mikudagur 24. mars 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 58 - 24. mars 2010
13
Javni hevur sent Helenu
Dam á Neystabø, lands
stýriskvinnu, soljóðandi
skriv:
Javni mótmælir, at mis
munur verður gjørdur í
sambandi við sparingar á
skúlaøkinum. ST sátt
málin um rættindi hjá
einstaklingum, ið bera
brek sigur, at øll fólk eru
eins fyri og undir lógini
og hava rætt við ongum
mismuni. Tí krevur Javni
um neyðugt er at spara
á skúlaøkinum at skert
verður í øllum skúlaverk
inum yvir ein kamb
“Tað skal sparast”, ljóðar
úr øllum ættum, og hetta er
sjálvandi eisini galdandi
fyri skúlaøkið. Og tíverri
má Javni ásanna, at enn
einaferð eru børnini við
serligum tørvi, tað serliga
gongur út yvir. Vit frætta
nú frá foreldrum at børnum
við breki, sum fáa at vita,
at barn teirra kann ikki fáa
tann stuðul í skúlatíðini
komandi ár, sum tey hava
fingið higartil, tí skúlin
skal spara. Hetta hevur við
sær, at barnið í flestu før
um má vera tilsvarandi
færri tímar í skúla.
Í grein í bløðunum um
vikuskiftið sigur Helena
Dam á Neystabø, lands
stýriskvinna í menta mál
um, at “enn halda vit øll
lógarbundin krøv...” Javni
má tí gera vart við, at her
hevur landsstýriskvinnan
neyvan fingið rættar upp
lýsingar. Sama fólka skúla
lógin er galdandi fyri børn
við breki sum fyri øll
onnur børn – og tey eru
mong, ið ikki fáa ta skúla
gongd, tey eftir fólka skúla
lógini eiga at fáa. Javni
hevur áður víst á, at tað er
mismunur, tá børn við
breki fáa styttri skúladag
enn javnaldrarnir – og
dømini eru mong um tað.
Afturat hesum kemur, at
fyri landskassan er neyvan
talan um nakra nevniverda
sparing, tí teir tímarnar,
eitt barn við breki verður
styttri í skúla, má almanna
verkið veita stuðulstímar í
staðin, um foreldrini skulu
kunna røkja sítt arbeiði.
Her er í mongum førum
bert talan um, at ein
útreiðsla verður skúgvað
frá Mentamálaráðnum til
Almannamálaráðið.
Føroya Løgting samtykti
í mai í fjør, at Føroyar
skulu taka undir við
STsátt málanum um rættini
hjá einstaklingum, ið bera
brek, og hesin sáttmáli
fekk gildi tann 23. august
2009.
Sátt mál in ásetur m.a., at
tað er bannað at gera mis
mun á fólki vegna brek (sí
§5), og at børn við breki
eiga at fáa fullgóða og
inkluderandi skúla gongd
(sí § 24) – tað er saman
við javnaldrum í vanliga
skúlanum.
Eru ráðini ikki at veita
næmingum við breki ta
skúlagongd, teir eftir
fólkaskúlalógini eiga rætt
til, so er eitt at gera, um
landsstýrið ikki tilætlað
skal gera mismun á land
sins borgarum: tað er at
skerja undirvísingina hjá
øllum børnum til tað støði,
ráðini røkka til. Hava børn
ini í miðal 30 tímar um
vikuna, so er skjótt at
rokna út, at fyri hvønn
tíma vit skerja, spara vit
góð 3%. Ein skerjing, sum
er 2 tímar um vikuna – alt
skúlaverkið yvir ein kamb
– er ein sparing á meira
enn 6%. So er kravda
sparingin komin upp á
pláss!
Onkur øtast kanska og
rópar um fólkaskúlalógina.
Jú, men hon er galdandi
fyri øll! Nú má tann tíð
vera farin, tá børn við
breki einsamøll skulu bera
størsta partin av rokn ing
ini.
Javni mótmælir tí staði
liga, at játtanin til børn við
breki verður skerd so, at
skúladagur teirra – sum í
mongum førum longu var
ov stuttur frammanundan,
nú gerst enn styttri. Javni
krevur eisini at skúlans
myndugleikar virða Sátt
mála sameindu tjóða um
rættindi hjá einstaklingum,
ið bera brek, har Føroya
Løgting hevur samtykt, at
tað er bannað at gera
mismun á fólki vegna brek,
og at børn við breki eiga at
fáa fullgóða og inklu der
andi skúlagongd.
Vegna Javna
Óli Wolles, formaður
Rúna Sivertsen,
dagligur leiðari
Sparingar á skúlaøkinum raka aftur børn við breki
Seksualitetur frá einum gomlum-
dreingja sjónar horni rennur
gjøgn um stuttsøgusavnið
Revapassarin, sum ikki er fyri
sartar sálir
Ummæli
Jónley á Løgmansbø
Revapassarin og aðrar søgur hjá Agnari
Artúvertin er eitt áhuga vert og øðrvísi
søgusavn, tí tað brýtur frá teimum vanligu
før oysku sosialrealistisku søgunum, vit
kenna so væl.
Søgurnar eru tíggu í tali, og reyði
tráðurin í teimum er, eftir mínum tykki,
eksistentialisma og sexualitetur. Søgunar
eru fiktivar og surrealistiskar og fara fram
í marrulíknandi heimum, har veru leiki og
dreymur eru tætt saman knýtt, soleiðis, at
høvuðspersón arnir ofta hava sera trupult
við at skyna á tí. Í fleiri av søgunum fær
lesarin eina fatan av at vera fangaður í
einum ringum dreymi við tað, at søgurnar
loypa nógv í tíð og eru samanblandaðar av
ymiskum kendum og ókendum alt í
einum.
Í støðum eru søgurnar torskildar og
ørkymlandi fyri lesaran, tí summastaðni er
lítil samanhangur ímillum tíð, stað og
persónar. Við onkrum av søg unum situr
ein eftir við kensluni: Hvat var tað nú í
veruleikanum handan søgan var um, og
hvat var endamálið, boðskapurin í henni?
Men skal tað altíð vera eitt endamál og
ein boðskapur, kann mann spyrja seg
sjálvan? Til dømis í søguni »Honi soit qui
mal pense – komin úr delirius tremens«,
har høvuðspersónurin býr í Nýhavn í
Kekkia, har høvuðsmálið er føroyskt, og
hann tosar bæði valtraverskt og
qvamitiskt, ið er eitt uppfunnið mál. Hetta
minnir meg ikki sørt um sangin, sum
onkur plagdi at syngja: »Jeg er nordmand,
født i Sverige, Danmark er mit fædre land.
Taler russisk som en jøde, skønt jeg er en
engelskmand.«
S
exualiteturin í søgunum er ofta tann
forbodni, skamm fulli, øðrvísi, ráði,
kensluleysi, einsamalli og kærleiksleysi
sexualiteturin, ið verður lýstur frá einum
»gomlum dreingja sjónarhorni«, um mann
kann taka soleiðis til. Hetta kemur t.d. til
sjóndar í søguni »Revapass arin«, har A
rembir sær á konuni, tá tey eru sexuelt
saman.
Evnini, ið verða viðgjørd, eru m.a.
leitanin eftir sær sjálvum, at søkja mørk,
einsemi, misnýtsla, menning, girnd,
demonir og dupultmoralur.
Huglagið í søgunum, sum eisini til tíðir
eru skemtiligar, tí høvuðspersónarnir gera
og siga ymiskt undarligt, óvæntað og
óreallistiskt, er fyri tað mesta dapurt,
ræðandi og til tíðir beinleiðis frástoytandi
fyri erkvisna lesaran.
Sum lesari merkir tú allatíðina
høvundan í søgunum á tann hátt, at tað er,
sum um hann hevur lagt ein stóran part av
síni egnu sál í søgurnar. Tað tykist, sum
um hann er sera tætt knýttur at per són
unum í søgunum. Næstan, sum um fleiri
av høvuðs persón unum eru høvundin
sjálvur. Eisini tí, at nakrir av teimum bera
dulnevni A. Lesarin fær eina fatan av, at
hann fær innlit í hugaheim høvundans, ið
kanska hevði mint um ein málning hjá
listamálaranum Salvador Dali, um hann
var ein málningur.
R
æðslan er ein søga um at síggja sínar
egnu demonir í eyguni. Megnar tú tað
ella ikki? »Maðurin á mánanum« ger á
sera løgnan og óhugnaligan hátt upp við
tað einsamalla menniskja og vísindaligar
royndir við fostrum. »Rúmið« er um at
leita í blindum, at møta múrum, at finna
troyst í myrkrinum. Er nakar vegur út? Í
søguni »Hon er stór tøgnin« roynir
høvuðs persón urin at rýma frá sær
sjálvum. Kann mann tað, ella flytir trøllið
við? »Tíðinda fund urin« er ein søga um
ein tíðinda fund, ið endar við eini
óbindandi sameining millum tvey tíðinda
fólk. Hon er rættiliga stuttlig, tí hon er so
løgin. Søgan »Honi soit qui mal pense –
komin úr delirius tremens« er sera marru
kend og ræðandi. Høvuðspersón urin hevur
ógvuliga trupult við at skyna millum
dreym og veru leika. Í »Hvør er keisari?«
møta høvuðspersónarnir drúgvum
royndum. Verða tey ment sum menniskju
av hesum, ella ikki? »Húsið hjá
Spaniólanum« er um, hvussu ein gerð
førir til eina aðra, um at leggja
skuldarkenslur frá sær, ella flyta tær yvir á
onkran ella okkurt annað, ið sostatt fær
okkum at gera ymiskt, vit annars ikki
høvdu gjørt. »Klórað niður á deyðastrá«
brýtir, eftir mínum tykki, frá hinum
søgunum í savninum. Hon er kanska mest
skrivað fyri at fáa luft fyri, hvussu
dupultmoralskir føroyingar, eftir
høvundans tykki, eru. Longsta søgan í
savninum »Revapassarin« er ein meira
vanlig vampýrsøga, ið tó hevur ymiskt, ið
víkur frá teim um vampýrsøgum, vit
vanliga kenna. Eitt nú, tá A(braham) ikki
sær sín egna murt í spegilinum. Hvat skal
lesarin leggja í hetta? Er tað ein sálarlig
kastratión? Ræðslan fyri at gera sínum
kæru mein er eisini gjøgnumgangandi í
søguni? Tó haldi eg, at tað eru í so nógvar
ansøgnir í hesi søgu, ið kunnu fáa lesaran
at føla seg intellektuelt undirmettan.
H
øvundin hevur sín heilt egna og
eyðkenda skrivistíl. Málið er eitt
blandingsmál, tað er til tíðir háfloygt,
onkustaðni næstan bíbilskt, nógv forn orð
verða nýtt, men aðrastaðni er málið
vanligt gerandismál. Tá beinleiðis tala
verður nýtt, er málið sera gerandisligt og
til tíðir næstan smslíknandi í forminum,
onkustaðni næstan barnamál. Hetta tekur
tó ikki nakað frá søgunum. Havi eina
fatan av, at høvundin tilvitað nýtir málið á
henda hátt. Í søgunum fyrikoma ofta
frágreiðandi parantesir, sum innskotnir
setningar. Lesarin fær eina fatan av, at tað
er sera umráðandi, at hesar eru við fyri at
skilja søgurnar rætt, men til tíðir haldi eg,
at tær ørkymla meira, enn tær upplýsa.
Tað merkist týðiliga ígjøgnum alt
savnið, at høvundin er sera lisin maður, tí
ofta verður sipað til bæði kendar og meira
ókendar høvundar og verk.
Savnið er øðrvísi enn nakað, eg áður
havi lisið. Høvundin er sera djarvur, tí
hann torir at seta orð á nógv tabuevnir,
serliga í Føroyum. Føroyar og føroyingar
sum heild ganga ígjøgnum alt savnið, og
ikki altíð er tað fyri tað jaliga, teir vera
umrøddir. Savnið er ikki fyri sartar sálir,
men um tú ikki er bangin fyri at royna
nakað øðrvísi, so er hetta savnið til tín.
Gamal-dreingjasøgur arga
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Tiltøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið
veitst tú ikki tað?
www.sosialurin.fo