mikudagur 24. mars 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 58 - 24. mars 2010
Føroya felag móti
Krabbamein hevur
fleiri ferðir víst á, at
krabbasjúklingar
verða ikki viðfarnir
eins í mun til at fáa
fylgjara við til sjúkra
viðgerð uttanlands.
Í løtuni fáa summi,
meðan onnur fáa
ongan, sigur felagið
Heilsa
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Niðri á Hotel Thorshavn
situr ein eldri maður. Hetta
er triðju ferð, hann skal í
viðgerð fyri krabbamein á
Ríkissjúkrahúsinum. Hann
finnur ikki sjálvur yvir á
sjúkrahúsið, so aðrir sjúk
lingar, sum eru betri fyri,
mugu fylgja honum. Men
maðurin er bangin fyri
øllum bilunum, og hann er
ørkymlaður, tí hann dugir
ikki málið. Og fremmandu
ljóðini á hotellinum halda
hann vaknan um náttina. So
lagið er onki serligt, tí hann
kennir ikki eina sál, og
sleppur ikki heim aftur fyrr
enn um einar tríggjar vikur.
Heima hevur hann konu og
vaksin børn, sum hava verið
niðri á vitjan fyri egna
rokn ing.
Maðurin
fekk
nevni liga ongan fylgjara
við niður. Men tey nærmastu
kunnu ikki vera her altíð, tí
hvør nátt á hotellinum kost
ar teimum millum 500 og
700 krónur.
Undir liðini á manninum
situr
ein
miðaldrandi
kvinna. Hon hevur eisini
krabbamein og skal til sína
triðju viðgerð. Áðrenn hon
fór úr Føroyum, fekk hon,
sum altíð, bræv um nær og
hvar hon skuldi møta, og at
hon hevði rætt til ein fylgj
ara. Men konan vil ongan
hava, tí hon hevur tað eftir
umstøðunum gott, og klárar
seg væl í stórbýnum, sum
hon hevur búð í sum ung.
Hesar báðar støðurnar
eru ikki íspunnar, men dømi
um sjúklingar, sum vit hava
havt samband við, eftir at
Jóna Mortensen, krabba
meins sjúklingur, í lesara
brævi gjørdi vart við órætt
in, sum nógvir sjúklingar
uppliva, tá teir verða sendir
av landinum í sjúkra ørind
um: At summi fáa fylgjara
við og onnur ikki. Eisini
hóast tey í stóran mun eru í
somu støðu.
Kærdi sína neyð
í lesarabrævi
Í lesarabrævinum, sum Jóna
Mortensen setti í bløðini í
gjár, greiddi hon soleiðis
frá:
”Men, tað sum eg síðani
upplivdi á Hotel Torshavn
var, at meginparturin av
sjúk lingunum høvdu onkran
við, játtað av Lands sjúkra
húsinum. Tey vóru rættiliga
kløkk um, at eg ikki hevði
fingið nakran við. Soleiðis
var tað hvørja ferð, eg fekk
ongan við nakrantíð. Eg sat
saman við fólki á hotell in
um, sum vóru í somu
ørindum sum eg, diagnosan
var júst tann sama sum mín
og har var fylgjara við
hvørja ferð.”
Jóna Mortensen kærdi
mál ið, men fekk ikki við
hald.
Yvirlæknin er
suverenur
Tað er yvirlæknin, sum
einsa mallur ger eina heilsu
fakliga meting í hvørjum
einstøkum føri, hvør skal
hava fylgjara við og hvør
ongan skal hava við.
Metingin verður gjørd út
frá
nøkrum
leiðreglum,
sum heilsumálaráðið stað
festi í einari kunngerð frá
2006. Sum liður í sparingum
vórðu
hesar
leiðreglur
herdar í 2009. Aðrastaðni
her á síðuni er nærri frá
greiðing um reglurnar.
Felagið øtast
Hjá Føroya Felag móti
Krabbameini
hoyra
tey
javnan um sjúklingar, sum
kenna seg órættvíst viðfarn
ar, tí teir hava ikki fingið
fylgjara við uttanlands.
Jákup N. Olsen, formaður,
sigur við Sosialin, at tað
hevði verið lættari, um øll
fingu tilboð um at fáa fylgj
ara við, og at tey so sjálvi
kundu valt. At yvirlæknin
ger eina meting í hvørjum
einstøkum føri, hevur við
sær, at metingarnar kunnu
vera ymiskar.
Eisini vísir formaðurin á,
at tað er so ymiskt, hvussu
krabbasjúklingurin er fyri.
– Kanska ert tú kroppsliga
væl fyri, men tú veitst ong
antíð, hvørji boð verða
givin, sigur formaðurin.
– Vit fáa javnan áheitanir
frá fólki um hetta. Tað ein
asta vit kunnu gera, er at
biða tey spyrja læknan aft
ur, og so at vísa teimum til
kærumøguleikarnar,
sum
eru, sigur Jákup N. Olsen,
sum vegna felagið fleiri
ferðir hevur roynt at ávirka
myndugleikarnar, so allir
sjúklingar fáa tilboð um
fylgjara.
Men har er lítið at gera,
heldur formaðurin, sum tó
kennir til dømi, har klagarar
hava fingið viðhald.
Yvirtíð elvir til mistøk
Tað kann vera hættisligt fyri sjúklingarnar, um
sjúkrarøktarfrøðingarnir arbeiða meiri enn vanliga
arbeiðstíð. Tað vísir ein kanning, sum tveir lærdir
háskúlar í USA og Kanada hava gjørt. Lanningin vísti, at
mistøkini verða fleiri, um sjúkrarøktarfrøðingarnir
arbeiða meiri enn 40 tímar um vikuna. Eitt nú mistóku
fleiri seg, tá tær skuldu geva sjúklingunum heilivág, og
tær vóru heldur ikki só kringar við nálini. 11.500
sjúkrarøktarfrøðingar vóru við í kanningini, sum er
kunngjørd í tíðarritinum Journal of Safety Research.
Ógreið tilbúgving
Um vikuskiftið vóru fólk hjá oljufelagnum Cairn
Energy í grønlendska býnum Ilulissat og kunnaðu
fólk um tær komandi royndarboringarnar í
Davissundinum. Men sambært kringvarpinum KNR
fingu fólk ikki serliga nógv burturúr. Eitt nú dugdu
umboðini hjá Cairn Energy ikki at siga, hvat felagið
fer at gera, um ein álvarssom oljudálking verður í
økinum. KNR fer so langt sum at siga, at umboðini
hjá oljufelagnum tóktust als ikki hava hug til at
svara spurningum frá fundarfólkinum og enn minni
at kjakast við tey.
Krabbasjúklingar eru fyri órætti
Fleiri fólk, sum vit hava tosað við,
kenna til trupulleikan av, at summi fáa
fylgjara við uttanlands, meðan onnur
noyðast avstað einsamøll – eisini hóast
sjúkraørindini og diagnosan eru eins