Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. mars 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 58 - 24. mars 2010 Miðalprísirnir á Fiskamarknaði Føroya í dag munnu vera millum teir bestu, sum hava verið á marknaðinum í longri tíð. Toskur og havtaska hálaðu prísirnar uppeftir við søluna í morgun Fiskaprísir Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fiskamarknaður Føroya seldi í morgun góð 53 tons av fiski fyri eina góða miljón krónur. Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var rættiliga høgur og nógv hægri, enn hann annars plagar at vera ein vanligan søludag, nevniliga 18,88 krónur fyri kilo. Orsøkin til góða miðalprísin í dag er í fyrsta lagi, at fittur partur av fiskinum á marknaðinum var havtaska, sum fór fyri millum góðar 28 og góðar 40 krónur fyri kilo. Miðalprísurin fyri havtasku 2 og 3, sum størstu nøgdirnar vóru av, var ávika­ vist 36,93 og 34,72 krónur fyri kilo. Lítlar og ongar nøgdir av upsa vóru seldar á marknaðinum í morgun, og hetta hevði eisini sína ávikan á góða miðalprísin. Størstu nøgdirnar á Fiskamarknaði Føroya í morgun vóru toskur og hav­ taska, ið eru fiskasløg, sum liggja ovar­ laga í prísi millum onnur fiskasløg. Toskur 3 og 4 fóru fyri miðalprísin 11,47 og 10,68 fyri kilo. Góð 2 tons vóru av toski 2, sum fekk miðalprísin 17,13 krónur fyri kilo. Høgur miðalprísur Í miðbýnum | Tel. 32 13 00 -30% NæstanALT Páskatilboð Í miðbýnum | Tel. 32 13 00 Sosialurin / KvR 34 18 00 Kom inn á gólvið og ger Kvettið Kom inn á gólvið og ger Kvettið Galdandi frá mikud. 24/3 til mikud. 31/3 2010 taka frystivørur hjá Norð­ borg, sum skulu flytast av landinum. Hann væntar, at Crystal Ice verður í Klaksvík um 10 tíðina í morgin. Tórhallur Thomsen sigur, at fólk eru vælkomin um­ borð at síggja skipið, meðan tað liggur í Ánunum. ­ Loyst verður aftur í norðurhavnini, tá skipið er fermt, og eg vænti, at klárt verður at sigla fríggjadagin, sigur hann. Reiðarin sigur seg vóna, at skipið kemur at fáa onkra last í Føroyum av og á. ­ Skipið hevur nú verið í drift síðan 10. januar. Hetta er ein trupult tíð innan hesa vinnu, eins og mangar aðrar vinnur, men tað hevur gingið rímiliga væl, síðan vit fóru undir hesa verkætl­ an, og vit hava góðar vónir um, at hetta fer at bera til, sigur Tórhallur Thomsen.+ Havnin sløkkir leygarkvøldið »Earth Hour« verður komandi leygarkvøld. Tá verða gøtuljósini í allari komununi, har tað ber til, sløkt. Kommunan sløkkir saman við ótali av høvuðsstøðum kring heimin millum 20.30 og 21.30. Tiltakið verður eins og í fjør gjørt fyri at geva umhvørvi og klimabroytingum ans. Hetta kvøldið fara milliónir av menniskjum kring allan knøttin at sløkkja ljósið í ein tíma fyri á tann hátt at vísa heimsins politikkarum, at tey vilja hava ein enda á globalu upphitingini, sum hóttir umhvørvið. Átakið, sum kallast »Earth Hour«, hevur góða undirtøku um allan heim. ­ Samstundis, sum Tórshavnar kommuna gongur undan í tiltakinum við at sløkkja gøtuljósini í allari kommununi, verður mælt borgarunum og øðrum at gera tað sama henda tíman leygarkvøldið ­ og hetta er so eitt upplagt høvi hjá stovnum og virkjum at gera tað sama, sigur kommunan í tíðindaskrivi. Frystifarmaskipið Crystal Ice hjá felagnum Crystal Sea í Gøtu er fyrrverandi Star Scandia, sum er smíðað í Noregi í 1978. Skipið er 63 metrar langt, 11 metrar breitt og lastar umleið 900 tons