Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. mars 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 58 - 24. mars 2010 Treytirnar fyri at krabba meins sjúk­ lingur fær fylgjara við, eru rættiliga strangar. Ikki minst eftir at tær vóru herdar í fjør Heilsa Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Hin 3. juli 2009 vóru strang ari leiðreglur settar fyri, nær fylgjari kann ávís­ ast at fara við sjúklinginum settar í verk. Hetta hevur eisini fingið talið av av ­ varðandi munandi niður. Í leiðreglunum fyri, nær fylgjarar kunnu ávísast við sjúklingum uttanlands, stend ur, í § 7, stk 2 at: “Gera heilt serlig viðurskifti seg galdandi, kann sjúkra­ húsverkið bera ferðaút­ reiðsl urnar, so ein persónur kann verða ávístur at fara við sjúklinginum sum fylgj­ ari. Yvirlæknin tekur avgerð um møguligan fylgjara”. Í sambandi við ”heilt ser­ lig viðurskifti” er høvuðs­ reglan, at yvirlækni kann ávísa fylgjara við sjúkling­ inum, har heilt serlig við­ urskifti gera seg galdandi, tá talan er um sjúklingar við lívshóttandi sjúku, ið bráðfeingis verða ávístur til viðgerð uttanlands. Yvirlækni kann harum­ framt í ávísan mun ávísa fylgjara til sjúklingar, sum vegna høgan aldur, sálarliga sjúku ella ringt avlamni als ongan møguleika hava at ferðast og uppihalda seg einsamallar uttanlands, og har tað ikki er møguligt at stíla fyri praktiskari hjálp til hesar sjúklingar á stað­ num. Her verður eisini tilskil­ að, at viðurskifti hjá sjúk­ lingum, ið IKKI eru at rokna sum “heilt serlig viðurskifti” eitt nú fevna um: Afturvendandi kontrol­ vitjanir, har ikki kann roknast við, at sjúklingurin fær ring/verri boð við­ víkjandi útlitum fyri lívi ella førleika. Krabbameinssjúklingar, sum ferðast til kontroll­ vitjanir. Krabbameinssjúklingar, ið ferðast til cytostatika­ viðgerð (kemoviðgerð), sum ikki kann gevast í Føroyum, og har hjáárin ikki væntast fyrrenn eftir heimkomuna til Føroyar. Eisini verður greitt frá, at støður sum: Ótti fyri at flúgva, trupulleikar við at finna í Keypmannahavn ella øðrum býum uttanlands, trupult at bera nógv viðføri og líknandi eru heldur ikki at rokna sum heilt serlig viðurskifti. Í hesum føri ber til dømis til at stíla fyri praktiskari hjálp á stað­ num. Sostatt skal rættiliga nógv til, fyrr enn krabba­ meins sjúklingur eigur at fáa ávístan fylgjara við sær. Ov lítil ES-kunning Tað er ikki avgerandi fyr tilveruna hjá Evropasam veldin­ um, at Ísland gerst limur har, og Ísland kann ivaleyst eisini klára seg uttan fyri samveldið. Men spurningurin er, um tættari samstarv partanna millum hevði gagnað báðum. Tað segði ES­sendimaðurin í Íslandi, finnlend­ ingurin Timo Summa, í gjár. Hann helt tað vera umráð­ andi, at íslendingar verða kunnaðir um ES og møguligan limaskap og nevndi, at tá Finnland søkti um limaskap, fingu bæði viðhaldsfólk og andstøðufólk pening frá stjórnini til upplýsandi virksemi. Stríð um loysigjald USA vil A.P. Møller­Mærsk og hini stóru reiðaríini í heiminum at gevast við at rinda somaliskum sjórænarum pengar sum loysigjald fyri rænd skip. Orsøkin er, at sambært amerikanarunum fær tann tiltikni somaliski yvirgangs felagsskapurin al­Shabaab ein part av teimum 500 milliónum krónunum, sum verða goldnar í loysigjaldi um árið. Danska reiðarafelagið er ímóti amerikanska kravinum. Felagið sigur við Berlingske Tidende, at tað er neyðugt við loysigjaldi fyri at tryggja skip og manningar. Reglurnar eru greiðar Landsstýrismaðurin fer nú at minna tey trý sjúkrahúsini og teir 30 yvir lækn arnir um leið reglurnar fyri at fáa fylgjara við til sjúkra ørindi uttan lands Heilsa Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Aksel V. Johannesen, sigur við Sosialin, at hann fer at senda eina áminning út á øll sjúkrahúsini, so sjúk lingar ikki verða fyri órætti. Sambært honum, eru reglurnar púra greið ar. – Tað eru yvir 30 yvir læknar, sum ávísa sjúk lingar av landinum. Lækn arnir eru bara menn iskju, so sjálvandi kann vera munur á, hvussu teir umsita og tulka reglurnar, sigur lands stýrismaðurin, sum heldur tað vera óheppið, um fólk kenna seg illa viðfarin. Tí, sum hann sigur: Tað er umráðandi, at øll verða líka viðfarin. Landsstýrismaðurin vís ir á, at til ber at kæra eina avgerð. Men tað hendir ikki so ofta. Men samstundis skilur hann, at tey, sum hava fingið fylgjara, sjálvandi ikki kæra sína neyð. Tí verða tað bara tey, sum ongan fingu, sum verða at finna í kæruskipanini. – So tað einasta eg kann gera er at fylgja mál inum upp, so lækn ar nir umsita reglurnar meira eins, sigur lands stýrismaðurin, sum ikki hevur ætlanir um at ganga ynskinum hjá Føroya Felag móti Krabbameini á møti, um at øll áttu at fingið tilboð um fylgjara. – Sum støðan er í land inum, er tað trupult at fáa pengarnar at røkka til ser viðgerð uttanlandst. Tað hevði snøgt sagt verið alt ov kostnaðar mikið, sigur hann. Talva 2: Sjúklingar og fylgjarar jan-okt 2009. Sjúklingaferðir úr Føroyum. 2009 jan feb mar apr mai jun jul aug sep okt Jan-Okt 2009 Sjúklingaferðir 239 220 255 214 207 254 157 229 245 208 2228 Fylgjarar 195 171 218 178 164 216 121 174 144 133 1714 Avvarðandi 182 162 190 159 146 201 107 159 128 117 1551 Heilsustarvsfólk 13 9 28 19 18 15 14 15 16 16 163 Ferðandi íalt 434 391 473 392 371 470 278 403 389 341 3942 % Fylgj./Sjúkl. 0,82 0,78 0,85 0,83 0,79 0,85 0,77 0,76 0,59 0,64 0,77 % Avvarð./Sjúkl. 0,76 0,74 0,75 0,74 0,71 0,79 0,68 0,69 0,52 0,56 0,70 Kelda: Sjúklingaskrivstovurnar á teimum trimum sjúkrahúsunum Øll skulu verða eins viðfarin Aksel V. Johannesen fer nú at minna yvirlæknarnar á leiðreglurnar, so fólk ikki eru fyri órætti Hin 3. juli 2009 vóru strangari leiðreglur settar fyri, nær fylgjari kann ávísast at fara við sjúklinginum settar í verk. Hetta hevur eisini fingið talið av avvarðandi munandi niður. Hetta sæst í einum uppriti, sum Heilsumálaráðið sendi Fíggjarnevnd Løgtingsins 19. november 2009 Í lesarabrævi í blaðnum í gjár, fíltist Jóna Mortensen á viðferðina hon hevur fingið sum krabbameinssjúklingur n á r, mt ” tí Munur á fólki? Eri fyri stuttum komin heim aftur á klettarnar. Eg havi verið til stráluviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum búði í tí sambandi á Hotel Torshavn í næstan seks vikur. Áðrenn stráluviðgerðinar var eg niðri fýra ferði fyrst til skurðviðgerð og síðani til kemoviðgerð. Hetta skal nú ikki verða nøkur lívssøga. Tað eg vi nerta við, er, at tað er sera óheppið, at Landsjúkrahúsið ger mun á fólki, tá tað snýr seg u at fáa fylgjara við til Danmarkar. Eg fekk at vita fyrstu ferð, eg skuldi niður, at eg vegna sparingar ongan fekk við, sjálvt um eg skuldi opererast og h Jóna Mortensen