Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. mars 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 58 - 24. mars 2010 Aksel V. Johannesen, heldur tað vera eitt gott hugskot at leggja øll trý sjúkra húsini undir eina leiðslu í veiðuni eftir færri dupult funk tiónum. Stjór arnir á smærru sjúkra hús un um duga ikki at síggja meiningina við tí SjúkrahúS Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Megnar núverandi stjóra­ bólkurin í sjúkrahús verk­ inum ikki at koma á mál við at rationalisera sjúkra­ húsverkið viðvíkjandi dupult funktiónum, so hevði tað helst verið eitt gott hug­ skot at leggja øll sjúkra­ húsini undir somu leiðslu, sum kann fáa broytingarnar gjørdar. Tað sigur Aksel V. Jo ­ hannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, eftir at bæði limir í Sambands­ flokkinum og í Javnaðar­ flokkinum hava tosa um at leggja øll trý sjúkrahúsini aftur undir somu leiðslu, sum tað eisini var fyri nøkrum árum síðan. – Tað eru sjálvandi fyri­ munir við at hava eina leiðslu við trimum sjúkra­ húsum í mun til at hava trý sjúkrahús við heilt ymiskum leiðslum, sigur Aksel V. Jo ­ hannesen. Hann leggur afturat, at málið hjá honum er at fáa sjúkrahúsini – sum hann heldur samstarva væl – at samstarva enn betri. Men sjúkrahússtjórarnir á smærru sjúkrahúsunum á Tvøroyri og í Klaksvík meta, at samstarvið í dag longu er gott. – Vit samstarva um heilt nógv ting. Samstarvið er gott í dag, men blívur mann við at siga, at sjúkrahúsini ikki samstarva, so endar tað við at vera sannleiki, sigur Heri Ellingsgaard, sjúkra­ hússtjóri í Klaksvík. Hann leggur tó afturat, at tað kanska eru ávis øki, sum sjúkrahúsini kundu samstarvað betri um, men at tað verður arbeitt við tí í stjórabólkinum, sum er mannaður við stjórunum á øllum sjúkrahúsunum í Føroyum. Ronnie Midjord, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sig­ ur somuleiðis, at hann illa dug ir at ímynda sær, at samstarvið verður betri, um sjúkrahúsini verða løgd undir somu leiðslu, og hann undrast, at hetta skal vera ein partur av veiðuni eftir 800 milliónum krón­ um. Kostar meira Ronnie Midjord fer enntá so mikið langt, at hann ikki sigur seg ivast í, at ein leiðsla afturat kemur at kosta meiri pening. – Uttan so, at vit tríggir skulu koyrast, so má tað siga seg sjálvt, at ein leiðsla afturat kostar pengar, sigur Ronnie Midjord. Heri Ellingsgaard fer ikki heilt líka langt, men er partvíst samdur. – Í ringasta føri verður ein leiðsla dýrari, og í besta føri kostar hon tað sama, sigur sjúkrahússtjórin í Klaksvík. Dupultfunktiónir Men tað er ikki beinleiðis í leiðslunum, at Aksel V. Johannesen, sær møguleikan at spara pengar. – Tað er ein spurningur um óneyðugar dupult funk tiónir – og bít merki í óneyð ugar, sigur Aksel V. Johannesen. Men eru nakrar óneyð ug­ ar dupultfunktiónir? – Ja, tað eru nokk nakrar. Hvørjar? – Tað kann eg ikki koma inn á, tað er nakað sakkunn­ leikin skal finna fram til, sigur landsstýrismaðurin við heilsumálum. Trý sjúkrahús Spurdur um allar hesar rationaliseringarnar innan sjúkrahúsverkið ikki merkja, at vit fáa eina skað­ a stovu í Klakvík og eina á Tvør oyri, og so eitt sjúkra­ hús í Havn, er Aksel V. Johanne sen tó avgjørdur. – Nei. Hesar broytingar skuldu helst gagnað øllum trimum sjúkrahúsunum, so tað verður eitt betri sam­ starv, sigur landsstýris mað­ urin, og leggur dent á, at tað bert er aktuelt at koma við einari høvuðsleiðslu, um verandi stjórabólkur ikki kemur á mál, ella um samgongan áleggur honum at gera tað. – Men ein leiðsla kundi helst tvingað meira ígjøg­ num, sigur Aksel V. Jo ­ hannesen. Skitið vatn drepur Vandi er fyri, at trot verður á reinum drekkivatni nógvastaðni í heiminum. Tað stendur at lesa í einari nýggjari ST­frágreiðing, sum eisini staðfestir, at skitið vatn krevur fleiri mannalív enn kríggj og harðskapur tilsamans. ST sigur, at verða munagóð stig ikki tikin, fara vit at fáa fleiri vatnkreppur í hesari øldini. Sagt verður, at 90 prosent av drekkivatninum í menningarlondunum verður ikki reinsað, og at 2,2 milliónir fólk doyggja av at drekka skitið vatn. Av teimum eru 1,8 millión børn undir fimm ára aldur. Evrufundur um Grikkaland Leiðararnir í Fraklandi og Spania, Nicolas Sarkozy og Zapatero, vilja hava leiðararnar í evrulondunum saman til fundar at viðgera staklutirnar í einari búskaparligari bjargingarætlan, sum skal fáa Grikkaland aftur á føtur. Tey bæði londini halda, at evruleiðararnir skulu hittast beint undan ES­toppfundinum, sum byrjar seinnapartin í morgin. Leiðararnir í evrulondunum hava bara hildið ein toppfund fyrr. Tað var í oktober í 2008, tá búskaparkreppan leikaði harðast á. Eisini ta ferðina gekk Sarkozy undan. Ein leiðsla til alt landið Eftir at fleiri ymiskir politikarar hava ført fram, at tað hevði verið eitt gott hugskot at leggja øll sjúkrahúsini undir somu leiðslu fyri at rationalisera, sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, at tað kundi verið eitt gott hugskot við einari leiðslu, sum kann gjøgnumføra fleiri rationaliseringar Tilgjørd mynd