mikudagur 24. mars 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 58 - 24. mars 2010
tíðindi
Tórshavnar Býráð
hevur nú sett skjøtil
á arbeiðið at gera
eina brúgv um Sandá,
sum skal binda
saman ringvegin
um Havnina og
Glyvursvegin út á
Argir
FERÐSLA
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tórshavnar Býráð boðar
frá, at nú Glyvursvegur er
um at verða liðugur, er
næsta stigið at gera brúnna
um Sandá, so nýggja far
leiðin út á Argir frá ring
vegnum uttan fyri kirkju
garðin við Velbastaðvegin
út í Glyvursvegin, kann
takast í nýtslu.
Bygginevndin fyri brúnna
um Sandá er nú mannað, og
í nevndini eru sjey limir,
fýra limir eru úr kommunalu
umsitingini, teir eru Boði
Haraldsson, býarverk frøð
ingur, Mikael Viderø, býar
arkitektur,
Heri
Olsen,
roknskaparleiðari, Michael
Jacobæus,
landskaps arki
tektur.
Tey trý politisku um
boðini í bygginevndini eru,
Marin
Katrina
Frýdal,
forkvinna í teknisku nevnd,
Sjúrður Olsen, nevndarlimur
í teknisku nevnd og Bogi
Andreasen,
formaður
í
byggi og býarskipanar
nevndini, sum øll síggjast á
myndini.
Ymsar
brúgvaloysnir
hava verið umrøddar, tó eru
politisku umboðini samd
um, at brúgvin skal verða
snøgg, einkul og skal vera
eitt prýði fyri økið. Brúgvin
skal ikki fylla óneyðuga
nógv í landslagnum, tí
landslagið og áin eru vøkur
frá náttúrunar hond, og tí
skal ikki stjalast nakað frá
henni við eini yvir dimen
sionerari brúgvaloysn.
Eisini
eru
politisku
umboðini samd um, at áin
ikki skal rørast og at tað
skal vera møguleiki at
ganga fram við áarbakk
anum. Ein slík brúgv er
rættiliga dýr at byggja, og
enn er peningur ikki settur
av til verkætlanina, men
meiningin er at fáa hana
inn í langtíðar íløguætlanina
hjá kommununi.
Nevndin fer nú at arbeiða
við fyrireikingini av at gera
brúnna, tá ið tað er langt
ímillum at brýr av slíkari
stødd verða bygdar í Før
oyum
er
fyrireikingar
arbeiðið drúgt og neyðugt
er at søkja sær servitan.
Eisini skulu friðingar mynd
ugleikarnir góðtaka brúgva
loysnina.
Dokumentarfilmur
og fyrilestur um
svenska dramatikaran
Lars Norén
MENTAN
Tíðindaskriv
Hóskvøldið
verður
sera
áhugaverd filmssýning við
fyrilestri og orðaskifti í
Norðurlandahúsinum. Tað
er Per Zetterfalk úr Svøríki,
ið fer at sýna sín doku
mentarfilm KALL um Lars
Norén, ið verður roknaður
fyri at vera ein hin fremsti
svenski dramatikarin síðan
Strindberg.
Leikirnir hjá Lars Norén
eru nógv leiktir runt um í
heiminum, og hann er ein á
allan hátt ein sera kreativur
persónur. Í tvey ár fekk Per
Zetterfalk loyvi at sleppa
handan
leiktjøldini
og
fylgja við tí annars so fjøl
miðlasmæðna Lars Norén
og fáa eitt innlit í norensku
skapanartilgongdirnar, sum
eingin undan honum hevur
megnað.
Um
dokumentarfilmin
KALL hevur kendi danski
dokumentarframleiðarin
Jørgen Leth sagt: »Ein
týdningarmikil
filmur.
Norén er ein risi, og
Zetterfalk
letur
hansara
heilt serstøku arbeiðis til
gongdir upp fyri okkum«.
Hóskvøldið verður høvi
at síggja dokumentarfilmin
og hoyra Per Zetterfalk
greiða nærri frá um Lars
Norén
og
filmsfram
leiðsluna
annars.
Eisini
verður høvi at skifta orð við
Per og seta honum spurn
ingar. Tiltakið er alment og
ókeypis og byrjar kl. 19.30.
Ein dýr
og vøkur
brúgv skal
gerast um
Sandá
Uppskot um, hvussu brúgvin
um Sandá kann síggja út
Politisku umboðini í bygginevndini fyri brúnna um Sandá, eru Marin Katrina Frýdal, Sjúrður
Olsen og Bogi Andreasen
Lars Norén í Norður
landahúsinum