hjá forsætisráðharr-
anum, men dagarnar eru
tó endaliga fastlagdir.
Anders Fogh
kemur 14. januar
Nýggi danski forsætis-
málaráðharrin, Anders
Fogh Rasmussen, kemur
til Føroya á stutta
arbeiðsvitjan
Annar av solistunum á
nýggjárskonsertini er Nina
Pavlovski úr
Keypmannahavn
Í nýggjársútgávuni hjá
Sosialinum var grein um
ommudiddi á Kirkju, sum
fór at ferðast til Havnar. Í
hesum sambandi hava vit
fingið myndina omanfyri:
Elsebeth Jacobsen (1863
–1957) suðuri í Túni á
Kirkju.
Smágentan
er
Betta
(Gilston) Danielsen. Else-
beth er langommusysti
Bettu.
Myndaeigari: Anna Johansen
Ommu-
didda
á Kirkju
- Tað er sjálvsagt við
blandaðum kenslum,
at vit lata aftur, men
eg gleði meg til at
sleppa at liva eitt
vanligt lív. At reka
handil er alt ov bund-
ið, sigur Gustav
Samuelsen, sum sein-
ast í januar snarar
lykilin um í Horna-
búðini í Havn fyri
seinastu ferð
HANDIL
Turið Kjølbro
Seinnu árini eru nógvir
handlar í Havn latnir aftur,
handlar, sum hava verið til í
mong, mong ár. Nú er túr-
urin komin til matvøru-
handilin Hornabúðina í
Havn, ið eisini selur provi-
ant til skip. Hesin handilin,
ið liggur í Hornabø og
hevur havt opið í 34 ár,
letur aftur seinast í hesum
mánaðinum.
Gustav
Samuelsen eigur og rekur
handilin.
Pápi
hansara
keypti handilin fyri 34
árum síðani og Gustav hev-
ur øll hesi árini verið í
handlinum. Nú er tíðin
komin at gevast, heldur
hann.
- At reka handil er alt ov
bundið. Eg havi arbeitt í
handli síðani eg var fimtan
ára gamal. Arbeiðsdagarnir
eru langir, eg arbeiði ofta
allar dagarnar í vikuni, og
tað er alt ov møðsamt í
longdini,
sigur
Gustav
Samuelsen.
At lata handilin aftur nú
er ikki ein knapplig avgerð.
Afturlatingin hevur verið
fyrireikað í fleiri ár, nógv
vøra er útseld, og starvs-
fólkini í handlinum, sum í
løtuni eru trý í tali, hava
somuleiðis vitað av av-
gerðini.
- Tað eru nógv ár síðani,
at eg gjørdi av at lata aftur,
tá ið eg gjørdist 55 ár. At
eingin tímir at halda fram
við handlinum, er tí, at
bakarí og oljusølur hava
opið so leingi. Handilin hjá
okkum hevur altíð gingið
væl, men treyðugt so
merkja vit væl til, at aðrir
handlar hava opið leingi.
Sølan av vanligum handils-
vørum er seinnu árini vak-
sin ógvuliga fitt eftir van-
liga upplatingartíð. Fólk
vilja sleppa til handils um
kvøldið eftir øllum at
døma. Tað snýr seg um at
laga
seg
eftir
teirri
gongdini, men tað havi eg
ikki áhuga í ella hug til,
sigur Gustav Samuelsen.
Handil hevur verið í
Hornabúðini fyrr
- Tað er sjálvsagt við
blandaðum kenslum, at vit
lata aftur, men eg gleði meg
til at sleppa at liva eitt van-
ligt lív. Havi havt frítíðar-
ítriv, sum eg havi havt ov
lítla tíð til. Nú gleði eg meg
til at sleppa at brúka meiri
tíð uppá bátin til dømis.
Men fyrst fari eg at læra
meg at slappa av, sigur
Gustav Samuelsen.
Tað hevur tikið
drúgva tíð at seta orð
á ein framtíðar før-
oyskan mentapoli-
tikk. Nú er niðurtelj-
ingin av álvara
byrjað, tí seinast í
hesum mánaðinum
verður mentunar-
virkisætlanin hjá
landsstýrinum
almannakunngjørd
MENTAN
Turið Kjølbro
Loksins letur til, at Ment-
unarvirkisætlanin
hjá
landsstýrinum verður veru-
leiki. Ein av fyrstu døg-
unum verður álitið sent
avvarðandi pørtum, feløg-
um og stovnum til hoyring-
ar. Tá ið hesin parturin er
avgreiddur, verður álitið
almannakunngjørt, tað vil
siga um einar tvær-tríggjar
vikur.
Fýra landsstýrismenn í
mentamálum hava havt
álitið um hendi. Um tað er
orsøkin til, at tað hevur
tikið so drúgva tíð at seta
orð á ein komandi føroysk-
an mentapolitikk, er ilt at
meta um, men fleiri ferðir
hetta valskeiðið hevur verið
boðað frá, at álitið hevur
verið á gáttini.
- Tað er torført at skriva eitt
slíkt álit, sum umfatar so
nógv. Nógvir stovnar og
feløg eru umfatað og tað
tekur tíð. Sjálvsagt er tað
eitt sindur spell, at álitið
kemur so seint í val-
skeiðnum. Hendan sam-
gongan fær ikki teir stóru
møguleikarnar at gera so
nógv út frá álitinum, men
tað fær komandi landss-
týrið so ístaðin, sigur Óli
Holm.
Mentan kostar
Í
samgonguskjalinum
stendur, at ein greiður
mentunarpolitikkur
skal
orðast við støði í millum
øðrum mentunarálitinum
»Avmarkaður marknaður«,
sum varð gjørt miðskeiðis í
nítiárunum. Síðani henda
samgongan fór til verka
hava embætisfólk í Menta-
málastýrinum arbeitt mið-
víst við virkisætlanini.
Landsstýrismaðurin
í
mentamálum, Óli Holm, vil
ikki siga nakað ítøkiligt um
innihaldið í virkisætlanini.
Ei heldur um, um virkis-
ætlanin fer hava við sær, at
meiri peningur verður sett-
ur av til mentan í komandi
tíð. Fíggjarlógin, ið júst er
samtykt, gevur ikki nakra
ábending um, at vit fáa ein
orðaðan mentapolitikk inn-
an stutta tíð. Játtanin til
mentanina stendur stórt
sæð í stað í ár í mun til í
fjør.
- Hækkingarnar í fíggjar-
lógini í fjør til mentunar-
økið, sum vóru rættiliga
stórar, skulu síggjast sum
ein byrjan. Vit hava tíverri
ikki havt møguleika at økt
játtanina í sama mun aftur í
ár, millum annað tí, at onn-
ur øki eru raðfest og tí, at
vit fyrst skulu hava nakrar
karmar at arbeiða út frá.
Hinvegin haldi eg, at ment-
anin í Føroyum hevur tað
gott og játtanin til mentan-
ina er nøktandi. Men sjálv-
sagt eru øki, sum kundu
fingið meiri, sigur Óli
Holm.
Játtanin til mentanina í
undanfarnu fíggjarlóg vaks
við tíggju prosentum í mun
til árið fyri.
Mentanarráðið
Fyrr enn nýggja mentanar-
virkisætlanin verður al-
mannakunngjørd, ber ikki
til at gera nakra mynd av,
hvat skapandi listafólk og
mentanin sum heild kunnu
vænta í framtíðini.
- Eg vóni at fáa eitt álit,
sum fevnir vítt um ment-
anina sum heild, og at vit
kunnu seta út í framtíðar-
kortið, hvussu mentanar-
lívið í Føroyum kann
mennast. Í fyrstu syftu
rokni eg ikki við, at játtanir
til
ymisk
mentanarøki
verða lógarfest, tí fíggjar-
lógin verður altíð avgerandi
fyri fíggjarkarmarnar, sigur
Óli Holm.
Um aðalorðaskifti verður
í løgtinginum um nýggju
mentanarvirkisætlanina, er
støða ikki tikin til enn.
Mentanarráðið, sum Óli
Holm frá fyrsta degi í
landsstýrismannasessinum
kunngjørdi, at hann ætlaði
at seta á stovn, er ikki
mannað
enn.
Arbeiðs-
setningurin hjá ráðnum
verður avgreiddur í sam-
svari við mentanarvirkis-
ætlanina. Landsstýrismað-
urin vónar, at ráðið er farið
til verka, áðrenn hetta
valskeiðið er av.
Mentunarvirkisætlanin undir land
- Mentanin í Føroyum hevur
tað gott og játtanin til
mentanina er nøktandi, sigur
Óli Holm, landsstýrismaður í
mentamálum
Føroya Skúlabóka-
grunnur hevur givið
út bókina Kostnað-
arlæra eftir Olav
Absalonsen
ÚTGÁVA
Kostnaðarlæra, sum Olav
Absalonsen, lærari á Før-
oya Handilsskúla í Havn
hevur skrivað, er tann
triðja av fýra bókum í
virkisbúskapi, sum eru
ætlaðar
til
nýtslu
í
handilsskúla og øðrum
miðnámsskúlum.
Í
handilsskúlanum er hon
ætlað at nýta í undir-
vísingini í virkisbúskapi í
hægri handilsútbúgving.
Innihaldið í bókini er í
høvuðsheitum fastur og
broytiligur
kostnaður,
inntøka, marknaður og
kostnaðarbýti.
Umframt til undirvís-
ingina í skúlanum er
Kostnaðarlæra eisini ætl-
að til sjálvlestur hjá teim-
um, sum hava áhuga fyri
virkisbúskapi.
Hinar báðar bøkurnar í
røðini, sum áður eru
komnar út, eru Bókhald
og ársrokniskapur eftir
Olav Absalonsen og Virk-
ið eftir Heðin Samuelsen,
ið kom í fjør.
Kostnaðarlæra er 77
síður til støddar og fæst í
bókabúðunum fyri 96
krónur.
Kostnaðarlæra
Afturlatingin hevur verið fyrireikað í fleiri ár, nógv vøra er
útseld, og starvsfólkini í handlinum, sum í løtuni eru trý í tali,
hava somuleiðis vitað av avgerðini.
Mynd: Jan Müller
Hornabúðin
snarar
lykilin um
- Fólk vilja sleppa til handils um kvøldið. Tað
snýr seg um at laga seg eftir teirri gongdini,
men tað havi eg ikki hug til, sigur Gustav
Samuelsen, handilsmaður
Mynd: Jan Müller
C
M
Y
K
3
2