fríggjadagur 4. januar 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 2 - 4. januar 2002
Nr. 2 - 4. januar 2002
9
Sjey av teimum
ríkastu ídnaðarlond-
unum royndu í 1972
at forða teirri fyrstu
altjóða ráðstevnuni
um hóttanirnar ímóti
heimsins umhvørvi
ÚTLAND
Fartekst
Ætlanin hjá teimum sjey
londunum hevur higartil
verið hildin loynilig, men
er avdúkað í bretskum
skjølum, sum almenning-
urin júst hevur fingið innlit
í.
Undan teirri fyrstu al-
tjóða umhvørvisráðstevn-
uni í Stockholm fyri 30
árum síðani var dúgligt
loyniligt
fundarvirksemi
millum umboðsmenn úr
sjey londum. Har viðgjørdu
londini spurningin, hvussu
tey best kundu verja síni
búskaparligu
áhugamál
ímóti
kostnaðarmiklum
umhvørvisverndartiltøk-
um.
Í Bretlandi hava mynd-
ugleikarnir júst givið al-
menninginum atgongd til
fundarfrásagnirnar
frá
hesum viðgerðunum, tí
skjølini nú eru meira enn
30 ára gomul.
Í frásagnunum sæst, at
tey sjey londini, sum vóru
uppi í teimum loyniligu
samráðingunum,
vóru
Bretland, Frakland, USA,
Vesturtýskland, Holland,
Belgia og Italia.
Myndugleikarnir í
Suðuronglandi hava
flutt fólkið úr bygdini
Kingsand, eftir at eitt
tangaskip fór á land
nærhendis bygdini
ÚTLAND
Fartekst
Tað
kypriskt
skrásetta
tangaskipið “Willy” brotn-
aði av um tvøran miku-
morgunin, og myndugleik-
arnir bóru ótta fyri einari
spreinging
umborð,
tí
skipið var fermtn við sera
vandamiklum bensingassi.
Stutt eftir at skipið
brotnaði, varnaðust mynd-
ugleikarnir, at hol var
komið á onkran av tang-
unum ella kanska fleiri, tí
bensin var at síggja á
sjónum. Tí varð avgjørt at
banna allari skipaferðslu
har á leiðini.
Kingsand er tætt við
innsiglingina til tann stóra
havnarbýin Plymouth, har
bretski
herflotin
eisini
hevur eina støð. Tað 3000
tons stóra tangaskipið lá
fyri akkeri í Plymouth-
sundinum, men rak á land.
Teir tólv menninir, sum
vóru við skipinum, vórðu
beinan vegin fingnir í land.
Bretsku myndugleikarnir
siga, at tað fer at taka
drúgva tíð at rudda økið
kring staðið, har skipið fór
á land.
Mynd: Reuters
UTTAN ÚR HEIMI
1. januar í ár tók
Johannes Jensen
við starvinum sum
nýggjur stjóri á
Hotel Føroyum við
Oyggjarvegin.
Hetta fer tó ikki at
ávirka hotellið í
fyrstu syftu. Enn
eru ongar ítøkiligar
ætlanir gjørdar um
broytingar, tí fyrst
og fremst ætlar
stjórin at seta seg
inn í tingini
FERðAVINNA
Ingrid Bjarnastein
Stásiliga hotellið við
Oyggjarvegin fekk 1.
januar nýggjan stjóra.
39 ára gamli Johannes
Jensen er settur í starv,
sum stjóri á Hotel Før-
oyum. Johannes er út-
búgvin MBA, Master of
Business
Administra-
tion, sum er ein útbúgv-
ing í virkisleiðislu, og
hevur hann seinastu
árini starvast sum mark-
naðarleiðari á Føroya
Fiskasølu.
Foreldur
Johannes
høvdu í sínari tíð hotell-
ið niðri á Kongabrúnni í
Havn. Spurdur um hetta
var nakað, ið lá í blóð-
inum, svarar Johannes
Jensen:
– Nei, tað haldi eg
ikki. Eg gekk í Hoy-
dølum tá hetta hotellið
varð bygt, og alt mítt
vaksna lív havi eg onki
havt við hotell-vinnu at
gera. Eg eri hvørki re-
septionist, kokkur ella
tænari, so alt mítt vaks-
na lív hevur ikki verið
merkt av hotell-lívinum.
Men at foreldrini høvdu
hotellið niðri á Konga-
brúnni merkir jú, at eg
eri uppvaksin við tí.
Betra tænastuna
Johannes Jensen sigur,
at ætlanin er um at betra
um tænastuna á Hotel
Føroyum og gera ho-
tellið til eitt hotell fyri
øll.
– Úrslitini seinastu
árini hava verið nøkt-
andi, greiðir Johannes
Jensen frá.
– So ongar broytingar
eru á skránni í løtuni.
Hotellið koyrir væl sum
er, og heldur ikki vera
nakrar starvsfólkabroyt-
ingar. Sjálvandi kann
man altíð broyta til tað
betra. Leisturin, ið vit
fara at leggja okkum
eftir er, at gera Hotel
Føroyar til hotellið fyri
øll – útlendingar og før-
oyingar.
Sambært Johannes so
er spurningurin at nøkta
nakrar tørvir og veita
tænastur har eftirspurn-
ingurin er. Á jólum hev-
ur hotellið skipað fyri
nøkrum jólafrokostum,
og nú tað so spakuliga
líður móti summri fer
hotellið at savna seg um
tær útlendsku vitjanir-
nar. – Pláss skal vera
fyri øllum, sigur Jo-
hannes Jensen. – Brúd-
leyp, fermingar, ráð-
stevnur og so framvegis.
Men sum nú er, eru
ongar ítøkiligar ætlanir
gjørdar. Ætlanin er nú at
seta meg inn í tingini, so
ætlanir kunnu verða
lagdar.
Hotel
Føroyar
er
dóttirfelagið hjá Smyril
Line, og sigur Johannes
Jensen, at tað er heilt
vist ein fyrimunur at
hava eina slíka fyritøku
aftanfyri seg, sum kann
stuðla í sambandi við
útlendskar vitjanir.
Sosialurin ynskir Jo-
hannes Jensen hjartaliga
tillukku
við
nýggja
starvinum og alt tað
besta í framtíðini.
Hotel Føroyar:
Hotellið fyri øll
Johannes Jensen er nýggjur stjóri á Hotel Føroyum
Mynd: Jens Kr. Vang
Skip við vandamiklari last
fór á land
Tey ríku londini royndu at forða
umhvørvisráðstevnunum
Jan Christiansen,
býráðsformaður í
Havn, veit framvegis
ikki at siga, hvussu
verður við lagnuni
hjá Rás Tórshavn í
framtíðini. Hann
ásannar, at hetta er
eitt mál, ið liggur
nógvum borgarum
ógvuliga nær, og tí er
ætlanin at finna eina
góða loysn
RÁS TÓRSHAVN
Heri á Rógvi
Í løtuni sendir Rás Tórs-
havn BBC Prime, BBC
World, Eurosport, MTV og
TV3. Tað er henda síðst-
nevnda, sum seinastu tíðina
hevur verið javnan frammi
millum manna. Tað er nú
einaferð soleiðis, at Viasat,
sum tekur sær av TV3, vil
hava Tórshavnar Kommuna
at gjalda fyri at senda TV3
út til borgararnar í komm-
ununi. Hetta gjaldið skal
eftir ætlan vera góðar
800.000 kr. um árið ella
10,19 kr. um mánaðin fyri
hvørt húsharhaldi í komm-
ununi, og tað eru eini 6.000
húsharhald í kommununi.
Í løtuni er tað soleiðis, at
Tórshavnar Kommuna má
lata 200.000 kr. fyri hvørja
av Prime, World og MTV,
men Eurosport verður tikin
niður og send ókeypis til
allar borgarar, sum kunnu
kalla seg fyri havnaborgar-
ar.
Tað var í 1988, at Rás
Tórshavn sá dagsins ljós
fyri fyrstu ferð. TV3 hevur
verið við frá byrjan, men
tað hevur verið eitt sindur
skiftandi, hvussu barnið
hevur itið, tí vit hava havt
bæði
skandinaviskt
og
norskt TV3.
1. februar
Tað skal eftir ætlan sløkkj-
ast fyri TV3 hin 1. februar í
ár.
Upprunaliga
skuldi
hetta
verið
gjørt
á
nýggjárinum,
men
tað
eydnaðist býráðnum at fáa
útsett freistina. Tað verður
býráðið sjálvt, sum skal
sløkkja fyri TV3 hin 1.
februar.
– Vit fara undir ongan
umstøðum at gera nakað
ólógligt, so vit vera noyddir
til at sløkkja fyri TV3, um
ongin loysn er funnin, sigur
Jan Christiansen, býráðs-
formaður.
Býráðsformaðurin sigur,
at teir kunnu ikki siga nak-
að um, hvussu verður við
Rás Tórshavn, tí enn er
ongin støða tikin til málið,
og málið er heldur ikki
viðgjørt enn í býráðnum.
– Tað verður í øllum før-
um rættiliga trupult at fáa
hetta at ganga upp, tí fíggj-
arætlanin er longu løgd fyri
árið, og tað er ikki lætt at
finna so nógvar pengar,
sigur Jan Christiansen.
Býráðsformaðurin vil tó
ikki útihýsa nøkrum møgu-
leika viðvíkjandi hvør rás,
ið kundi komið ístaðin fyri
TV3. Hann útihýsir heldur
ikki tí møguleika, at eingin
nýggj rás kemur í staðin
fyri TV3.
Glað fyri Rás
Tórshavn
Frá royndum veit Jan
Christiansen væl, at Rás
Tórshavn er nakað, sum
liggur flestu borgarunum í
kommununi rættiliga nær.
– Borgararnir hava verið
ógvuliga glaðir fyri Rás
Tórshavn, og hetta er eisini
nakað, sum vit politikarar
hava lagt til merkis, og vit
vilja sjálvandi gera okkara
fyri, at hetta verður verandi
ein tænasta til borgararnar,
sigur Jan Christiansen.
Jan Christiansen ásannar
tó, at hevði støðan verið
sum í dag, so hevði tað ver-
ið ógvuliga ivasamt, um
Rás Tórshavn nakrantíð
hevði verið til veruleika, tí
kostnaðurin er so stórur.
TV3 skal sløkkjast 1. februar:
Eingin avgerð tikin enn
– Borgararnir hava verið
ógvuliga glaðir fyri Rás
Tórshavn, og hetta er eisini
nakað, sum vit politikarar
hava lagt til merkis, og vit
vilja sjálvandi gera okkara
fyri, at hetta verður verandi
ein tænasta til borgararnar,
sigur Jan Christiansen
– Skal Rás Tórshavn
undir at senda DR, so
skal Sjónvarp Føroya
fyrst loyva hesum,
sigur Mikkjal
Helmsdal, sjónvarps-
stjóri
RÁS TÓRSHAVN
Heri á Rógvi
Á heimasíðuni hjá Sosial-
inum (www.sosialurin.fo)
hevur seinastu tíðina verið
møguligt at greiða atkvøðu
um, hvør rásin skal koma í
staðin fyri Rás Tórshavn.
Langt frammanfyri kapp-
ingarneytarnar er DR ella
Danmarks Radio.
Hetta verður tó ikki bert
sum at siga tað, tí Sjónvarp
Føroya eigur einkarrættin
til DR í Føroyum, upplýsir
Mikkjal Helmsdal, sjón-
varpsstjóri.
Hann sigur, at teir hava
givið loyvi til, at Canal
Digital kann senda DR í
Føroyum, tí so nógv hava
longu henda pakkan.
SVF sendir samanlagt
einar 2.600 tímar um árið.
Sum nú er, so kann Sjón-
varp Føroya senda so nógv
tilfar frá DR, sum teimum
lystir, og hetta verður eisini
dúliga gjørt. Saman við til-
farinum frá TV2, so mynd-
ar hetta bróðurpartin av
senditíðini hjá SVF, upp-
lýsir Mikkjal Helmsdal.
– Vit hava fasta avtalu
við TV2, sum inniber at vit
keypa minst 520 tímar um
árið, sigur Mikkjal Helms-
dal.
Sum Sosialurin skilir, so
er tað rættiliga trupult at
fáa hendur á TV2, soleiðis
at tað bert eru heilt fá í
Føroyum, ið síggja donsku
rásina TV2.
Mikkjal Helmsdal sigur,
at kemur ein fyrispurningur
frá Tórshavnar Kommunu,
um at sleppa at senda DR,
so verður hesin svaraður tá,
ikki fyrr.
SVF eigur rættindini
Mikkjal Helmsdal skal fyrst
siga ja, um Rás Tórshavn skal
undir at senda DR.
30. november 1995 høvdu skúlanæmingar í Havn fingið nokk,
nú Rás Tórshavn ikki sendi MTV longur. Enn er tó eingin
mótmælisgonga fyrireikað um TV3
Tað eru alsamt
fleiri havnafólk og
fólk aðrastaðni í
Føroyum, sum
keypa sær sína
egnu útgerð, so
møguleiki er fyri at
síggja fylgissveina-
sjónvarp
SJÓNVARP
Heri á Rógvi
Upprunaliga hugskotið
við Rás Tórshavn var, at
tað skuldi minkast um
parabolirnar,
sum
stungu seg upp sum
hundalond í Havnini.
Eisini var tað ógvuliga
dýrt at keypa sær tílíka
útgerð. Hetta er tó broytt
nú, og í dag kunnu van-
lig húski rímiliga bíliga
skaffa sær eina parabol
við tí, ið hartil hoyrir.
Bæði hjá Opus í
Runavík og Radiohand-
ilinum í Havn verður
upplýst, at sølan gongur
óføra væl við tílíkari
útgerð.
Fólk
standa
mestsum í kø fyri at
ogna sær útgerðina
Hetta er tó bert galdandi
fyri ein serligan progr-
ammpakka, sum gongur
undir heitinum Canal
Digital. Sum orðið eisini
sigur, so er talan um tal-
gildar rásir, og hesar
síggjast og hoyrast av-
bera væl, um tað altso
ber til at fáa signal við
tær.
Enn ber til at síggja
fleiri rásir analog, men
hetta gerst støðugt meira
sjálvsamt, og framleið-
arnir eru mestsum hildn-
ir uppat at framleiða
tílíka útgerð.
TV3 er dýrt
Úr Opus úr Runavík,
sum selir tílíka útgerð,
verður upplýst, at tað er
ein størri íløga, um tú
ætlar at síggja TV3
digitalt.
Kostnaðurin
kann lættliga liggjan
omanfyri 20.000 kr. Tað
er væl bíligari analog,
men hetta er, eftir hvat
skilst, ógvuliga óvist í
framtíðini.
Tilboðið, sum Tórs-
havnar Kommuna hevur
fingið fyri TV3 er um-
leið 130 kr. um árið. fyri
at síggja TV3, og bara
hana.
Tað
skal
tó
viðmerkjast, at aloftast
er talan um program-
pakkar, so tað kann vera
eitt sindur torført at
samanbera.
Parabolir
stinga seg upp
C
M
Y
K
9
8