mikudagur 24. mars 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 58 - 24. mars 2010
15
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Mánadagin 16. februar, andaðist Willi
Gohl 84 ára gamal. Vit eru mong, sum
minnast tann mannin við virðing og
takksemi.
Á sonevndum Europa Cantat (t.e.Europa
syngur) stevnum, sum triðja hvørt ár verða
hildnar ymsa staðni í Europa, hevði eg
serliga varnast hendan kórleiðaran, og tá tað
í fráboðan til slíka kórstevnu í Autun í
Fraklandi í 1973 kundi veljast inn á
verkstaðarbólk hjá Willi Gohl við “Skapan”
Haydns sum verkevni, var ongin ivingur um
valið.
Stór var tónleikaliga upplivingin, men
sjálvum manninum komst ikki soleiðis
beinanvegin í nánd av. Men við ein “dinér
d´honneur” (heiðursdøgurða), sum borgar
stjórin í býnum hevði boðið øllum teim
luttakandi kórleiðarunum til, kom eg at sita
til borðs yvir av Willi Gohl og konu hansara
Verena. Okkurt var tá at finna uppá at tosa
um, og so greiddi eg teimum frá okkara
“cantatstevnum” heima í Føroyum og
spurdi leysliga, um hann kanska hevði havt
hug at komið og verið við onkuntíð. Tut
landi við konuna helt hann við einum
høviskligum eygnabrá fyri, at tað kundi
verið áhugavert. “Ájú, okkurt skalt tú siga”,
hugsaði eg við mær.
Men kløkkur var eg hálvt ár seinni, tá
telefoninin ringdi: ”Es ist Willi Gohl”! Jú,
hann hevði tikið sær sabbatsfrí frá sínum
arbeiði eina tíð, skuldi á vitjanarferð til
sonin í USA og kundi hugsað sær at lagt
norðuratlantsleiðina yvir Ísland og Føroyar
á veg heimaftur. Um hann ynskti at koma
sum ferðarmaður, ella vitjanin skuldi hava
við tónleik at gera? ”Wir wollen Musik
machen!”, var svarið.
Tá vit so seinni komu at tosa um, hvat
framførast skuldi, nevndi hann eitt í hansara
hugaheimi minni verk sum Gdur Messuna
eftir Fr. Schubert. Hon kravdi ikki so nógv:
umframt lættsungnar kórsatsir okkurt
smávegis fyri sopran, tenor og basssolistar
(eg visti, at vit høvdu ongar slíkar skúlaðar
sangara tá) og so eitt minni strúkiorkestur:
fimm 1. og fýra 2. fiólir (høvdu valla meira
enn 45 spælarar tilsamans á slíkum støði),
3 bratschir (høvdu vit eina, var tað alt) og
so tvær celli + kontrabass (her høvdu vit
bara Verland Johansen, sum eftir tørvi
spældi bæði cello og kontrabass). “In
Ordnung!”, segði eg heldur heitur um
oyruni.
Hvat var nú til ráða at taka? Jú, ein roynd
kundi tað kanska verið at sett seg í samband
við grannarnar fyri vestan. Tók telefonina
og ringdi til Kristinn Hallsson, gitin sangari
og deildarleiðari í mentamálaráðnum í
Reykjavík. “Nú mást tú hjálpa okkum,
Kristinn!” – og so reksaði eg upp tað, sum
okkum tørvaði. Hann skuldi “kanna málið”,
og tað gingu ikki nógvir dagar, so ringdi
hann aftur. Jú, hann hevði funnið fram til
ein sangarabólk, har slíkir solistar vóru
ímillum, og kamarorkestur tónlistaháskúlans
við tí gitna fiólspælaranum Bjørn Ólafssyni
sum leiðara var sinnað at koma. Og ikki
bara tann boðskapin hevði hann at bera,
men eisini tað, at íslendska mentamálaráðið
vildi rinda ferðarkostnaðin!
Stórfingin gjørdist tann kórstevnan, og
fyri mongum sangara mundi tað kennast,
sum at hurðin í samvinnu við úrmælta
tónleikasnillingin Willi Gohl tá av álvara
gloppaðist út móti alheiminum.
Níggju ár seinni, ein dagin í juli 1983,
eru telefonboð aftur úr Sveits. Nú er tað
Verena Gohl. Á musikkonservatoriinum,
har Willi Gohl var rektari, høvdu tey havt
fyrilestrarvitjan av tónaskaldinum og
tónlistarvísindamanninum Werner Schulze
úr Wien, og í privatari hugnaløtu aftaná
vóru tey í práti komin framá, at tey høvdu
felags vinir og kenningar í Føroyum.
Minnir vaknaðu, og hugur kveiktist til
kanska enn eina vitjanarferð higar norður í
Atlantshav. Tað skuldi ikki ligið illa fyri,
helt eg; tí til upplatingina av nýggja
Norðurlandahúsinum
í
mai
mánaði
frammanundan høvdu vit savnað sangarar
til stórt “Føroyakór”, og í juni hevði
nýstovnað føriskt symfoniorkstur, sum
lærarar í Royndarmusikkskúlanum høvdu
tikið stig, havt sína fyrstu framførslu.
Úrslitið av endurupptikna sambandinum
gjørdist framførsla av Cdur Messu
Beethovens á sumri 1984, 300ára Bach
og Händelhald 1985, førisk frumframførsla
av Jóhannespassión Bachs í 1987 og sama
í fylgjandi árum av Krýningarmessu
Mozarts,
Jólaoratorium
Bachs,
“Ein
Deutsches Requiem” hjá Brahms, Carmina
Burana eftir Carl Orff o.a.m.
Jú, við Willi Gohl fingu stórverk
tónleikasøgunnar
veruligt
fótafesti
í
Føroyum, og við honum upplivdu vit
tónleikafremjara á altjóða støði. Men ikki
bara vit luttakandi ríkaðust av hesum
vitjanum. Í 1993, tá vit framførdu “Skap
anina” eftir Joseph Haydn á fyrsta sinni í
Føroyum, var Vesturkirkjan á tremur við
áhoyrarum ikki bara 1. hvítusunudag, men
eins nógv vóru møtt dagin eftir, og sum
sást, var tað í stóran mun somu fólkini,
sum vóru komin aftur at lýða á!
Millum glottar, sum nú renna fram fyri
ein, var t.d. tá hann á einari vikuskiftisvitjan
stjórnaði gitnu tónlistarperlu Mozarts “Ave
verum” á kórsgáttini í Vesturkirkjuni.
Sitandi á orgulbeinkinum – hetta var undir
gudstænastu – var tað mær ein serstøk
uppliving at eygleiða, hvussu tónleikur
streymaði av hesum manni, har hvør
smidlig handrørsla fekk endurljóð í hesum
undurfulla tónleiki.
Men ikki bert skapti hann kórljóm uttan
um seg – sama professionella handalagið
hevði hann, tá tað um instrumentalan
tónleik ráddi. Minnist einaferð í samband
við annað fyrireikandi kórvikuskifti, at eg
legði fyri hann nótarnar til eina Buxtehude
kantatu, sum vit í okkara kóri høvdu sungið
áður. Við partiturinum fyri sær sessaðist
hann við cembaloið, og sitandi millum
musikarnar dró hann hetta verk upp á eitt
støði, sum vit ikki høvdu upplivað tað áður.
Minnisverd var eisini vertskaplig løta eftir
konsert í Norðurlandahúsinum, tá hann og
gitni fiólspælarin Alberto Lysy, sum tá
eisini var á vitjanarferð, okkum til undirhald
spældu onkran eggjandi tango saman.
Nevnast kann eisini, at á kórstevnujubi
leumshaldi nøkur ár herfyri, skaraði Willi
Gohl framúr millum mætar kórleiðaragestir
uttaneftir.
Tíðliga komu góðu tónlistargávur W.
Gohls til sjóndar. Hann var bygdadrongur,
føddur og barnvaksin uppi í Züricher
Oberland. Tá hann var 14 ára gamal, fór
mamman við honum inn í stórbýin til eina
kapping í klaverspæli, og glaður og errin
mundi hann vera, tá hann kom heimaftur
við fyrsta prísinum.
Men ikki fór hann so beinanvegin undir
hægri tónleikalesnað, tók fyrst læraraprógv
og var barnalærari í tvey ár, og hóast hann
eftir síni konservatoriiár var búgvin til eina
vónríka framtíð bæði sum pianistur og
sum
kór
og
orkesturleiðari,
bleiv
uppalingarvirksemið hansara lívsleið, hetta
at “schaffen Nachwuchs”, skapa nýggjan
gróður, sum hann so ofta tók til.
Gitin um alt heimlandið gjørdist hann
við sínari kringvarpsrøð “Offenes Singen”,
har hann við heilt serstøkum hegni við
orðum og undirspæli læt lurtarum upp fyri
fólksligum felagssangi á høgum listarligum
stigi. Ein varhuga av hesum hansara
einskila
gávum
fingu
vit
á
einari
adventskonsert í Norðurlandahúsinum, har
hann við einføldum jólaløgum spann
saman eina minniliga kórskrá.
Í hesum viðfangi rennur mær eisini í
huga, tá Frits Johannesen í sambandi við
eina av vitjanarferðum W. Gohls bað um at
fáa hann ein seinnapart norður til
Fuglafirðar at arbeiða við sínum gentukóri.
” Hvat kunnu tey fáa burtur úr tí?” hugsaði
eg við mær,”hann veit onki um genturnar,
teirra støði og tað, sum tær syngja”. Men
sum tann føddi pedagogurin og drivni
musikarin hann var, fann hann beinanvegin
inn á rætta støðið, og bæði genturnar og
vit, sum lýddu á, fingu eina ógloymandi
uppliving.
Soleiðis var Willi Gohl altíð fúsur at
leggja sín førleika til, at stuðla har sum
høvi var til tað. Dygdargott tónleikavirksemi
í fólksins tænastu var honum ein aðal
tilelving. Tí verður navn hansara standandi
millum eldsálir, sum gingu undan í tí
felagsskapi, har vit hittu hann á fyrsta
sinni: Europa Cantat, hvørs fremsta enda
mál er við felags kórsangi at skapa vinarlag
um landamørk og samljóð millum tjóðir.
Ólavur Hátún
Willi Gohl in memoriam