Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. januar 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 2 - 4. januar 2002 Nr. 2 - 4. januar 2002 7 Føroyska neyðhjálpin er ein stór skomm, og føroyingar taka ikki ábyrgd á hesum øki, halda tingmenn. Løg- maður vísir hesum aftur og heldur, at tað er ein spurningur um ítøkiligar ætlanir NEYÐHJÁLP Eyðun Klakstein – At landskassin setir 300.000 krónur av til neyð- hjálp er ein stór skomm. Og løgmaður mátti ikki komið sær at tosa um at vísa ábyrgd mótvegis fátøkum fólki, tá hann arbeiðir ímóti eini hækking av hesi játtan. Tað sigur ein bersøgin Jenis av Rana, eftir at løg- maður í nýggjársrøðu síni tosaði nógv um, at føroy- ingar eiga at taka lut í at- gerðum og hjálpararbeiði hjá altjóða samfelagnum. Føroyingar skulu vísa ábyrgd, segði løgmaður í síni røðu. – Føroyingar gera sum einstaklingar nógv fyri at hjálpa øðrum fólkum, men sum tjóð vísa vit ikki ábyrgd, heldur Hans Pauli Strøm, sum er tingmaður fyri Javnaðarflokkin. – Hasar 300.000 krónur kunnu ikki brúkast í mið- vísum arbeiði. Hatta eru nøkur oyru, sum kunnu sleingjast út meira ella minni tilvildarliga. Forða fyri hækking Hans Pauli Strøm, Jenis av Rana og onnur tingfólk í andstøðuni løgdu undir triðju viðgerð av fíggjar- lógini fyri 2002 fram upp- skot um at hækka játtanina til neyðhjálp, og tað var ikki fyrstu ferð. – Trý ár á rað hava vit roynt at fingið hesa játtan hækka, so føroyingar veru- liga kunnu veita menning- ar- og neyðhjálp. Fyrsta árið varð sagt, at fyrst skuldi ein reglugerð gerast fyri brúk av slíkum peng- um, og tað var í lagi. Men síðani er hetta argument brúkt so ofta, at talan er meira um eina undanførslu enn nakað annað, heldur Hans Pauli Strøm. Jenis av Rana heldur, at tær 300.000 krónurnar, sum eru settar av til neyðhjálp og menningarhjálp í ár, eru ein láturlig upphædd. – Vit eiga at hækka hesa upphædd til einar fýra ella fimm milliónir, men lands- stýrið vísir ongan vilja til at seta fleiri pengar av til hetta. Tað er ikki so frægt, at teir hækka upphæddina líðandi, sigur Jenis av Rana. Vísir øllum aftur Anfinn Kallsberg, løgmað- ur, heldur, at føroyingar vísa ábyrgd mótvegis neyð- støddum fólki og londum. – Í fjør stóðu 200.000 krónur á fíggjarlógini til neyðhjálp, men tá bóðu vit um tríggjar milliónir aftur- at, so vit kundu hjálpa í Kosovo. Vit høvdu eina ítøkiliga ætlan um hjálp og bóðu um pengar til hana, og tað er soleiðis vit eiga at arbeiða, heldur løgmaður. – Pengarnir, sum standa á fíggjarlógini til neyðhjálp, eru eingin forðing fyri, at vit kunnu hjálpa við størri upphæddum, tá tað ræður um. Anfinn Kallsberg vísir tí aftur pástandinum um, at føroyingar ikki vísa ábyrgd á hesum øki og at føroyska neyðhjálpin er ein stór skomm. – Í Kosovo vístu vit, at vit vilja fegin hjálpa, og vit gjørdu tað á ein slíkan hátt, at pengarnir í mestan mun komu fólkinum til góðar og ikki vóru brúktur í eini kostnaðarmiklari umsiting, sigur hann. Hjálpa Afghanistan Løgmaður heldur, at rætti arbeiðshátturin er at gera ítøkiligar ætlanir, áðrenn biðið verður um pengarnar. Hann heldur ikki, at pengar fyrst skulu setast av, soleið- is sum onnur tingfólk vilja. Í nýggjársrøðu síni vísir løgmaður á, at stig fara at verða tikin til at hjálpa neyðstadda fólkinum í Afghanistan. Landið er bumbað sundur og saman av vesturheiminum sein- astu mánaðirnar, og umráð- andi er við útlendskari hjálp fyri at byggja landið uppaftur. – Her fara vit at kanna, hvussu vit kunnu verða við til at hjálpa. Tá vit finna onkra ætlan, har vit kunnu verða við, fara vit at gera neyðuga forarbeiðið og síðani biða um neyðugu pengarnar frá løgtinginum, sigur Anfinn Kallsberg. – Tá samanum kemur kunnu tað tí verða nógvar ferðir 300.000 krónur, sum í hesum árinum verða brúktir til neyðhjálp og menningarhjálp, sigur løg- maður. Nýggjársrøðan hjá løgmanni var misvísandi, tí vit hava bæði kriminalitet og stættarmun í Føroyum, heldur Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin NÝGGJÁRSRØÐA Eyðun Klakstein Jenis av Rana heldur, at nýggjársrøðan hjá løg- manni kemur við skeivum pástandum um føroyska samfelagið. Jenis sipar til útsøgnina hjá løgmanni um, at samanborið við onn- ur lond hava føroyingar hvørki kriminalitet ella stættarbýti. – Tað er nakað forferdil- igt tvætl at siga, at vit ong- an kriminalitet ella stættar- mun hava í Føroyum. Vit eru eitt minisamfelag, men vit hava sanniliga bæði kriminalitet og stættarmun. Høvdu vit rokna lutvíst mótvegis øðrum londum, so hevði úrslitið var eitt heilt annað, enn tað sum løgmaður kemur til, sigur tingmaðurin fyri Miðflokk- in. – Tað er ótrúligt, at løg- maður skal siga hetta í sama ári, sum foreldur í Havn hava gjørt eitt vaktar- lið, sum verður sent út á gøtuna fyri at ansa eftir børnunum. Harafturat flor- era narkotisk evni í før- oyska samfelagnum, so tað langt við síðuna av at siga slíkt. – Fólk, sum eru úti á gøt- uni á nátt siga, at vit polit- ikarar vita als ikki, hvat vit tosa um. Tí støðan á gøtuni er ein heilt onnur, enn pol- itikarar vilja gera hana til. Hevði løgmaður ferðast í øðrum umhvørvi, so hevði hann sagt nakað annað um kriminalitet og stættarmun, heldur Jenis av Rana. Forðaði fólkinum Jenis av Rana er eisini harmur um, at løgmaður í innleiðingini til nýggjárs- røðu sína sigur, at føroying- ar í farna ári tóku stórar av- gerðir fram móti sjálv- bjargni. – Hetta sigur maðurin, sum forðaði fyri, at føroy- ingar fingu høvi at siga sína hugsa um fullveldisætl- anina hjá landsstýrinum, sigur Jenis av Rana og sipar til, at ætlaða fólkaatkvøðan var avlýst, tá vandin var stórur fyri, at fólkið fór at siga nei til fullveldis- ætlanina hjá landsstýrinum. – Tú kanst ivast í, hvussu stór stigini móti sjálv- bjargni vóru, men tað varð noktað fólkinum at siga sína hugsan um hesa ætlan. Løgmaður kundi sagt, at føroyingar tóku stig fram móti sjálvbjargni, um fólk- ið hevði sagt ja á eini fólka- atkvøðu, men tað forðaði hann teimum fyri, heldur Jenis. Jenis av Rana: - Vit hava kriminalitet og stættarmun – Tað er ótrúligt, at løgmaður skal siga at eingin kriminalitetur er í Føroyum í sama ári, sum foreldur í Havn hava gjørt eitt vaktarlið, sum verður sent út á gøtuna fyri at ansa eftir børnunum, heldur Jenis av Rana Tingmenn finnast harðliga at neyðhjálp – Tá samanum kemur kunnu tað tí verða nógvar ferðir 300.000 krónur, sum í hesum árinum verða brúktir til neyðhjálp og menning- arhjálp, sigur Anfinn Kalls- berg sum svar til tingmenn, sum eru misnøgdir við játtanina til á fíggjarlógini til neyðhjálp Nýggjársaftan koyrdi liðbussurin hjá Bygdaleiðum bókstaviliga við eldi í reyvini gjøgnum Leynatunnilin. Bussførarin varnaðist eldin beinanveg, hann var komin inn í tunn- ilin Leynamegin, men koyrdi gjøgnum allan tunnilin, áðrenn hann steðgaði ELDUR Edvard Joensen Tað vóru gul blunk afturút, sum fingu bussføraran á liðbussinum at varnast, at eldur var í bussinum. Hann valdi at koyra víðari, hóast hann júst var komin inn í Leynatunnilin á veg av flogvøllinum til Havnar. Tað hevði tikið longri tíð at steðgað og bakkað útaftur hinumegin, metti hann. Tann avgerðin var iva- leyst eisini skilagóð á ann- an hátt, tí vindur var vest- aneftir, sum rak roykin fram við bussinum. Roykur og møguliga onnur eitrandi luft kundi soleiðis komið inn í bussin, um hann bakk- aði upp í vindin. Men nú koyrdi hann undan, og alt hetta fór tí afturút. Komin út Kollafjarðar- megin steðgaði hann buss- inum og fór út at royna at sløkkja eldin. Tað eydnaðist ikki, og bussurin fór fyri einki. Seinnapartin mikudagin var lítil samkoma á Strand- ferðsluni Yviri við Strond, har millum annað eitt av ferðafólkunum í bussinum hendan dagin handaði før- aranum eitt blómutyssi. Hetta til at vísa takksemi fyri, at førarin bar seg so skilagott at, at ferðafólkini ongantíð høvdu fyri neyð- ini at kenna ampa á sær. Og rólig hava tey verið. Tí eftir at førarin til fánýtis hevði roynt at sløkkja eldin, fór hann sjálvur inn aftur í bussin eftir ferðaseðla- maskinuni og peningatask- uni, eins og hann lat ferða- fólkið fara inn aftur eftir viðføri og klæðum, sum lógu inni á setrunum. Eisini fingu feðrafólkini tað við- førið, sum lá í viðførisrúm- unum uttanfyri, meðan bussurin brann. Hóast roynt varð at fáa at vita á tíðindafundinum mikudagin, um eingin reglugerð er, sum sigur ná- greiniliga, hvussu berast skal at í slíkum føri, og um tað nú er skilagott at lata fólk fara inn aftur í ein buss, sum eldur er í, fekst einki greitt svar. Hvørki frá bussføraranum sjálvum ella frá fólkaflutningsleiðaran- um hjá Strandferðsluni, sum eisini var til staðar. Víst varð á, at tað kundi verið vandamikið bæði av eldi og eitrandi royki, tá so- leiðis er, at lata fólk fara inn í bussin. Men bussførarin metti ikki, at tað var nakar vandi. Eldurin var ikki komin inn í bussin, tá hetta hendi, greiddi hann frá. Hann helt, at tað gingu kanska einir tíggju minuttir, áðrenn eld- urin var komin inn í sjálvan bussin. Men so gekk tað eisini skjótt við restini. Hvørki førari ella ferða- fólk hugsaðu nakrantíð um, at nakar vandi var á ferð so- leiðis. Tey fóru stillisliga fram og kendu ongantíð nakran ótta yvirhøvur, greiddu tey frá á tíðinda- fundinum mikudagin. Bussførarin, Rói Ljós- heim úr Havn, hevur drúgv- ar royndir. Hann byrjaði á nýggjárinum 1980 sum bussførari hjá HT í Keyp- mannahavn og hevur sostatt júst í hesum døgum koyrt buss í 22 ár. Bussurin, sum nú er vrak, hevur annars havt ávísar trupulleikar, síðan hann fyri hálvumøðrum ári síðan varð keyptur til Føroya. Men mett varð kortini, at hann var tryggur at koyra við, sigur fólkaflutnings- leiðarin á Strandferðsluni. Hann hevur regluliga verið til eftirlit fyri at halda allar fyriskipanir. Eina ferð um vikuna ella so, verður sagt. Kortini var eingin ávarð- ingarskipan, sum segði frá, at eldur var í, greiðir buss- førarin frá. Eingin lampa ella alarmur. Einans tað merkiliga gula blunkið aft- urút, sum fekk hann at varnast, at hann koyrdi við eldi í reyvini. Við eldi í reyvini Rói Ljósheim, bussførari, fekk handað blómutyssi frá Randi Kúrberg, sum var eitt av ferðafólkun- um í liðbussinum nýggjársaftan Mynd: Jens Kristian Vang Ferðslutrygdin í samband við skúlan á Giljanesi er saman við stórari útstykking og bygging av barna- garði stórmálini, Sandavágs Kommuna arbeiðir við í løtuni KOMMUNUMÁL Edvard Joensen Tað skal nakað ítøkiligt gerast fyri at økja um ferðslutrygdina til og frá skúlanum á Giljanesi, sigur Rósa Samuelsen, borgar- stjóri í Sandavági. Komm- unan og Landsverkfrøðing- urin eru farin undir arbeið- ið. Ferðslan í Giljum, har skúlabørnini, sum ganga á Giljanesi, ferðast, fer at økjast frá at vera nógv sum er, til at verða øgilig, tá undirsjóvartunnilin verður liðugur, væntar borgarstjór- in. Tí eru tey farin at gera nakað við trygdina, sigur Rósa Samuelsen. Ferðmát- ingar hava verið gjørdar í heyst, og fundur hevur ver- ið við Landsverkfrøðingin um, hvat gerast kann. Ymisk uppskot hava verið frammi, og væntandi fer ein loysn við ferðsluforðingum á vegastrekkinum í Giljum at verða vald. Tosað hevur verið um at gera rundkoyring, har veg- urin fer heim í bygdina Sandamegin, beint oman fyri Kommunuhúsið. Men ta loysnina tykjast lands- myndugleikarnir ikki at vera so fegnir fyri, sigur Rósa Samuelsen. Hinvegin roknar hon við, at ein forðing við forskjóting av gonguteiginum nærri skúl- anum fer at gerast veru- leiki. Tann loysnin fer at líkjast henni, sum gjørt er í R.C. Effersøesgøtu við SMS og Apotekið, greiðir Rósa Samuelsen frá. Vegurin gjøgnum Sanda- vág er landsvegur, og tí er neyðugt við samstarvi við Landsverkfrøðingin. Í Miðvági verður eisini arbeitt við ferðslutrygdini. Miðvingar ganga eisini í skúla á Giljanesi. Men har er partur av vegnum komm- unalur, og tað gevur miðv- ingum nógv víðari ræsur at gera, sum teir vilja hava tað. Nógv tilflyting Fólk tykjast hava álit á, at tað verður liviligt í Sanda- vági, tá tunnilin kemur, sig- ur borgarstjórin. Sandavágs Kommuna hevur eina útstykking Norðuri í Sørpum, sum tey nevna. Nakað heimavert vakstrarhúsið. Og har ganga grundstykkini sum heitt breyð. Tey 22 grundstykkini í hesi ætlanini eru seld, og 10 hús verða bygd nú beinan- veg, klárt verður, sigur borgarstjórin. Arbeitt veðrur í løtuni við at gera kloakkskipanina lidna. Eitt nú skal øll út- stykkingin hava felags rot- tangaskipan. Síðan skal Matrikulstovan leggja sein- astu hond á, áðrenn klárt verður hjá teimum fyrstu at byggja. Tað verður vænt- andi seinast í januar ella so, sigur Rósa Samuelsen, borgarstjóri. Men tey 22 stykkini tykj- ast ikki vera nóg mikið, sig- ur hon, tí sum er eru einar átta umsóknir á bíðilista. – Tað koma fyrispurning- ar at kalla hvønn dag, sigur Rósa Samuelsen, borgar- stjóri í Sandavági. Dagstovnurin Sum so mangastaðni er eis- ini dagstovnur eitt mál, sum kommunan arbeiðir við. Tørvurin er stórur, og hann verður væntandi loystur samstundis sum undirsjóv- artunnilin kemur ígjøgnum. Tað tykist, sum undir- sjóvartunnilin fer at gerast líkasum eitt slag av tíðar- festing í Vágum. Tað fer at verða tosað um tíðina und- an og eftir tunnilin. Sandavágs Kommuna er farin undir fyrireikingarnar til at byggja ein stóran dag- stovn fram við ánni millum Kommunuhúsið og Føroya Banka. Rósa Samuelsne sigur, at stovnurin skal kunna hýsa 80 barnagarðsbørnum. Ella, um býtt verður sund- ur, umleið 40 barnagarðs- børnum og umleið 30 vøggustovubørnum. Í løt- uni eru umleið 50-55 børn í komunalu dagrøktini. Bíði- listi er eingin, og børn verða tikin inn, so hvørt tørvurin er. Grivið er út fyri nýggja dagstovninum, men sjálvt byggiarbeiðið er ikki boðið út enn. Tað verður gjørt fyrsta dagin, og væntandi kann arbeiðið so byrja eina- ferð í februar, væntar Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavági. Ferðslutrygdin fremst Sandavágur er bygd í vøkstri, og tað hevur, saman við komandi undirsjóvartunnl- inum, eisini økta ferðslu við sær. Sandavágs Kommuna tekur hendan trupulleikan í álvara og er farin undir at arbeiða fyri øktari ferðslu- trygd í bygdini Mynd: Edvard Joensen C M Y K 7 6