Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. mars 2010síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 58 - 24. mars 2010 5 Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri, heldur ikki longur tað vera mannminkandi at tiðna blokkin. Tað metti hann hinvegin í juni, men nú er støðan ein onnur. – At tiðna blokkin er ikki tað sama sum at vaksa hann, sigur Jóannes Eidesgaard í dag Ríkisveiting Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo – Eg haldi, at tað mann­ minkandi at biðja um hægri ríkisveiting, segði Jóannes Eidesgaard, landsstýris­ mað ur við fíggjarmálum í Sosialinum 30. juni í fjør sum viðmerking til, at Jasp­ ur Vang og Edmund Joen­ sen, sambandstingmenn, mæltu til, at føroyingar skuldu royna at fáa prís­ talsviðgjørt ríkisveitingina til komandi samráðingarnar við danir. Men seinastu dagarnar hevur sami Jóannes Eides­ gaard fleiri ferðir ført fram, at hann fegin vil taka disku­ tiónina upp við Sam bands­ flokkin at prístalsviðgera ríkisveitingina. – Ein prístalsviðgerð og ein hækking er ikki tað sama, sigur Jóannes Eides­ gaard í dag. Hann vísir nú á, at tað, at ríkisveitingin ikki verður prís talsviðgjørd er ein lækk ing, meðan ein prís­ talsviðgerð heldur fast um sama virði av blokkinum. Bíta høvdið av skomm Men hetta samsvarar ikki heilt við viðmerkingina hjá fíggjarmálaráðharranum til Jaspur Vang og Edmund Joensen, sum nevniliga vildu prístalsviðgera ríkis­ veitingina. – Eg haldi, at teir trupul­ leikar, vit eru í, eiga vit at klára sjálvir, uttan at biðja um hægri ríkisveiting. Vit skulu heldur ikki gloyma, at danski búskapurin hevur tað heldur ikki gott, so at fara til teirra at biðja um hægri ríkisveiting, hóvar mær ógvuliga illa segði Jóannes Eidesgaard fyri góðum hálvum ári síðna. – Eg haldi, at hetta er at bíta høvdið av allari skomm, leggur hann afturat, segði Jóannes Eidesgaard somu­ leiðis. Hann helt eisini, at ein prístalsviðgerð hevði verið eitt afturstig, tí tað hevði verið eitt stig burtur frá ein­ um sjálvberandi búskapi. Men í dag kann hann sakt ans diskutera spurn ing­ in, sum hann málber seg, um Sambandsflokkurin hev ur eitt ynski um tað. Men hóast alt heldur fíggj­ ar málaráðharrin eisini, at føroyingar fyrst og fremst eiga upptakið í Føroyum. 12 milliónir Og ein prístalsviðgerð av ríkisveitingini hevði ikki givið tað nógva í fyrsta um fari. Sambært Sigurði Poulsen, landsbankastjóra, er tað nevniliga soleiðis, at við eini inflatión á tvey pro­ sent um árið – sum er rætti­ liga vanligt – hevði ein prís talsviðgerð av blokk in­ um givið føroyska sam fe­ lagnum 12 milliónir krónur um árið. Ikki longur mannminkandi at tiðna blokkin Í juni í fjør segði Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri, at tað var at bíta høvdið av allari skomm, um føroyingar royndu at hækka blokkin í viðmerking til hugsanirnar hjá tveimum sambandstingmonnum at prístalsviðgera blokkin. Gott hálvt ár eftir er støðan ikki heilt tann sama Kom og ger kvettið! Sosialurin / KvR Tel 34 18 00 Stóra føroyska bóKaútSølan byrjar hósdagin 25. mars kl. 9:00 í H.N. Jacobsens Bókahandli