Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. januar 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 2 - 4. januar 2002 Nr. 2 - 4. januar 2002 5 – Sjúklingar vórðu tiknir til gíðsla í eirindaleysari orr- ustu fyri at røkka snævurskygdum málum, sigur Jóan Petur Davidsen, leið- andi yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, í hvassorðaðari við- merking til støðuna á B 6 LANDSSJÚKRAHÚSIÐ Áki Bertholdsen Tað er ein dyggur smeitur fyri Landssjúkrahúsið at tað eydnaðist sjúkrasystr- unum á B 6 at trumfa sín vilja ígjøgnum. Tað heldur Jóan Petur Davidsen, leiðandi yvir- lækni á skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum. Tað, hann sipar til, er, at eydnaðist sjúkrasystrunum á B 6 at hótta seg fram til fleiri starvsfólk. Tær høvdu kravt at fáa fleiri sjúkrasystrar á B 6, men tað vildi leiðslan á Landssjúkrahúsinum undir ongum umstøðum góðtaka - ikki fyrrenn nú í 12. tíma, tá ið hon boygdi seg og setti 1,8 sjúkrasystir afturat á B 6, so at tær 18 sjúkra- systrarnar tóku uppsagnina aftur. Sostatt letur B 6 upp- aftur sum ætlað mánadagin, eftir at hon hevur verið stongd í 14 dagar um árs- skiftið. Í ógvuliga hvassorðaðari viðmerking til støðuna á B 6, spyr Jóan Petur Davidsen um tað eru slíkar taliban- metodur, sumn skulu til fyri at fáa hægri játtan til eina deild á Landssjúkrahús- inum. –Hetta er ein dyggur smeitur fyri Landssjúkra- húsið og fyri alt Føroya Fólk, sum skal betala fyri Landsjúkrahúsið, sigur hann. Politisk kastibløka Jóan Petur Davidsen sigur, at Landssjúkrahúsið hevur í mong ár verið politisk kastibløka, sum politikarar javnan hava gjørt sær dælt av, væl stuðlaðir av fak- feløgum, sum hava nýtt Landssjúkrahúsið til fak- felagspolitiskan stríðsvøll. – Sjúklingar verða tiknir til gíðsla í hesi eirindaleysu orrustu fyri at røkka snævurskygdum málum. Hann sigur, at slík framferð hevur verið darvandi fyri arbeiðið á okkara størsta arbeiðsplássi. – Eftir langt og tógvið stríð, eydnaðist tað at tilevna ein leiðslubygnað á Landssjúkrahúsinum, sum allir partar tóku undir við. – Hetta íbirti vónina um, at nú fór friður at valda, so at orka og tilfeingi betri kundi gagnnýtast til at menna arbeiðsplássið, sjúk- linginum at gagni. Hann sigur, at fyritreyt- irnar fyri hesum vóru sjálv- sagt, at leiðslubygnaðurin fekk loyvi at virka, og at starvsfólk virdu hann. – Leiðslubygnaðurin á Landssjúkrahúsinum varð viðtikin fyri at skapa støðu- leika, sum grundarlag fyri menning og framburði. Størsta vanvirðing fyri arbeiðsplássinum Men leiðandi yvirlæknin á skurðdeildini sigur, at tað, sum nú er farið fram á B 6, hevur víst, at að skuldi ikki ganga long tíð, fyrrenn ein bólkur, í størstu vanvirðing fyri arbeiðsplássinum, royndi at kroysta ultimativ eginkrøv ígjøgnum við nýtslu av fjøðlmiðlunum og politiskum ágangi. Hann sigur, at flest allar deildir og virkisøki á Landssjúkrahúsinum halda, at teimum væntar starvs- fólk og ábøtur og tað veit leiðslan væl av. – Trupulleikin er bara tann, at verður játtanin hækkað einastaðni, skal sama upphædd skarvast av onkra aðra staðni, tí samlaða játtanin skal hald- ast. – Ein ófrávikilig skylda hjá einari leiðslu er at tryggja, at tann tøki pening- urin verður nýttur á skila- bestan hátt, so sum mest fæst burtur úr til gagns fyri endamálið hjá stovninum. Hvat Landssjúkrahúsinum viðvíkur er tað at fremja heilsu. – Tað er jú skattaborg- arin, sum í síðsta enda skal gjalda. Tí má grundstøðið altíð verða, at meirjáttan má ongantíð verða givin, fyrrenn tey bygnaðarligu viðurskiftini eru kannað og funnin hóskandi, sigur Jóan Petur Davidsen. Hann sigur, at eftir øllum at døma eru tað nógv, sum ikki rættiliga hava fatað, hvat leiðslubygnaðurin á Landssjúkrahúsinum ber í sær. – Hetta kemur týðiliga til sjóndar í dulnevndum lesarabrævi frá »nøkrum sjúkrasystrum á B6«. Av tí brævinum skilst, at eftir teirra tykki er sjúkra- røktarstjórin tann longdi armurin hjá Sjúkrasystra- felagnum á Landssjúkra- húsinum. Hetta er grund- leggjandi skeiv fatan. Sjúkrarøktarstjórin er fyrst og fremst leiðari í eini trýmannaleiðslu við sjúkra- røktarfakligum innliti, somuleiðis sum lækna- stjórin ikki umboðar fak- felagspolitisk sjónarmið hjá læknabólkinum, men er leiðari við læknafakligum innliti. Átti ikki at vunnið frama Leiðandi yvirlæknin á skurðdeildini ásannar, at arbeiðstakarar hava altíð rættindini at gera vart við óhóskandi arbeiðsviður- skifti. – Vinnur áheitanin ikki frama, stendur tað til ein sjálvan at taka avleiðing- arnar av hesum. Ger ein av at siga seg úr starvi, eru viðurskiftini við arbeiðs- gevarin at enda komin. Men so leggur hann afturat: – At uppsøgnin verður nýtt í eini neyðtøku av arbeiðsstaðnum er at fara út um, hvat ein kann loyva sær, og átti ikki at vunnið frama nakrastaðni. Hann sigur, at sum leiðandi yvirlækni á skurð- deplinum, er hann í villa- reiði um, hvussu hann framyvir skal ráðgeva á sínum øki. – B5 er størsta seingjar- deild í deplinum, har starvsfólk knossast dagin langan og veita eina dygdargóða tænastu uttan at gremja seg, vælvitandi, at B5 hevur lægri starvs- fólkamanning, størri røktartyngd og fleiri seingjarpláss enn B6. Støðan er lítið annarleiðis á skurðgongini, innan skriv- araorkuna o. s. fr., har starvsfólk kýta seg og síggja eina æru í at veita eina nøktandi tænastu, utt- an at grenja. – Mangur man sita við einum beiskum ráki eftir í munninum og spyrja seg sjálvan: Gjørdi eg nú tað rætta? Eg royndi at halda játtanina, og hóast skjal- prógv og tøl at vísa á tørvin fyri meirjáttan innan mítt virkisøki, vann hetta ongar sømdir, meðan B6 við størstu vanvirðing fyri galdandi mannagongdum, viðtøkum og leiðsluskipan- um, vann frama við sínum krøvum. Hetta er ein dyggur smeitur fyri Lands- sjúkrahúsið og í síðsta enda Føroya fólk. Hann spyr um tað eru »taliban- metodirnar«, ið skulu nýtast fyri at røkka eina nøktandi játtan, ella um vit framvegis skulu halda okkum til tann skipaða bygnaðin? Hann spyr eisini, hvat skatta- borgarin sigur til, at noyð- ast at gjalda fyri slíkan atburð? Aðrastaðni eisini Hann sigur, at nú tað eydnaðist sjúkrasystrunum á B 6 at trumfa sin vilja ígjøgnum, stúrir hann fyri, at aðrar deildir á Lands- sjúkrahúsinum fara at taka táttin upp eftir teimum. –Tað er fryktandi fyri, at starvsfólk á øðrum deildum nú fara at brúka somu framferð sum tær á B 6 fyri st trumfa sín vilja ígjøgn- um, tí tað er so nógva staðni á Landssjúkrahús- inum at tað er brúk fyri fleiri fólkum, sigur Jóan Petur Davidsen. – Tað vantar ikki nógv í at so væl politikkarar sum fyrisiting, hava mist tamar- haldið á landsins størsta arbeiðsstaði, sigur Jóan Petur Davidsen og hann kundi eisini hugsað sær at fingið at vita frá sjúkra- systrunum á B 6, um tær høvdu eitt boð uppá, hvað- ani meirjáttanin til B 6 skal skal takast. – Tað vantar ikki nógv í at so væl politikkarar sum fyrisit- ing, hava mist tamarhaldið á landsins størsta arbeiðsstaði, sigur Jóan Petur Davidsen, leiðandi yvirlækni á Lands- sjúkrahúsinum Taliban ágangur er ein dyggur smeitur fyri Landssjúkrahúsið Tað er rætt, at sjúkra- systrarnar fingu 1,8 starvsfólk afturat, men bara í eitt hálvt ár og tað kann væl henda seg, at tær missa tað aftur, sigur Marin Vang, røktar- fakligur stjóri á Landssjúkrahúsinum LANDSSJÚKRAHÚSIÐ Áki Bertholdsen – Vit hava ikki mist tamarhaldið á Landssjúkra- húsinum. Men tað er fryktandi fyri, at aðrar deildir á Landssjúkrahús- inum fara at brúka sama framferðarhótt sum sjúkra- systrarnar á B 6 fyri at fáa leiðsluna at ganga ymsum krøvum á møti. Men hon vónar tað ikki, tí so fær Landssjúkrahúsið ein álvarsligan trupulleika. Marin Vang, røktarfakligur leiðari á Landssjúkrahús- inum, heldur ikki, at leiðslan á Landssjúkrahús- inum er í ferð við at missa tamarhaldið á støðuni, soleiðis sum Jóan Petur Davidsen, leiðandi yvir- lækni á skurðdeildini stúrir fyri í grein aðrastaðni í blaðnum í dag. Hon vil ikki gera stór- vegis viðmerkingar til sjónarmiðini hjá Jóan Petur Davidsen, fyrrenn hon hev- ur lisið greinina. – Men í stuttari viðmerk- ing sigur hon annars, at sjálvsagt er tað rætt, at sjúkrasystrarnar á B 6 hava fingið 1,8 starv afturat. – Men tað er ikki meiri enn helvtin av tí, tær kravdu upprunaliga. Marin Vang leggur eisini dent á, at tað 1,8 starvið, sum er sett afturat á B 6, er einans sett í eitt hálvt ár. – Tí er tað ikki heilt rætt at siga, at starvið er sett afturat. Starvið er einans sett í eitt hálvt ár, til bygnaðurin á deildini er kannaður og tað er tað, sum hevur stóran týdning í hesum málið. Tá ið bygnaðarbroyting- arnar eru gjørdar, kann tað henda, at tær missa starvið aftur. –Tað, vit vóna at fáa burturúr, er at fáa eina ná- greiniliga lýsing av, hvør tørvurin er, og, hvussu uppgávurnar skulu býtast. Játtanin, sum B 6 hevur fingið afturat, er góðar 200.000 krónur. – Vit hava ikki tikið støðu til, hvaðani peningurin skal takast. Vit hava heldur ikki gjørt av, um vit fara at biðja um eykajáttan til enda- málið. Marin Vang væntar tó ikki, at leiðslan fer at biðja um eykajáttan til tað 1,8 starvið, sum er sett afturat á B 6.Vit hava heldur ikki gjørt av, um vit fara at biðja um eykajáttan, Marin Vang væntar tó ikki, at leiðslan fer at biðja um eykajáttan til tað 1,8 starvið, sum er sett afturat á B 6 – Tað merkir so, at vit skulu finna peninginum frá onkrum øðrum øki á Landssjúkrahúsinum, har tað sostatt skal skarvast av og tað er hetta, sum hevur ligið í kortunum higartil, sigur hon. Leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur ikki mist tamarhaldið á støðuni. Meirjáttanin til B 6 er ikki treytaleys og kann verða tikin aftur, tá bygnaðarkanningarnar eru gjørdar, sigur Marin Vang Vit hava ikki mist tamarhaldið á Landssjukrahúsinum Skipini plaga at fara útaftur beint eftir jól, men soleiðis var ikki hesaferð FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Í Sosialinum beint fyri jól høvdu vit stutta samrøðu við fiskimann, sum argað- ist um, at nakrir reiðarar vilja hava skipini útaftur longu 2. ella 3. jóladag. Fiskimaðurin helt, at tá ið árið hevur roynst væl, kundi manningin saktans sloppið at hvílt seg og verið saman við familjuni á jólum og nýggjárinum - í friði og náðum. Millum tey skip, sum plaga at fara útaftur beint eftir jól, eru trolararnir í Vestmanna. Men í ár hava teir so ligið. Hinvegin hava Polarhav og Stjørnan verið úti; teir fóru útaftur 3. jóladag og hava fingið nógvan fisk. Øll skipini lógu Á Fiskavirking í Vestmanna vita tey at siga, at øll skipini í Vestmanna og tey skip, hesi partrola við, hava ligið um høgtíðina. Tey eru júst farin út aftur á fyrsta túrin í nýggja árinum. – Vestmenningur og Fram fóru nýggjárskvøld, Vesturbúgvin og Eystur- búgvin 2. januar, og Grøna- nes og Vesturtúgvan fóru mikukvøldið. Sum skilst skuldu onkrar broytingar gerast í lastini á Vestmenningi og Fram. – Tá ið skipini júst eru farin útaftur, vænta vit ikki nakran fisk aftur fyrr enn einaferð í komandi viku, siga tey í Vestmanna. Arbeiða tvey- skiftivakt Maskinmenninir á flaka- virkinum í Vestmanna hava verið til arbeiðis hvønn gerandisdag, síðan arbeiðs- fólkið annars fór í jólafrí. – Vit arbeiða alla tíðina við tvey-skiftivakt, og fáir dagar vóru uttan arbeiði alt síðsta ár; tí hevur ikki verið so lætt at gjørt nakað ser- ligt, meðan framleiðslan hevur verið í gongd. Tann fyrra vaktin arbeiðir frá 8 til 16 og tann seinna frá 16 til midnátt. Um náttina verður vaskað. So, maskin- menninir hava tikið sær av vanligum viðlíkahaldi hes- ar dagarnar, eingin fram- leiðsla hevur verið. Eitt skapandi virki Tey 100-115 fólkini, sum arbeiða á flakavirkinum í Vestmanna, skiftast aðru hvørja viku um dag og kvøldvaktina. – Vit framleiða næstan bara portiónir og paneraðar portiónir úr upsa. Tað, sum er eftir av flakinum, fer í blokk, siga tey í Vest- manna. Fiskavirking í Vestmanna er rímiliga væl útgjørt við maskinum til ta fram- leiðslu, sum virkið hevur lagt seg eftir. Vestmannatrolararnir lótu fólkið hvíla FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Á flakavirkinum á Eiði eru tey til reiðar at taka ímóti fiski, tá ið skipini koma innaftur at landa. – Vit vænta einki hesa vikuna, men vóna, at okk- urt verður fyrst í komandi viku, so vanligi gerandis- dagurin kann byrja aftur her norðuri, sigur Petur Mohr, virkisleiðari. Hósmorgunin, tá ið vit frættu av Eiði, var skriv- stovufólkið, formenn og maskinmenn til arbeiðis. – Nú steðgur er í fram- leiðsluni, fremja vit onkrar smávegis ábøtur, men hetta er smáting. Bøtt verður m. a. um onkran vegg, og hugt verður at maskinunum, sigur hann. Várróðurin Nú vit eru komin út í januar, stundar eisini til várróðurin. Nógvir bátar plaga vanliga at rógva út av Eiði í vártíðini, men hendan fiskin sær Norðís Seafood ikki nógv til; hann endar allur á uppboðssøluni. Petur Mohr sigur, at tað tó kann hugsast, at virkini, sum Norðís samstarvar við í Klaksvík, Sammut, og í Sørvági, Vestís, fara at keypa nakað av várfiskin- um. – Hetta eru saltfiska- virkir burtur av, sum serliga virka tosk, sigur virkisleið- arin. Smávegis ábøtur gerast á Norðís Seafood FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Tá ið nógv fiskaarbeiði er á einum flakavirki næstan hvønn dag í árinum, er ikki altíð so lætt at finna løtur- nar, har vanligt umvæling- ar- og viðlíkahaldsarbeiði kann gerast. Og soleiðis er eisini á stóra flakavirk- inum, Kósini í Klaksvík. Men nú, meðan skipini hava ligið, og eingin fiskur kemur upp á land, er ein møguleiki, og hendan møguleikan brúka tey eisini á Kósini. Loft, gólv og maskinur – Meðan skipini gera klárt at fara útaftur, gera vit klárt at taka ímóti teimum fyrstu lastunum, siga tey í Klaks- vík. Og tað er ikki so heilt lítið, sum gjørt verður á Kósini, meðan steðgur er í sjálvari fiskaframleiðsluni. – Í løtuni eru vit í holt við at seta ein nýggjan band- frystara upp, sum skal loysa annan av teimum gomlu av. Hesin nýggi hevur størri kapasitet og fer at gera framleiðsluna lætt- ari. Hetta arbeiði er ikki liðugt enn. Onkrar maskin- ur skulu eisini hava ábøtur, nú steðgur er. Á Kósini arbeiða eisini nakrir handverkarar við at skifta trý loft út – loftini í ráfiskagongini, skerihøllini og loftið norðuri í frysta- rínum. Aftrat hesum skal okkurt gólv umvælast. Skipini gera klárt Línuskipini í Klaksvík plaga vanliga ikki at fara útaftur millum jól og nýggjárs, men liggja til beint eftir ársskiftið. – Tey flestu gera nú klárt at loysa. So, vit vænta, at tað ganga einir 8-10 dagar, áðrenn verulig gongd kemur aftur á fiskaarbeiði. Seinasti arbeiðsdagur á Kósini var fríggjadagurin fyri jól; síðan tá hava tey, sum arbeiða á gólvinum, hildið jólafrí. Kósin, Klaksvík: Nøkur loft verða skift, meðan bíðað verður – Vit framleiða næstan bara portiónir og paneraðar portiónir úr upsa. Tað, sum er eftir av flakinum, fer í blokk, siga tey í Vestmanna – Vit eru klárir at taka ímóti fiski, og vónandi kemur gongd á aftur fyrst í komandi viku,sigur Petur Mohr, virkisleiðari á Norðís Seafood C M Y K 5 4