Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. mars 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 58 - 24. mars 2010 Føroyingar kunnu nú taka avmarkaðar nøgdir av skerpikjøti og røstum kjøti við sær til Íslands – til privata nýtslu Matur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað hevur ikki verið loyvt at taka skerpikjøt og ræst kjøt við sær til Íslands. Hetta hevur verið ein saknur hjá føroyingum, sum hava ferðast til Íslands. Men nú er hetta broytt. Avtala er nú gjørd við íslendsku myndugleikarnar um, at hetta nú letur seg gera eftir eini ávísari skipan. Á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvs­ stovuni verður kunnað um hesa broyting, men einki verður sagt um, hvørt loyvt er at taka eitt nú turra grind og spik við sær til Íslands. Fyri at kunna at taka skerpikjøt og ræst kjøt við sær, er neyðugt í hvørjum einstøkum føri fyrst at søkja íslendska fiski­ og land­ búnaðarmálaráðið um hetta loyvi. Eftir hetta skal ein eigara­ váttan latast Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, har greitt verður frá, hvussu nógv kjøt verður tikið við, og hvaðani í Føroyum kjøtið kemur. Neyðugt er eisini, at embætisdjóralæknin skrivar sína endaligu váttan til Íslands, og hesa váttan skal hin ferðandi hava við sær saman við vøruni. Meiri kann lesast um henda nýggja møguleika á heimasíðuni hjá Heilsu­ frøðiligu Starvsstovuni. Frystifarmaskipið Crystal Ice, sum gøtumenn keyptu í november mánaða í fjør, kemur fyri fyrstu ferð til Føroya eftir last, síðan felagið Crystal Sea í Gøtu keypti skipið. Lagt verður inn á Gøtuvík, og síðan ber leiðin til Klaksvíkar eftir frystivørum hjá Norðborg FarMaskip Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í morgin kemur frysti­ farmaskipið Crystal Ice fyri fyrstu ferð til Føroya. Hetta er eitt skip, sum feðgarnir, Heri og Tórhallur Thomsen í Gøtu, hava keypt, og saman við teimum í eigara­ skapinum er eisini sonur Tórhall, sum eisini eitur Heri. Tað er felagið Crystal Sea, sum eigur skipið, ið er bygt í Noregi í 1978. Felagið keypti frysti­ farmaskipið í november mánaði í fjør, og síðan fór tað til Skagen í dokk, hað­ ani tað var liðugt og klárt at fara í sigling í januar mánaða í ár. Crystal Ice er ikki nakað ókent skip um okkara leiðir. Skipið er nevniliga gamli kenningurin, Star Scandia. Skipið er 63 metrar langt, 11 metrar breitt, og tað lastar umleið 900 tons. Seks mans Tórhallur Thomsen, sum er reiðari hjá Crystal Sea, sigur, at seks mans eru við skipinum. Yvirmenninir, sum eru tríggir í tali, eru føroyingar, meðan hinir tríggir av manningini eru litavar. Skipari á vaktini, sum nú er umborð, er leirvíkingurin, Eifinnur á Reynatrøð, og skipari á hinari vaktini, sum nú hevur frí, er John á Líknagøtu, ið er glyvramað­ ur, sum býr í Fuglafirði. Tórhallur sigur, at Crystal Ice higartil hevur siglt mest í Noregi og til baltisku londini, men felagið hevur eisini eina flutningsavtalu við Eimskip CTG í Noregi, sum gongur út, tá hetta árið er liðugt. ­ Hetta verður so fyrsti túrur til Føroya, síðan vit keyptu skipið. Á Gøtuvík Reiðarin sigur, at í Føroyum verður eingin skipað mót­ tøka, men Crystal Ice kemur fyrst inn á Gøtuvík at heilsa bygdafólkinum har. Lagt verður ikki til bryggju í Gøtu, tí havnin hevur ikki sonevnda ISPN­góðkenning. ­ Av Gøtuvík verður siglt norður til Klaksvíkar, har skipið í norðurhavnini skal Crystal Ice á Gøtuvík í morgin Nú kunnu føroyingar taka skerpikjøt og ræst kjøt við sær til Íslands - til privata nýtslu Mynd: Erik Christensen Loyvir nú forkunnugum føroyskum mati Eigur Anna bestu framførsluna nakrantíð? Í morgun var Anna Nygaard fremst í eini atkvøðugreiðslu á heimasíðuni hjá DR, har tey ynskja at finna fram til mest minniligu X Factor løtuna í beinleiðis sjónvarpi. Henda atkvøðugreiðsla er partur av upphitingini til finaluna í Parkini leygarkvøldið. 12 uppskot eru at velja í millum – har í millum, tá Linda Andrews sang So What í fjør og tá Anna Nygaard sang Whatever Happens fyri nøkrum vikum síðani. Beint fyri klokkan 11.00 høvdu smá 4000 fólk greitt atkvøðu, og tá hevði Anna fingið flest av teimum, nevniliga 23 prosent. Hinvegin sat sangurin hjá Lindu Andrews ikki heilt so fast í minninum hjá teimum, sum høvdu atkvøtt, tí bara trý prosent høvdu givið henni sína atkvøðu. Hóast hetta er onnur royndin hjá Tórhalli Thomsen og faðiri hans- ara, Hera Thomsen, at reka farmaskip í nýggjari tíð, eru vónirnar góðar um, at nýggja verkætlanin við Crystal Ice fer at eydnast