Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. mars 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 58 - 24. mars 2010 Tað tók bert Landsbankanum ein tíma at selja tær 1,5 milliardirnar í lánsbrøvum, sum vóru í útboði. Góða ratingin, sum Føroyar hava hjá Moody’s, hevur sína ávirkan LÁNSBRØV Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað tók ikki langa tíð hjá Landsbankanum at selja tær 1,5 milliardirnar í láns­ brøvum, sum bankin setti til sølu í gjár. ­ Tað gekk, sum væntað. Lánsbrøvini vórðu seld innan fyri ein tíma, sigur stjórin í Landsbankanum, Sigurð Poulsen. At lánsbrøv fyri so stóra upphædd vóru rivin burtur eftir lítlari løtu kemur als ikki óvart á landsbanka­ stjóran. ­ Nei, tað undrar meg ikki. Vit hava eitt gott sam­ skifti við íleggjararnar, og vit hava samstundis eina rat­ ing hjá Moody’s sum sigur AA2, og tað bøtir sjálvandi um hjá teimum íleggjarum, ið ikki kenna okkum framm­ an undan, sigur Sigurð Poulsen. Landsbankin hevur alla tíðina fingurin á pulsinum á marknaðinum, og um teir ikki eru í føstum beinleiðis samskifti við allar íleggjar­ ar, so hava teir sínar keldur, sum teir troyta. ­ Tá vit bjóða út lánsbrøv, fara vit út til teir íleggjarar, sum vit meta eru áhugaðir í føroyskum lánsbrøvum. Men neyðugt er samstundis at ansa eftir, ikki at yvirselja lánsbrøvini, sigur Sigurð Poulsen. Selt verður til bæði stórar og smáar íleggjarar og selt verður bæði í Føroyum og uttanlands. Men enn hevur Landsbankin ikki nakað yvirlit yvir, hvussu nógv er selt í Føroyum og hvussu nógv er selt aðrastaðni. Gjalda skuld Seinast Landsbankin bjóð­ aði út lánsbrøv var í mai mánað í fjør, og tá var talan um trý­ára lánsbrøv, har rentan var ásett til 3,6%. ­ Vanliga seta vit lánsbrøv til sølu, tá lán og avdráttir falla til gjaldingar, men vit royna altíð at halda okkum til at bjóða lánsbrøv út bert einaferð um árið, sigur Sigurð Poulsen. Hann sigur, at lánsbrøvini, ið nú eru seld, eru fýra­ára lánsbrøv, men enn er ikki heilt greitt, hvør rentan verður. ­ Trý­ára lánsbrøvini í fjør vórðu seld tikl eina rentu á 3,6%, men láns­ brøvini, sum vórðu seld í gjár, fara helst at liggja í undirkantinum av teirri rentuni, sigur landsbanka­ stjórin. Tær 1,5 milliardir krón­ urnar, sum lánsbrøvini geva, skulu nýtast lutvíst at gjalda fyri hallið á fíggjar­ lógini í ár, 780 milliónir krónur, lutvíst eitt hall frá í fjør á 196, avdráttir koma til 24 milliónir og seinastu 550 milliónirnar skulu nýtast til eitt lán, ið fellur til gjaldingar í ár. Sigurð Poulsen sigur, at fyribils má roknast við, at lánsbrøv fara at verða boðin út komandi árini. ­ So leingi, sum vit hava hall á fíggjarlógini, verður neyðugt at fíggja hesi hall, og tá eru lánsbrøv ein góður máti. Tí má roknast við, at vit fara at bjóða út lánsbrøv so leingi, sum hall er á fíggjarlógini, sigur Landsbankastjórin. Lánsbrøvini verða boðin út til stórar íleggjarar, smærri íleggjarar og so eisini bankar, sum gjarna selja lánsbrøvini víðari til smáar íleggjarar. Hesaferð tók tað so bert lítla løtu at sleppa av við lánsbrøv til 1,5 milliardir krónur. Ein tími at selja 1,5 milliardir Á fyrireikandi fundi í Eystara Landsrætti í morgun varð dagfesting sett á, nær málið um MVG av skrásetingargjaldi av bilum kemur fyri í Landsrættinum TAKS-MÁLIÐ Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað tekur sína tíð at fáa staðfest í Eystara Lands­ rætti, um TAKS hevur kravt MVG av skrásetingargjaldi av bilum inn í heimildarloysi, um summi – ella rættari flestu – av hesum málunum nú eru fyrnað, og um bilaeigarar í fall kunnu fara beinleiðis til TAKS eftir pengunum ella teir mugu avgreiða hetta umvegis bilahandlarar. Tað eru teir tríggir spurn­ ingarnir, ið Eystari Lands­ rættur skal taka støðu til, tá hann kemur aftur til Føroya í november. Á fyrireikandi fundi í morgun var dagfesting sett á, nær málið kemur fyri í Eystara Landsrætti, og neyðugt verður hjá øllum pørtum at brynja seg við toli. Málið kemur nevniliga ikki fyri fyrr enn 10. november. Rætturin skal sum nevnt taka støðu til fyrningina, heimildina hjá TAKS at krevja peningin inn og verður niðurstøðan at heimildin ikki fanst, hvussu bileigarar so skulu fyrihalda seg fyri at fáa peningin aftur. Bjørn á Heygum er ein av bileigarunum, ið hava kært TAKS fyri at hava kravt MVG av skrásetingargjaldinum inn í heimildarloysi TAKS-málið fyri 10. november Sigurð Poulsen er als ikki ovfarin av, at tað bert tók lítla løtu at selja lánsbrøv fyri 1,5 milliardir krónur Chili sum vápn Herurin í India ætlar sær at brúka eitt heldur óvanligt vápn ímóti yvirgangsmonnum. Sambært tíðindastovuni AP ætlar herurin at koyra heimsins sterkasta chili í granatir av sama slagi sum tær, ið verða brúkar til tára­ gass. Ein talsmaður fyri rannsóknardeildina hjá indiska herinum sigur við tíðindastovuna, at hetta slagið av chili er so sterkt, at fólk, sum anda roykin av tí í seg, verða so ring av kvalma, at tey noyðast at taka til rýmingar. Sam­ bært AP er talan um chili­slagið http://en.wikipedia.org/ wiki/Bhut_Jolokia_pepper"bhut jolokia, sum í Vesrur­ heiminum er kent sum ghost chili. Pensjonistar í fongsul Í Týsklandi hava fýra pensjonistar fingið fongsuls­ revsing, tí teir høvdu burturflutt ein fíggjarráðgeva og havt hann sum fanga í fýra dagar. Teir fýra pensjon­ istarnir vóru í øðini, tí teir høvdu mist 20 milliónir krónur í ivingarsomum íløgum í USA. Teir burtur­ fluttu ráðgevan og noyddu hann at skriva undir uppá, at hann skal rinda teimum pengarnar aftur. Tað eydn­ aðist tí 57 ára gamla ráðgevanum at flýggja og at boða løgregluni frá, og nú skulu teir fýra pensjonistarnir í fongsul, skrivar DPA.